hósdagur 22. oktober 2020síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. oktober 2020 · Nr. 74
2
Sosialurin
ODDAGREIN
Korona
endavendi heimin
Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri
okkurt, plaga vit at siga. Tað passar ikki
altíð, og oftast siga vit hetta, tá vit royna at
vera positiv um okkurt, sum er ordiliga
keðiligt. Korona ella COVID-19 er ordiliga
keðiligt. Hendan farsóttin, sum skolaði inn
yvir okkum í vár og tók okkum á bóli.
Øgiliga kraftin í hesum fremmanda og
ókenda skapti eina tíð stóran ótta, óvissu
og ráðaloysi.
Vit vóru hóast alt heppin í Føroyum. Vit
vóru tíbetur ikki rakt fyrst ella so hart,
sum mong onnur. Vit vóru frammanundan
væl fyri sum samfelag at standa ímóti
óløgum. Og so høvdu vit nøkur fólk, sum
vóru fyrireikað, tí tey høvdu sæð tekin um,
hvat kundi vera í væntu. Fleiri granskarar
loftaðu støðuni skjótt og væl saman við
myndugleikum og øðrum. Vit hava sett
fleiri heimsmet við tali av kanningum og
við at halda smittuni burtur og niðri, tá
nýggir tilburðir komu.
Síðani í vár hava nógvir granskarar lagt
tað til viks, sum teir vanliga gera, og mið
víst og áhaldandi granskað koronusjúkuna
og avleiðingarnar av henni fyri tey
smittaðu, fyri avvarðandi teirra og fyri
samfelagið yvirhøvur. Hetta er bæði á
heilsuøkinum, men eisini í mun til sam
felagsskipan, trivnað, fólkaræði, vinnu, bú
skap og annað. Hetta hevur givið okkum
týdningarmikla vitan til at handfara støð
una, til at minka um óttan og at fyrireika
okkum til komandi tíðir.
Hetta bar til, tí vit eru eitt land, har vit
eru von við at laga okkum til skiftandi
umstøður. Har tað kann vera stutt frá hug
skoti til verkætlan. Har tað ber til at fáa
stuðul frá fleiri, um hugskotið og enda
málið er gott.
Granskingarráðið og granskarar heittu
á vinnuna í Føroyum um at hjálpa við at
fíggja neyðuga gransking. Fleiri fyritøkur
veittu skjótan og góðan stuðul. Hesin stuð
ul er ein týdningarmikil partur av orsøkini
til, at vit hava kannað og fingið vitan um
koronuavleiðingarnar so neyvt og so
skjótt.
Granskarar hava samstarvað tvørtur
um fak- og stovnsmørk í størri mun enn
nakrantíð áður í Føroyum. Eisini eru úrslit
almannakunngjørd í týdningarmiklum tíð
arritum, og granskingin lýst í evropeiskum
høpi á jøvnum føti við onnur lond. Hetta tí
at vit hava gjørt eitt gott arbeiði í
kreppustøðuni, og tí at okkara royndir eru
minst líka áhugaverdar sum tær hjá øðrum
londum. Vit gera mun bæði heima og
altjóða.
Vísindavøkan 2020 er sum alt annað
merkt av koronu. Tiltakið er seinni enn
vanligt á árinum, og tað er skert orsakað av
boðunum um at halda frástøðu. Tað kunnu
tíverri ikki vera tiltøk fyri skúlaungdómar
á svalanum í Sjóvinnuhúsinum ella uttan
fyri, sum annars plaga at vitja í hópatali.
Framløgur verða sum áður í Kongshøll, í ár
tó við tilmelding og avmarkaðum luttak
aratali.
Tó at okkurt er skert, so kunnu vit eisini
í ár bjóða okkurt nýtt. Vit fara at bjóða fólki
at fylgja við á beinleiðis stroyming frá
framløgunum. Eisini hava vit endiliga
fingið eina netapp - vísindavøka.fo - við
nýggjum tilfari og við savni við tilfari frá
undanfarnum vísindavøkum. Einki er so
ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt.
