Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-22, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. oktober 2020síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 74 25 JÓANNES HANSEN U m vikuskiftið verður 25. umfar. Tveir dystir vera leygardagin – ein seinnapartin og granna­uppgerðin í Runavík mill­ um NSÍ og Víking leygarkvøldið. Sunnudagin vera tríggir dystir. Tað plagdi at vera undan­ takið, at dystirnir ikki vóru klokkan 15 sunnudag. Soleiðis er tað ikki longur. Seinnu árini hevur verið spælt frá tíðliga seinna­partin og út á kvøldið. Nú sunnu­dagin vera allir dystirnir klokkan 15.00. Javnleikurin í Klaksvík miku­ kvøldið ber við sær, at tað mest sum er greitt, at HB fer at vinna FM. HB hevur fýra dystir eftir. Um tað eydnast HB at vinna tveir dystir, og um KÍ vinnur allar sínar fýra dystir, so verður javnt í toppinum. Málmunurin hjá HB er væl betur, enn hann er hjá KÍ. Tí skal tað ganga verri enn illa hjá toppliðnum, sum higartil bara hevur tapt tveir dystir, um alt ikki verður avgjørt undan síðsta dystardegi, tá ið HB skal til Klaksvíkar. Stórt sannlíki er fyri, at FM spurningurin verð­ur svaraður, tá ið HB allan­halg­ annadag, sunnudagin 1. nov­ ember, fær vitjan av TB. Tað er eisini møguleiki fyri, at FM heitið verður staðfest longu næsta mikukvøld, 28. oktober, tá ið HB fær vitjan av NSÍ. Stríðið um silvurplássið, sum ber rætt at luttaka í Europa næsta summar er sera tætt og spenn­andi. Í hesum stríðnum eru NSÍ, KÍ og B36. Steypavinnarin vinnur eitt pláss í Europa. Tað er greitt, at KÍ hevur ikki møgu­ leika at vinna tað plássið, tí KÍ varð í fyrsta umfari varpað úr steypakappingini. Sunnudagin hittast EB/ Streym­ur og TB. Tað er dystur mill­um tvey lið, sum eftir øllum at døma hvørki fara at flyta seg annan vegin ella hinvegin. Í øllum hinum fýra dystunum eru lið við, sum stríðast fyri at vinna sær pláss í Europa næsta summ­ar. Hin stóri vinnarin HB verður altso vinnarin av FM heiðrinum, steypinum, gull­krón­ un­um og øllum milliónunum, sum lut­taka í europeisku meistara­kappingini ber við sær. Koronan hevur órógvað fót­ bóltin meiri, enn nakað annað hevur órógvað landskappingina nakrantíð síðani 1944, tá ið tað ikki bar til at spæla av krígs­ ávum. Eingir bóltar vóru at spæla við. Nú er sera tætt millum dyst­ir­ nar, og heystarveðrið við hálku og vindi kennist. Higartil hev­ ur tað riggað merkiliga væl við veðrinum og fótbóltinum. Eing­ in dystur er í heyst avlýstur og út­settur orsakað av veðrinum. At tað nú eru altjóða góðkend ljós kring nógvar av vøllinum ber við sær, at møguleikin at leggja dystirnar er so nógv størri, enn hann var inntil fyri ikki so nógvum árum síðani. Um tað verður farið bara fimm ár aftur í tíðina, so hevði verið neyðugt at spælt dystirnar mitt í viku so tíðliga sum klokkan 17 og eftir næsta vikuskifti, tá ið tað verður flutt frá summartíð, fyrr enn so á degnum. Niðurflytingin AB og Skála stríðast fyri at sleppa undan aftasta plássi­num. Í løtuni er AB eitt stig fram­ man­fyri Skála, sum júst ímóti AB síðsta sunnudag vann fyri fyrstu ferð í ár. Tað er greitt, at í hvussu so er eitt lið fer at flyta niður. Tað er eisini møguleiki fyri, at tvey lið fara at flyta niður. Tað vil siga, at Skála og AB kunnu bæði flyta niður, og at