hósdagur 22. oktober 2020síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nógv hava
seinárin av koronu
Hálvt ár eftir, at tey vórðu smittað við koronu, eru
fleiri føroyingar enn plágaðir av sjúkueyðkennum.
Serliga er tað møði, trongd og vantandi
smakkisansur, sum fleiri framvegis dragast við.
Eftir Dagmar Joensen-Næs
Næstan øll, sum vórðu smittað av
koronu í fyrstu bylgjuni í vár, hava
verið við í eini granskingarætlan um
sjúkueyðkenni, sum Maria Skaalum
Petersen og Pál Weihe á Deildini fyri
Arbeiðs- og Almannaheilsu hava
staðið fyri.
Meðan tey smittaðu sótu avbyrgd í
sóttarhaldi, vórðu tey annan hvønn
dag uppringd av læknum og spurd,
hvørji sjúkueyðkenni tey høvdu.
Tey flestu, ið vórðu smittað í vár,
høvdu mild sjúkueyðkenni. 11% høvdu
als eingi sjúkutekin. Bert nøkur heilt
fá gjørdust so sjúk, at tey máttu inn
leggjast.
Eftir at tey smittaðu vóru loyst úr
sóttarhaldinum, vórðu tey, sum høvdu
játtað at vera við í granskingarverk
ætlanini fleiri ferðir uppringd av
læknum og læknalesandi og spurd,
um tey framvegis høvdu sjúkueyð
kenni.
Maria Skaalum Petersen hevur síð
ani greinað sjúkueyðkennini.
- Tey mest vanligu sjúkueyðkennini
í byrjanini vóru møði, fepur og høvuð
pína. Tað eru sjúkueyðkenni, sum
líkjast vanligari influensu. Men síðani
fingu vit eisini fleiri fráboðanir um, at
fólk høvdu mist smakki- ella lukti
sansin, sum ikki er eitt eins vanligt
sjúkueyðkenni, sigur hon.
Í september vórðu øll, sum vórðu
smittaði í vár og luttóku í gransking
arverkætlanini, boðin til heilsukann
ing á Deildini fyri Arbeiðs- og Al
mannaheilsu.
- Kanningarnar hava víst, at nógv,
kanska beint undir helvtin, framvegis
eru ávirkaði av koronu, hóast hálvt ár
nú er liðið, síðani tey vóru sjúk. Fleiri
kenna seg móð ella trong, og fleiri
hava enn ikki fingið serliga smakki
sansin aftur.
- Onnur seinárin sum vánaligt
minni og vantandi evni at hugsavna
seg hava eisini verið nevnd, men tað er
ov tíðliga at siga nakað enn um hetta
enn, sigur Maria Skaalum Petersen.
Les meira um gransking av
seinárinum á síðu 3.
Tey flestu, sum vórðu smittað við koronu í vár, hava í heyst verið til kanning á Deildini
fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. (Mynd: Maria Skaalum Petersen)
VÍSINDAVØKAN
verður 6. november
Smittuapp
hevði funnið tey
smittaðu skjótari
Føroyskir myndugleikar eiga at
taka stig til at fáa eina føroyska
smittuapp sum skjótast. Tað
hevði gjørt smittusporingina
munandi skjótari og lættari, heldur
Hannes Gislason, professari í
samskiftis- og kunningartøkni.
Eftir Dagmar Joensen-Næs
Fleiri lond brúka appir sum
amboð at finna folk, ið kunnu
verða smittað við COVID-19.
Smittuappir geva fólki, ið eru
smittað
við
koronuvirus,
møguleika at boða øðrum frá,
sum tey hava havt samband
við, at tey kunnu vera smittað
og eiga at lata seg kanna.
Í millum annað Danmark
og Íslandi verða smittuappir
nógv brúktar til at spora
smittu. Serliga í Íslandi hava
tey havt stórt gagn av appini.
Í Føroyum hevur enn einki
verið gjørt fyri at fáa eina
tílíka app. Hetta heldur Hann
es Gislason, professari í kunn
ingar- og samskiftistøkni, lítið
um.
- Eg havi skilt, at hetta er
eitt amboð, sum liggur í skuff
uni, men sum ætlanir ikki eru
um at taka fram enn. Men tað
er júst nú, vit eiga at gera tað.
Tað er í friðartíð, at tílík stig
eiga at verða tikin. Og hesar
appir hava víst seg at vera
sera gagnligar aðrastaðni, sig
ur hann.
FÁA BOÐINI ÚT
BEINANVEGIN
Hannes Gislason ivast ikki í,
at tað hevði gjørt smittuspor
ingina lættari og skjótari, um
føroyingar eisini fingu eina
smittuapp.
- Tað hevur stóran týdning
fyri smittuspjaðingina, at vit
finna og avbyrgja tey smitt
aðu, áðrenn tey smitta onnur.
Gera vit ikki tað, kunnu vit
brádliga fáa ein høgan vøkst
ur. Tað kann henda, hóast vit
hava lág smittutøl, tí fólk
kunnu vera smittað uttan at
hava sjúkueyðkenni, og so
kann ein smittuketa fara í
gongd, áðrenn vit náa at gera
nakað við tað, sigur hann.
- Tann hátturin at spora
smittuna, ið verður brúktur í
Føroyum, tekur tíð. Fyrst skal
ein listi gerast yvir, hvørji fólk
tann smittaði hevur havt
samband við. Síðani skal list
in latast inn og eftirkannast
av øðrum, sum so skulu ringja
til tey, ið standa á listanum.
- Høvdu vit havt eina app,
hevði tann smittaði beinan
vegin kunna givið boðini víð
ari til øll, sum hann hevði
verið saman við, um tey eisini
høvdu smittuappina, sigur
Hannes Gislason.
Danska smittuappin hevur
ikki altíð riggað so væl, men
hon er munandi betur nú.
- Teir byrjunartrupulleikar,
ið hava verið, eru rættaðir nú,
og hon verður alla tíðina bet
ur. Tað er eingin orsøk at
halda, at vit ikki kunnu fáa
eina vælvirkandi føroyska
smittuapp.
- Eg eri rættiliga vónsvikin
av, at vit í Føroyum ikki hava
viljað hugt meira at tí tøkni, ið
er tøk. Vit eiga at brúka tey
amboð, ið kunnu hjálpa við
smittusporingini. Fyri tað um
vit tvær ferðir hava megnað
at sligið koronubylgjuna nið
ur, so er ikki vist, at vit altíð
fara at klára tað. Um tað
hendir, at vit missa tamar
haldið
á
smittuketunum,
hevði tað hjálpt ótrúliga væl
at havt eina app, sum ávarar
fólk um, at tey hava havt sam
band við ein, ið er smittaður,
sigur Hannes Gislason.
Les um dátuvísindaliga
gransking av smittutølum
á síðu 8 og 9.
Korona gav
rúmd til tankar
um trúgv
Umleið 150 føroyingar
doyðu av meslingum í
1846:
Snikkarin smittaði
næstan øll í Føroyum
14
10