Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-22, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. oktober 2020síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 74 27 spæla, er Stefan Radosavljevic vorð­in alt meiri eyðsýndur. Á U-21 landsliðnum hevur hann í heyst verið sentralur miðvallari, sum hevur tikið stóra ábyrgd. Soleiðis hevur tað eisini verið í B36. Mikukvøldið skoraði hann fínt mál. Hetta var fimta málið hjá honum higartil í ár. Sebastian Pin­gel og Meinhard E. Olsen hava skorað tíggju mál, Michal Przybulski hevur skorað níggju mál, og Árni Frederiksberg hev­ ur skorað sjey mál. Eingin ivast í fót­bólts­evnun­ um hjá øllum hesum. Men gongd­ in í heyst er staðfesting av, at tað ikki altíð lagar seg á sama hátt. Árni Frederiksberg hevur ikki fingið landsliðsboð í heyst, og hann er ikki heilt so eyðsýndur, sum hann oftast plagar at vera, og Michal Przybylski hevur síðstu vikurnar ikki skorað so nógv mál, sum hann gjørdi fyrr í summ­ar. Hann hevur einki mál skorað síðani ólavsøkudag, tá ið B36 vann 4-2 ímóti Víkingi. Undan 2019 kappingini varð roknað við, at Símun Rógvi Han­ sen fór at verða fastur maður millum stólparnar hjá B36. Knæ­ skaði var orsøk til, at hann bara var við í fimm dystum – í 13. og 14. umfari og so aftur í trimum teimum síðstu umførunum. Aftur í ár varð roknað við, at Símun Rógvi Hansen fór at verða tryggur aftasti skansi hjá B36. Hann var við í trimum teim­um fyrstu umførunum, men síðani darvaði knæskaðin so nógv, at hann var ikki førur fyri at spæla aftur fyrr enn mið­ skeiðis í september. Síðani hevur hann verið fastur maður millum stólparnar, og aftur mikukvøldið var hann sera tryggur málverji. Nýggir útlendingar ikki so eyðsýndir Tá ið KÍ í fjør tryggjaði sær FM, vóru Jóannes Bjartalíð, Jákup B. Andreasen, Jóannes K. Daniel­ sen, Ísak Simonsen og at enda eisini Páll A. Klettskarð mar­ kanta lokala íslettið. Kristian Joensen varð kosin ársins málverji, Patrik Johann­e­ sen var milum lyklaspælararnar, og Jesper Brinck, Deni Pav­ lovic, Semir Hadzibulic, Sim­en Sandmæl og at enda eisini Tor­ bjørn Grytten vóru lykla­spælar­ ar. Í ár hevur tað ikki gingið heilt so væl hjá øllum hesum. Nú eru Kristian Joensen og Ísak Simonsen á beinkinum, Semir Hadzibulic og teir báðir norð­ menninir – Simen Sandmæl og Torbjørn Grytten – eru burt­ur, og millum fleiri nýggjar út­lend­ ingar í Klaksvík hevur tað bara verið fíni álopsspælarin Ole Erik Midtskogen, sum hevur verið eyðsýndur. Deni Pavlovic og Jesper Brinck eru framvegis lyklaspælarar. Fleiri útlendskir spælarar hava gjørt skjótt av í Klaksvík og eru farnir til hús aftur, meðan aðrir ikki hava megnað at vinna fast pláss á liðnum. Hvussu nýggi pólski málverjin fer at roynast ber ikki til at siga enn. Men mikukvøldið ímóti B36 stóð hann seg væl, bæði á strikuni og úti í brotsteiginum. Jóannesarnir báðir og Jákup B. Andreasen eru framvegis ungir álitismenn á liðnum. Men í ár hevur tað ikki heilt svingað so væl, sum tað gjørdi, tá ið teir í fjør vóru berandi kreftir á FM lið­num. Odmar Færø og Heini Vatnsdal eru øgiliga stinnir miðverjar. Ein­asti heilt ungi KÍ spælarin, sum av álvara hevur gjørt um seg í ár, er Jonn Johannesen, sum í fjør skoraði tvey mál, og sum higartil í ár hevur skorað sjey mál. Mikukvøldið var hann í álopi­num – undir liðini á Ole Erik Midtskogen – men tað eydnaðist ikki Jonn at skjóta mál. Hann hevur ikki skorað síðani 6. august, tá ið hann var tvífaldur málskjútti í 7-0 sigri­ num á útivølli ímóti EB/Streymi. Mikukvøldið endaði tað 1-1, tá ið KÍ og B36 hittust í Klaksvík. Úrslitið ber við sær, at møguleikin at vinna FM hjá hesum báðum liðunum nú er millum lítil og eingin. Síðani 2000 hava KÍ og B36 dystast 54 ferðir. B36 hevur vunnið 30 ferðir, KÍ hevur vunnið 12 ferðir, og mikukvøldið endaði tað fyri 12. ferð javnt. 2000 – 2020 KÍ B36 B36 KÍ 2020 0-2 1-1 6-2 2019 0-2 0-3 2018 3-1 3-2 2-1 2017 1-5 1-1 1-3 2016 1-1 2-2 0-1 2015 2-1 1-0 2-1 2014 1-3 2-1 0-1 2013 1-1 0-2 2-1 2012 0-2 3-4 2-3 2011 0-2 0-3 4-1 2010 2009 2-2 1-0 3-0 2008 2-1 2-0 1-0 2007 1-1 1-0 2-2 2006 0-1 1-1 1-5 2005 0-2 2-1 0-0 2004 0-1 2-2 2003 1-2 7-1 2002 2-3 3-3 2001 1-2 5-0 2000 2-1 1-2 KÍ – B36 1-1 (0-0) 0-1: Stefan Radosavljevic 49. 1-1: Odmar Færø 95. Dómari: Eiler Rasmussen KÍ: Lukasz Jarosinski – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jesper Brinck – Jóannes Bjartalíð, Deni Pavlovic (Páll A. Klettskarð, 67.), Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen (Boris Dosljak, 76.) – Jonn Johannesen (David Skrbec, 60.), Ole Erik Midtskogen Á beinkinum: Kristian Joensen, Ísak Simonsen, Ólavur Niclasen, Steinbjørn Olsen Gult kort: Heini Vatnsdal, David Skrbec, Jákup B. Andreasen Venjari: Mikkjal Thomassen B36: Símun Rógvi Hansen – Benjamin Heinesen, Erling D. Jacobsen, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Magnus Holm Jacobsen (Eli Falkvard Nielsen, 73.), Steefan Radosavljevic (Andreas Thomsen, 87.) – Árni Frederiksberg (Hannes Agnarsson, 77.), Michal Przybylski, Ragnar Samuelsen – Sebastian Pingel Á beinkinum: Mathias Lamhauge, Jóhann Hansson Joensen, Martin Agnarsson Gult kort: Sebastian Pingel, Árni Frederiksberg, Magnus Holm Jacobsen Venjari: Jákup á Borg Í Klaksvík 5 KÍ sigrar 6 javnleikir 15 B36 sigrar Í Havn 15 B36 sigrar 6 javnleikir 7 KÍ sigrar