hósdagur 22. oktober 2020síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 74
21
Komandi partur
Í komandi parti verður greitt frá havnaskipinum
Puritan, sum gekk burtur fyri júst 100 árum
síðani.
tað, men hann hevði ikki fingið
tað frá sær!
Annars var kongur blíður og
fór eftir drotningini, so at teir
eisini skuldu sleppa at heilsa upp
á hana. Hon var blíð og helt, at
tey høvdu tað betri í Føroyum
enn niðri, tí í Føroyum vóru tey
ikki noydd at læsa hurðarnar
um næturnar, men tað noyddust
tey at gera í Danmark. Hesum
ásannaðu teir báðir, og tá ið teir
høvdu verið umleið 20 minuttir,
søgdu teir farvæl og takk fyri seg.
Tann 7. juli kl. 3 seinnapartin
fóru teir undir segl aftur heim
aftur til Føroya við einum loti av
útnyrðingi vestri.
Søgan um gravsteinin
Sum ofta er, tá ið skrivað er um
eitt evni, so kemur annað undan
kavi. Tað hendi eisini í hesum før
inum.
Oddvør Johansen, sum er
ættað frá M.C. Restorff, hevði
í FF-blaðnum eitt áhugavert
ískoyti til hesa søgu, sum her
verður endurgivið við onkrari
smávegis broyting:
Vit lesa í dagbókini hjá Niels
Skaale, at hann tann 16. juni er
í Tivoli og seinri um dagin lurtar
eftir tónleiki á Kgs. Nytorv.
Hann býr á allari danmarkar
ferðini hjá Poul Andreas Jacob
sen, skómakarameistara. Hesin
Poul Andreas var ættaður úr
Kaldbak, men av tí at hann var
føddur við “klumpfóti”, fór hann
niður til Danmarkar, har hann
lærdi til hondskómakara. Hann
giftist niðri og hevði heim sítt
og virki í Bredgade 209, har hann
eisini fekk trý børn.
Meðan Niels Skaale er í Keyp
mannahavn, verður unga dóttir
teirra, Elsa Jacobina, trúlovað
ungum manni nevndur Martin
Christian Restorff, bakara og
konditara. Trúlovilsisgildið verð
ur hildið 12. juni 1844, og vit lesa,
at 60-ára gamli Niels Skaale m.a.
dansar hetta summarkvøldið í
Keypmannahavnar gildinum.
Vit kunnu gita okkum til, at
Niels Skaale, ið arbeiddi sum kgl.
hosutakari í einahandlinum, her
fær hugskotið at biðja tann unga
bakaran M.C. Restorff koma til
Føroya til handilin, har eingin
professionellur konditari hevði
verið áður. Hvussu er og ikki, fýra
ár seinri flyta M.C. og Elsa Jacob
ina til Føroya, har tey verða allar
sínar dagar.
Vit fáa eisini varhugan av, at
tað er á hesi danmarkarferð, at
eitt lívlangt vinalag kemur í mill
um hesar báðar menninar, Martin
Christian og Niels.
At Niels Skaale mundi vera eitt
slag av abba í húsinum hjá Rest
orff sæst av tí, at tey í 1850 kalla
fjórða sonin upp eftir honum,
Niels Skaale Restorff. Hesin doyði
sum smádrongur.
Niels kemur í fíggjarligar
trupulleikar
Árini ganga, og eini tjúgu ár eftir,
at Niels Skaale við táravættum
eygum biður vinfólkunum í Keyp
mannahavn farvæl, kemur hann
illa fyri fíggjarliga. Hann hevur nú
mist konu og son og grunar einki
ilt, fyrrenn hann ein dagin fær
tey boð frá Müller, sýslumanni, at
Kamarjunkarin Tillisch nú krev
ur Niels Skaale eftir stórari skuld,
sum deyði sonur hansara skuldi
skylda Tillisch.
Tað er eitt eyðmjúkt og biðj
andi bræv Niels Skaale skrivar
Tillisch, har hann bjóðar sær
til at rinda helvtina av skuldini
aftur. Hann gongur nú á 80-unda
ári og kennir seg veikan og biður
Tillisch bønliga um at geva sær
hina helvtina av skuldini eftir.
Tað hevði verið áhugavert at
kent svarið frá Tillisch. Hetta
svar verður okkum ókent. Men
hvussu er og ikki, so er tað um
hetta mundi, at M.C.Restorff, sum
nú hevur bygt upp eitt stórt virki
við góðum avkasti, keypir trøðna
frá Niels Skaale. Prísurin er 600
ríkisdálar.
