hósdagur 22. oktober 2020síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 74
26
JÓANNES HANSEN
B36 hevur í hesum túsundári
num havt gott tak á KÍ. Tølini
siga, at tað serliga hevur verið í
Klaksvík, at árstalsfelagið hevur
havt undanvind.
Soleiðis var tað um reppið at
vera mikukvøldið, tá ið útsetti
dysturin frá 21. umfari millum
KÍ og B36 var á skránni.
Høgættin var trá, so tað var
bítandi kalt, og eina góða løtu
oysregnaði tað. Men kortini
varð spælið ikki darvað av
veðrinum og heystinum. Altjóða
ljósmastrarnar og karmarnir
kring vøllin, sum bera við sær,
at umstøðurnar minna alt meiri
um tað, sum eru úti í heimi, har
altjóða dystir eru á skrá, halda
myrkrinum, heystinum og
illveðrinum burtur.
Vøllurin var vátur, og tað
gekk skjótt fyri seg, og tá ið so in
tensiteturin var øgiligur, og nær
dystirnir vóru nógvir, so var tað
ikki altíð so lætt at fáa skipað og
hugflogsríkt álopsspæl í lag.
Men tað var undirhaldandi,
og tað var spenningur frá tí at
Eiler Rasmussen, sum kom væl
frá ikki heilt lættu uppgávuni,
bríkslaði fyrstu ferð, og til hann
bríkslaði fyri síðstu ferð.
Máltavlan vísti 1-1, tá ið tað
var liðugt. Enn einaferð varð tað
staðfest, at KÍ hevur trupulleikar
við árstalsfelagnum – serliga á
heimavølli.
Og spælararnir á hvørjum lið
num sóu út til at fegnast um eitt
stig. B36 venjarin Jákup á Borg
setti orð á kensluna:
-Vit kunnu ikki lúgva okkum
frá, at vit eru vónbrotnir um, at
tað eydnaðist teimum at javna
í síðstu løtu. Men tá ið eg hyggi
aftur á gongdina, so var tað ikki
óuppiborið í javnari og tættari
uppgerð, og eg fegnist um, at
spælararnir vístu tann hugburð,
sum teir alla tíðina gjørdu, segði
B36 venjarin Jákup á Borg.
Jóannes Bjartalíð hjá KÍ fegn
aðist um, at tað eydnaðist heima
liðnum at javna, men hann hevði
ilt við at fegnast um úrslitið:
-Vit eiga at rokna við møgu
leikanum at endurvinna FM,
inntil hann er heilt burtur. Tað
hevði verið ræðuligt, um vit
ikki hava syrgt fyri okkara, um
tað skuldi komið fyri, at HB fer
at kiksa, men vit megnaðu ikki
at skjóta mál, tá ið vit høvdu
góða yvirvág, og so var tað
kærkomið, at stríðið til síðsta
bríksl gav mál og eitt stig,
sum kann fara at vísa seg at
hava stóran týdning í Europa
stríðnum, var viðmerkingin
hjá KÍ miðvallaranum Jóannesi
Bjartalíð.
Málini
Í fyrra hálvleiki var KÍ omaná,
og tað vóru nógvar spentar
støður í B36 brotsteiginum, og
tað vóru eisini spentar støður í
KÍ brotsteiginum.
KÍ vann nógv hornaspørk, og
onkra ferðina dansaði bólturin
í málteiginum, og Símun Rógvi
Hansen í B36 málinum vísti fleiri
ferðir, hvussu framúr góður mál
verji hann er.
Árni Frederiksberg hevði
onkra góða roynd, uttan at tað
eydnaðist at fáa bóltin framvið
nýggja KÍ málverjanum, Lu
kasz Jarosinski, sum var góður
í luftspælinum og eisini á mál
strikuni.
Beinanvegin eftir steðgin var
talan mest sum um endurtøku
frá fyri einum stórum ári síðani,
tá ið Árni Frederiksberg við
fínum frísparki legði B36 á odda
1-0. Ta ferðina vann B36 2-0, tá ið
KÍ spenti álopsbogan.
Í kvøld vann B36 fimm frí
spørk dygst uttanfyri KÍ brots
teigin. Í onkrum føri fór bólt
urin omanfyri heimamálið, og í
øðrum førum blokeraði mann
garðurin.