annað av liðunum heilt víst fer at flyta niður. Ásetingarnar um niðurflyting úr bestu deildini og uppflyting úr næstbestu deildini eru hesar: Frá kappingarreglunum: Grein 7 Stk. 1. Tey lið, sum aftan á kappingarárslok eru nr. 9 og 10 í Meistaradeildini, flyta niður í 1. deild. Fremsta liðið í 1. deild, har felag­ið frammanundan ikki er um­boðað í Meistaradeildini, verður at flyta upp í Meistara­ deildina. Næsta liðið í 1. deild, har felag­ ið frammanundan ikki er um­ boðað í Meistaradeildini, verður at flyta upp í Meistaradeildina treytað av, at liðið verður nr. 2 ella nr. 3 í 1. deild. Endar liðið nr. 4 til nr. 8 í 1. deild verður dyst­ ur um uppflyting móti nr. 9 í Meistaradeildini leiktur. Endar liðið nr. 9 ella nr. 10 í 1. deild verður bert eitt lið at flyta upp í Meistaradeildina. Kappingarnevndin ásetur nærri, hvussu møguligur dystur um uppflyting verður leiktur. NÚ SNÝR TAÐ SEG UM EUROPA OG NIÐURFLYTING HB hevur mest sum tryggjað sær FM, og nú verða tað eisini dystir millum tey, sum hava millum lítið og einki at spæla um Ikki við: Ásbjørn Heðinsson (leikbann), Filip í Liða (langtíðarskaddur í rygginum) og Hans Jákup Annfinsson (brot) Ivasamur: Jobin Drangastein (vøddaskaði) Ikki við: Árni Frederiksberg (leikbann), Magnus Holm Jacobsen (leikbann), Hugin Samuelsen (vøddaskaði í búkinum) og Andrias H. Eriksen (skaddur í mjødnini) Ivasamur: Brian Jakobsen Ikki við: Hjalti K. Djurhuus (leikbann) Ivasamur: Mikkjal Hellisá Við aftur: Tóki H. Johannesen (eftir leikbann) Ikki við: René S. Joensen (lærkrikin), Teit Jacobsen (langtíðarskaddur í knænum), Mathias Nygaard (leikbann Ivasamir: Mads B. Mikkelsen og Heri H. Mohr. Við aftur: Delphin Tshiembe Ikki við: Jens Joensen (leikbann), Jan Ó. Ellingsgaard (givin), Dánjal á Lakjuni (givin), Ari Ó. Ellingsgaard (langtíðarskaddur), Filip Djordjevic (fyribils burturvístur), Hans Jørgen Djurhuus (leikbann 2 dystir) LIÐ TÍÐINDI B36 ÍF HB AB EB/STREYMUR Allir tøkir Ikki við: Bárður J. Hansen (knæskaddur) Við aftur: Búi Egilsson (eftir leikbann) Ikki við: Kristian Martin Jakobsen (leikbann) og Karl Martin Johansen (burturstaddur) Ikki við: Musah Armah (knæskaddur), Eirikur M. Ellendersen (vøddaskaði) Við aftur: Poul Ingason (eftir leikbann) og Dánjal Godtfred (eftir leikbann) VÍKINGUR SKÁLA NSÍ Ikki við: Ingi Jonhardsson (vøddaskaði) Ivasamur: Andreas Lava Olsen Við aftur: Bergur Gregersen (leikbann) og Elias Lervig (fótskaði) TB KÍ Betri deildin menn støðan NR. LIÐ D V J T MÁL S 1 HB 23 20 1 2 71 18 53 61 2 NSÍ 23 17 2 4 48 19 29 53 3 KÍ 22 16 4 2 61 20 41 52 4 B36 23 16 2 5 67 30 37 50 5 Víkingur 23 14 2 7 47 34 13 44 6 ÍF 23 6 5 12 30 49 -19 23 7 EB/S 24 6 2 16 22 58 -36 20 8 TB 24 3 6 15 15 33 -18 15 9 AB 23 0 7 16 14 66 -52 7 10 SKÁLA 24 1 3 20 18 66 -48 6 Betri deildin menn 25. umfar: LEYGARDAGIN 24. OKTOBER NSÍ – VÍKINGUR: EILER RASMUSSEN KL. 19.00 AB – HB: PETUR REINERT KL. 14.00 SUNNUDAGIN 25. OKTOBER KÍ – ÍF: RÚNI GAARDBO KL. 15.00 SKÁLA – B36: KÁRI J. Á HØVDANUM KL. 15.00 EB/STREYMUR – TB: DAGFINN FORNÁ KL. 15.00 Máltindurin PETUR KNUDSEN NSÍ 15 UROS STOJANOV ÍF 15 JÓANNES BJARTALÍÐ KÍ 13 FINNUR JUSTINUSSEN VÍKINGUR 12 KLÆMINT A. OLSEN NSÍ 12 ADRIAN JUSTINUSSEN HB 11 MIKKEL DAHL HB 11 MEINHARD E. OLSEN B36 10 SEBASTIAN PINGEL B36 10