Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. oktober 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 74 20 Óli Jacobsen Óli Jacobsen F F-blaðið hevði í síni tíð ikki sørt av slóðbrótandi søguskriving, sum so helt fram í Sosialinum. Hetta hevur fyri ein stóran part verið takkað vælvildarfólki. Í 2002 kom fróðarmaðurin Johan Restorff til FF-blaðið við eini frásøgn um Niels Skaale, sum legði navn til Skálatrøð. Hon varð prentað í FF blaðnum, og fleiri hildu hana vera áhugaverda. Tað er hon framvegis, og tað skal nú verða tikið til hana aftur. Henda frásøgn var skrivað á goml­um donskum og kanska nakað tung at lesa. Tí skal henda grein partvíst vera ein samandráttur av fyri­ lestri, sum Óla Kristian Skála hevði í Rotary í 1984 um skyld­ mann­in. Niels Skaale skrivaði um seg sjálvan: »Jeg blev født til verden den 7de marts i 1784 og døbt den 9de samme år af velværdige hr. provst A. Djurhuus i Næs kirke og fik dette navn Niels. Den 21. april 1800 blev jeg konfirmeret af samme hr. provst. Jeg kom til Thorshavn den 3. januar i 1810 og blev pakhuskarl og jeg blev hosetager den 1. juli 1819. « Carolina Heinesen, mamma William, skrivaði í sínum endur­ minningum: »Mine første erindringer knytter sig til det gamle Skålehus. Det lå i Bringsnagøta og havde i længst forsvunden tid været beboet af en bartskjær; siden blev det overtaget af en hosetager ved den kongelige handel. Han hed Niels Skaale, og han boede der sammen med en gammel husholderske, som blev kaldt Muffan. Efter Skaales død købte min bedstefar huset, og mine forældre boede så der. Det var et hyggeligt lille hus med en stue og to små værelser. Stuen havde kornblåt papir på væggen. Udenfor var der en lille have med stikkelsbærbuske og ét lille træ, som blev kaldt Paradistræet.« Byrjanin til Skálatrøð Í 1818 fær Niels Skaale eina leigu­ trøð av Húsarhaga oman móti sjón­um á Vestaruvág. Tað var van­ligt, at monnum var ávíst haga­stykkir, sum teir kundu velta í, sum korn, røtur og eplir, og so var eisini her, men flestir av hesum monnum fingu sær leigu­ traðir sjálvir. Niels Skaale var væl við gamla Restorff, og partvís gav hann seg upp til hansara á gamals­aldr­ in­um. Kona hansara, ættað úr Tjørnu­vík, var deyð, og ein sonur, teirra einasta barn, var eisini deyð­ur. Í 1863, tá ið havnarmenn fingu rætt til at keypa leigutraðirnar, stendur Restorff sum eigari av Skálatrøð. Restorffsmenn áttu trøðna, til Vágsbotnshandilin fór á húsagang aftaná fyrra ver­ aldarbardaga. Tá keypti komm­ unan hana. Niels starvaðist við kongaliga handilin, til hann ikki orkaði meir. Men tá ið hann var 60 ára gamal, fór hann eina ferð til Danmarkar. Høvuðsørindi hjá honum var at koma á tal við danakong, Kristian 8., og tosa við hann um eina eftir­lønarskipan fyri tey, sum starvaðust við kongliga handilin. Hann hitti eisini kong, men um nøkur skipan kom í lag, vita vit ikki. Ferðin til Danmarkar 11. mai 1844 legði Niels Skaale út av Havnar vág við Havfruen, sum tá var okkara samband til Danmarkar. Ferðin niður til Danmarkar gekk væl. Tað fáa vit at vita, tí Niels skrivaði dagbók, og í stuttum greiðir hann dag frá degi frá, hvussu leikur fer. Hann veit kortini lítið um, hvussu við veit omandeks, tí tað nógva av ferðini var hann ringur av sjóverki. Ferðin gekk kortini óføra væl og skjótt. Tað var ein leygardag, teir løgdu út av Havnini, og leyg­ ar­dagin eftir, 18. mai klokkan hálvgum átta um morgunin leggja teir at við Toldboden. Niels skuldi búgva hjá skó­ mak­aranum, Poul Andreas Jacob­sen, og hesin kom umborð kl. 9 at taka ímóti gestinum. Teir fara so í land, og í fylgi við Nielsi fer eisini Dánjal Jakku, kallaður danne­brogsmaðurin, úr Klaksvík og sonur hansara. Teir fóru so gjøgn­um Grønningen og yvir í Bred­gade til nr. 209, har Jacobsen skó­makari búði, og teir vóru hjarta­liga væl móttiknir av konu hans­ara. Tað fyrsta Niels Skaale gjørdi, var at fara inn í eitt kamar og falla á síni knø við takk til tann almáttuga, sum hevði ført hann í øllum góðum til Keyp­manna­ havn­ar. Síðani komu vinir og kenn­ ing­ar at finna Niels. Har var kam­ar­ráðharri Lundahl, harra Venselaus Hammershaimb, jom­ frú Schrøter, Niels C. Winther, Else Frederikke Danielsen, Ludvig Thomas Løbner, Anna Nielsdatter og Anna f. Hammershaimb. Nógv ørindi at gera Nú fer Niels til Keypmannahavnar, og tað er ikki smávegis, sum hann verður biðin at útrætta. Hann skal keypa landkort, bønabøkur, lestrarbøkur, 25 stoppinálir, brenni­vín, 1 svarta tekannu, einar gull oyraringar, 1 roknibók, 2 spølkummur, 1 pípu, 1 dus. vestaknappar, einar selar, 1 vest, 1 kikara, ein fínan hatt og ymiskt annað. Alt hetta skuldi keypast í ymsum handlum, og Niels noydd­ ist tí at fara tíðum í býin. Hann og Dánjal Jakku danne­ brogs­maður hitta kamarharra og kabinetsskrivara Tillisch, og hesin ræður teimum til at fara at hitta krúnprins Frederik, tí hann liggur á reis at fara til Føroyar í handilsins ørindum. Vitjan hjá kongi So fyrsta dagin fóru teir niðan á Kristiansborg, og Hammershaimb fylgdi teimum. Krúnprinsurin tók blídliga ímóti teimum og tosaði eina løtu við teir. Hann segði, at høvdu teir nøkur ynskir, so skuldu teir bara koma til hansara. Teir ynsktu honum góða ferð til Føroya, og so var hesin fundur lokin. 27. mai fara teir báðir, hann og D. J. Joensen, út til Sorgenfri at heilsa upp á kongin, Christian 8. Dánjal Jakku skuldi takka fyri dannebrogsmerkið, og kongur segði, at hevði hann fingið tað, so mundi hann hava uppiborið Martin Christian Restorff og hansara ætt hava havt stóran týdning fyri Føroyar. Tað sama hevur Skaale ættin. Her er partur av teirra felags søgu SIÐSØGA M. C. RESTORFF LÆT NIELS SKAALE SÍNA GRØV Havfruen, bygd í 1832. Ferðasambandið millum Føroyar og Danmark í 1844. Niels Skaale tók móti hosum hjá kongaliga handlinum. Henda tekning hjá Edvard Fuglø í bókini hjá Christian Høj “Okkara søga” lýsir hansara starv.