So var tað tríggjar minuttir
eftir steðgin, at fleiri mistøk
millum heimamenninar á egn
ari hálvu bóru við sær, at ágang
andi B36 vann fríspark eitt vet
til vinstru og 18 metrar úr máli
num. Árni Frederiksberg og
Stefan Radosavljevic, sum aftur
í kvøld vísti seg at vera lykla
spælara, riggaðu til at taka sær
av at avgreiða frísparki. Stefan
sendi
b ó l t i n
o m a n f y r i
manngarðin og
dygst inn undir nærru
samankomingini.
KÍ málverjin var
í hini síðuni av
málinum
og
rakk ikki yvir
at bjarga.
So var 1-0
til B36, og í 41
minuttir pluss
fimm minuttir
aftrat gekk tað
mesta fyri seg
eftir treytunum
hjá B36. Í løtum vóru
gestirnir ágangandi
frammarlaga á vøllinum,
og í øðrum løtum vóru teir
aftari og vardu og dyrgdu
eftir møguleikanum at fara í
snarálop.
Sum seinni hálvleikur leið,
øktist trýstið á B36 málið. Tað var
nær við og næstan, og tað varð
bjargað á strikuni, áðrenn tað í
evstu løtu eydnaðist at javna til
1-1. Málskjútti var KÍ miðverjin
og B36 verjuálitið í nógv ár,
Odmar Færø, og innskifti Boris
Dosljak átti uppleggið.
Vinnarin var í Gundadali
At tað mikukvøldið endaði 1-1
í Klaksvík vóru tað fyrst og
fremst teir í HB, sum kundu
fegnast um.
FM vegurin hjá HB er upp
aftur breiðari og beinari, enn
hann longu var undan dystinum
mikukvøldið. Uttan mun til,
hvussu kappingin annars lagar
seg, so
f e r
tað ivaleyst
at vera nóg mikið hjá HB at
vinna tveir dystir aftrat fyri at
tryggja sær FM heitið. HB skal
spæla á Argjum, í Gundadali
ímóti NSÍ, í Gundadali ímóti TB
og so í Klaksvík.
Um KÍ vinnur allar sínar
dystir og harvið eisini ímóti HB
í síðsta umfari, og um HB bara
vinnur tveir av fýra dystum, so
er møguleiki fyri, at KÍ kann
røkka sama stigatali sum HB.
Málmunurin hjá HB er +53, og
hjá KÍ er hann +41.
Um tað framvegis er spenn
ingur um FM, so snýr hann seg
um, um tað fer eydnast HB at
seta stigamet. Fyri tveimum ár
um síðani vann HB FM við 73
stigum. Tað er framvegis FM
met.
Nú
toppliðnum
restar fýra dystir er
úrtøkan 61 stig. Tað vil
siga, at tað er møguleiki
at røkka sama stigatali
sum í 2018. Fyri tveimum
árum síðani var mál
munurin +40. Undan fýra
teimum síðstu umførunum
er hann +53. Tí er tað møguleiki
fyri, at FM fer at verða vunnið
við størri úrtøku enn nakrantíð
áður.
Stefan hevur funnið stevið
Undan Europa avbjóðingini í
fjør futti Stefan Radosavljevic
úr Suðuroy og í B36. Tá var hann
fyrstu ferð við í landskappingini
í 2-1 ólavsøkusigrinum ímóti
Víkingi. Hann var við í 12 lands
kappingardystum í fjør. Fimm
ferðir varð hann skiftur inn, og
tríggjar ferðir varð hann skiftur
út.
Í ár hevur Stefan verið við í
20 landskappingardystum. 16
ferðir hevur hann verið millum
teir fyrstu ellivu. Meðan hann
í fjør og fyrsta stóra partin
av kappingini í ár hevur skift
millum fleiri pláss á liðnum, so
er hann nú fastur maður.
Serliga eftir at Meinhard
E. Olsen flutti til Svøríkis at
Teir, sum hava verið avgerandi síðstu árini, hava í løtuni ikki
marginalirnar við sær á sama hátt, sum teir plaga at hava
KÍ – B36:
NÚ GONGUR STEFAN
NÚ GONGUR STEFAN
UNDAN
UNDAN HJÁ B36
HJÁ B36