Vit fegnast um einaferð enn at kunna
bjóða øllum vælkomin á vísindavøku!
Annika Sølvará
Stjóri í Granskingarráðnum
Evropeisk
samstørv
um gransking,
menning og
nýskapan
Nýggj sjey ára rammuskrá við samstarvs
møguleikum til verkætlanir innan gransking,
menning og nýskapan byrjar 1. januar 2021.
Horizon Europe, sum hon verður nevnd, er
framhald av Horizon 2020, sum endar við árs
lok. Hetta er størsta og mest framsøkna
rammuskrá hjá ES-kommissjónini nakrantíð.
Landsstýrið hevur ætlan um at tryggja
Føroyum atlimaskap í Horizon Europe. Fyri
reikingar um nýggja avtalu um atlimaskap
fyri árini 2021-2027 er byrjað.
FØROYAR HAVA VERIÐ
VIÐ SÍÐAN 2010
Føroyar hava síðan 2010 verið atlimaland í
rammuskráunum hjá ES. Fyrsta skráin, sum
Føroyar luttóku í, varð nevnd FP7 og endaði
við árslok 2013. Frá 2014 hava Føroyar luttikið
í Horizon 2020.
Evropasamveldið hevur síðan 1984 skipað
samstarv millum ES-limalond og atlimalond
um gransking, menning og nýskapan. Sam
starvið verður nevnt rammuskrá (Frame
work Programme) og inniheldur útboð ella
lýsingar
um
møguleikar
fyri
altjóða
samstarvi og játtan til fígging av verkætlan
um.
Í fyrstani var í stóran mun talan um sam
starv um gransking, men seinnu árini hevur
ES-kommissjónin lagt alsamt størri dent á
menning og nýskapan. Málið er at veita
slóðbrótandi granskarum og nýhugsandi
vinnufyritøkum stuðul og styrk til at menna
nýggja tøkni og fáa til vega vitan, sum er
viðkomandi fyri Evropa og helst eisini
globalt.
HORIZON 2020 VERÐUR
EFTIRMETT
Eftir áheitan frá landsstýrismanninum verð
ur í løtuni arbeitt við at eftirmeta føroysku
luttøkuna higartil. Granskingarráðið stendur
fyri arbeiðinum í tøttum samstarvi við
stovnar og fyritøkur, sum hava royndir við
Horizon 2020.
Í næstum verður ein frágreiðing latin
landsstýrismanninum, har greitt verður frá
gongdini frá byrjan til nú og mett verður um
framtíðarútlit. Ein niðurstøða er tó greið og
tað er, at nógv annað enn tær ítøkiligu verk
ætlanirnar koma burturúr samstarvinum. Til
dømis verða føroyskir granskarar tilnevndir
í altjóða nevndir ella bodnir at luttaka á al
tjóða ráðstevnum, tí virksemi í Føroyum er so
viðkomandi.
Í frágreiðingini eru dømi um verkætlanir
og víst verður á evni, sum eru viðkomandi
fyri føroysku luttakararnir og umhvørvi í
Føroyum. Í Føroyum eru vit serfrøðingar í
havgransking, aling og luttaka eisini í fleiri
verkætlanum, sum granska í Arktis. Onnur
viðkomandi økir eru orka, heilsa og tøkni.
Altjóða luttøkan ger okkum sjónligari og vit
kunnu ásanna, at nógv gransking kann ikki
gerast lokalt og einsamalt, men krevur al
tjóða samstarv.
LUTTAKANDI STOVNAR OG FELØG Á VÍSINDAVØKUNI:
Búnaðarstovan
Deildin fyri Arbeiðs- og almannaheilsu
Fiskaaling
Fróðskaparsetrið
Havstovan
Heilsufrøðiliga Starvsstovan
iNOVA
Ílegusavnið
Jarðfeingi
Landsbókasavnið
Landssjúkrahusið
Tjóðskjalasavnið
Tjóðsavnið
Umhvørvisstovan
Graskingarráðið
Fyriskipari og ábyrgd: Granskingarráðið, Dagmar Joensen-Næs, www.gransking.fo Sniðgeving og umbróting: Sosialurin