hósdagur 22. oktober 2020síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 74
24
Søkt verður eftir starvsfólki til køkin á
Sjóndeplinum á Íslandsvegnum til 25 tímar um
vikuna. Vanlig arbeiðstíð er týsdag, mikudag og
hósdag – tá Dagtilhaldið er virkið.
Starvið umfatar:
• Ábyrgd av køkinum
• Matgerð
• Ábyrgd av innkeypi
• Planleggja og gera viku ætlanir
• Verða blindu og sjónveiku brúkarunum til hjálpar
Krav til fakligar førleikar:
• Viðkomandi útbúgving
• Hava royndir at gera mat til nógv fólk
• Hava teldu førleika
• Hava koyrikort
Krav til persónligar førleikar:
• Jaligur
• Góð samstarvsevnir
• Evni at arbeiða sjálvstøðugt
• Gera heilsu góðan mat
• Málsøkin innan matgerð
• Hava hugflog
Sjóndepilin bjóðar:
• Fakliga frálæru um sjón og sjóntrupulleikar
• Atlit og arbeiðshættir
• Góðar arbeiðis umstøður
• Møguleikar fyri menning
• Góðar starvsfelagar
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri
avtalu.
Skrivlig umsókn við prógvum og CV skulu
vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin
23. okt.
Umsóknin skal sendast til:
Sjóndepilin
att. leiðarin
Boks 2074
FO-110 Tórshavn
Ella sum teldupost: kak@sjondepilin.fo
Sjóndepilin søkir eftir
starvsfólki til køkin
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í búnum
eftir Hjørdis Christiansen,
Traðarbrekka 12, 380
Sørvágur, fødd tann
13.04.1925, deyð tann
24.06.2020, og eftirsitandi
hjúnarfelaga Samuel
Nicodemus Arnold Frits
Christiansen, verða við
hesum biðin um innan 3
mánaðar frá kunngerð av
hesi lýsing at boða frá og
skjalprógva krøv síni fyri
undirritaða skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Birita Sandberg
Samuelsen, SÓKN Advokatar,
J.H. Schrøtersgøta 7, 100
Tórshavn, vísandi til sks.nr.
191/2020, saman við frumriti
av teimum skjølum, sum
krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 25. september 2020.
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í búnum
eftir Andreas Eilersson
Johannesen, Turiðargøta 20,
100 Tórshavn, føddur tann
31.08.1990, deyður tann
10.10.2020, verða við hesum
biðin um innan 3 mánaðar
frá kunngerð av hesi lýsing
at boða frá og skjalprógva
krøv síni fyri undirritaða
skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Birita Sandberg
Samuelsen, SÓKN Advokatar,
J. H. Schrøtersgøta 7, 100
Tórshavn, vísandi til sks.nr.
303/2020, saman við frumriti
av teimum skjølum, sum
krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 21. oktober 2020.
KUNNGERÐ
Atkvøðugreiðslan í Vágs kommunu á kommunu
valinum týsdagin 10. november 2020 verður
í samkomuhøll skúlans. Atkvøtt verður frá
kl. 1000 til kl. 2000
ella so leingi veljarar møta uttan steðg.
Veljarar, íð sambært vallógini lúka treytirnar fyri
at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða
á Býráðsskrivstovuni til og við mánadagin
9. november 2020.
Tey, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki
kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima
til og við dagin fyri valið, men má boðað verða
frá til Býráðsskrivstovuna tlf. 663000
í seinasta lagið kl. 1200 henda dagin.
Gjørt verður kunnugt, at valkort verða send
øllum veljarum, íð standa á vallistanum.
Veljari, sum ikki fær valkort, ella fær valkort
við villum í, eigur at venda sær til Býráðs skriv
stovuna sum skjótast
15. oktober 2020
VALSTÝRIÐ Í VÁGI
Tlf. 47 90 00 -T-post: bst@bst.fo
Ull til sølu!
Ullin, sum varð savnað inn
í ullarmóttøkuni á Búnaðarstovuni
í 2020, verður nú lýst til sølu.
Ullin verður seld í ballum, sum hvør
vigar uml. 200 kg.
Talan er um 2 flokkar av ull:
•
1. floks ull í 6 náttúrulitum.
Umleið 24 tons í alt.
•
2. floks ull, blandaðir litir.
Umleið 1,9 tons í alt.
Ullin verður seld sambært skrivligum,
bindandi boði, ið skal latast
Búnaðarstovuni í seinasta lagi
6. november 2020 kl. 15.00.
Ullin er samfingin og ikki vaskað,
men er natúrliga rein og turr.
Meira kann lesast um søluna og
sølutreytirnar v.m. á heimasíðu
Búnaðarstovunar www.bst.fo
Tlf. 47 90 00 -T-post: bst@bst.fo
Landbúnaðarstuðul
2020
Stuðul verður latin til gomul føroysk
húsdjórasløg, egið framleitt stráfóður,
seyðakjøt og neytakjøt. Stuðulin verður veittur
við heimild í løgtingslóg nr. 32 frá 6. mars
2003 og kunngerð nr. 76 frá 15. mai 2018.
Stuðul verður latin til føroysk seyðaskinn við
heimild í Løgtingsfíggjarlógini fyri 2020.
Oyðibløð við reglugerð fyri hvønn stuðul
sær, kunnu takast niður av heimasíðu
Búnaðarstovunar www.bst.fo. Fyri at
fáa stuðul av hesum játtanum í 2020
skal umsóknarblað fyllast út og sendast
Búnaðarstovuni.
Síðsta freist at søkja um stuðul til føroysk
húsdjór, egið framleitt stráfóður og føroysk
seyðaskinn er hin 01.11.2020. Freist at søkja
um stuðul til seyðakjøt er 10 dagar eftir MVG-
uppgerðardagin, og til neytakjøt ein mánað
eftir, at neytið er dripið.