Hetta er trøðin, sum til henda
dag hevur verið rópt Skálatrøð.
Í nógv ár fanst einki skeyti upp
á hetta keyp. Óndar tungur vildu
vera við, at trøðin var brenni
vínsjørð. Hetta rímar tó illa við
mannin Niels Skaale, sum var
álitismaður í allar mátar.
So eina ferð fyrst í 1950-unum
hendir tað løgna, at faðir mín,
Verland Johansen, møbilsnikkari,
fær eitt gamalt skriviborð at gera
í stand. Undir leðurklaffinum á
tí finnur hann ein gamlan kon
volutt. Í honum liggur skeytið upp
á Skálatrøð. Tað er undirskrivað
av Niels Skaale sjálvum við segli.
Her fær Niels Skaale tað
lyfti frá M.C.Restorff, at hesin
frá nú av skal “foreskaffe mig
og min Tjenestepige Susanne
Rasmusdatter med alt, hvad vi
behøve, det være sig af hvad Navn
nævnes kan, indtil min og min
tjenestepiges Død, og efter vores
Død lade os anstændig begrave.
At dette er min sande og
alvorlige Vilie, bekræfter jeg med
min egen Underskrift og for trykt
Seigl.”
M.C.Restorff, sum ikki júst
hevði orð fyri at vera smáligur,
man hava hildið orð. Niels
Skaale liggur grivin millum konu
hansara Else Jacobine Restorff og
verfaðirin Poul Andreas Jacobsen.
Hesar gravir við gravsteinum eru
beint uttan fyri høvuðsdyrnar í
Havnar kirkju. Tað er sannlíkt,
at grøvin, har Niels Skaale var
jarðaður, var ætlað M. C. Restorff
sjálvum. Hann kom tískil at liggja
einsamallur í kirkjugarðinum á
Svínaryggi. Hann varð tó seinni
fylgdur av nógvum av síni ætt,
har teirra gravsteinar minna um
hesa ætt.
Niels Skaale fekk navn sítt
høgt inn í hvíta marmorplátu,
sum kirkjufólkini í Havn ganga
fram við hvørja ferð tey fara í
kirkju.
Niels var beiggi Nicolaj Skaale,
sum var pápi Conrad Nicolajsen.
Hann var pápi Tom, sum aftur var
pápi m.o. Sigfred Skaale.
Poul Andreas var eisini pápi
Jørgen Frands Jacobsen, sum var
abbi gitna rithøvundan við sama
navni.
Poul Andreas var av
Hammershaimb ættini
Poul Andreas (1782-1862) var
giftur við svensku Helena
Fagerholm (1770-1861).
William Heinesen skrivar um
hann:
Poul Andreas rejste tidlig til
København, hvor han drev et
Skomageri. Fotografier viser
ham som en Mand af et nobelt og
livligt Udseende, der i nogen Grad
bærer det Hammerhaimbske
Slægtspræg.
Han skal have været en oplyst
og velbegavet Mand, og hans hjem
i København var Samlingssted
for derboende Færinger. P.A.
Jacobsen døde i sin Fødeby,
Thorshavn, hvortil han flyttede
som en gammel Mand. Et tegnet
Portræt af hans svenskfødte
Hustru, Helene Fagerhom, viser
et sødt og fromt, lidt vemodigt
Gammelkoneansigt.
Umframt nevndu børn fingu tey
sonin Thor, sum doyði ógiftur 37
ára gamal. Hann skuldi hava verið
nakað buldrasligur.
Restorff var
megnar maður
Gamli M.C. Restorff hevur fyrr
verið lýstur í hesi røð. Hann hev
ur havt samhuga við “vanliga”
fólkinum, sum man hava verið
heilt sjáldsamt tá í tíðini, sum tá
ið hann bjóðaði fátækrafólki til
veitslu og til jólatræ á bakarínum,
har einki varð spart.
Í dag er bara ein M.C. Restorff
við sama navn sum tann gamli.
Men hann er eisini ein “ordiligur”
Restorffari við m.a. sínum tón
leikagávum. Hann fylti 70 ár
herfyri. Ynskt verður honum til
lukku.
Í hesum húsunum í Bringsnagøtu búði Niels Skaale.
Tey blivu til handilin hjá Katrinu Christiansen.
M.C. Restorff og M.C. Restorff
Søguligar gravir beint frammanfyri inngongdina til Havnar Kirkju oman móti Bryggjubakka.
Uttast vinstrumegin er grøvin hjá Poul Andreas Jacobsen. Í miðjuni Niels Skaale og
høgrumegin Else Jacobine, kona M.C. Restorff og dóttir Poul Andreas.