hósdagur 22. oktober 2020síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Fríggjadagur 23. oktober 2020 · Nr. 74
Sosialurin
Nógv fáa
seinárin av
koronu
Fleiri teirra, ið fingu korona fyri einum
hálvum ári síðani, eru enn ávirkaði
av sjúkuni. Nøkur eru enn trong fyri
andanum, og nøkur hava enn ikki fingið
lukti- ella smakkisansin aftur. Tað vísa
kanningar av seinárinum av koronu,
ið føroyskir granskarar hava gjørt.
Eftir Dagmar Joensen-Næs
Tá koronafarsóttin rakti landið í
vár, høvdu læknar og myndugleik
ar úr at gera at royna at fáa tamar
hald á støðuni. Men granskarar sóu
skjótt, at tað eisini var umráðandi
beinanvegin at tryggja, at tað bar
til at granska í hesi nýggju ókendu
sjúkuni í Føroyum.
Øll tey 187, ið vórðu smittað og
sett í sóttarhald í vár, vórðu spurd,
um granskarar seinni kundu seta
seg í samband við tey
Læknar hildu neyvt eyga við,
hvørji sjúkueyðkenni fólk høvdu,
sum sótu í sóttarhaldi. Øll vórðu
uppringd annan hvønn dag og
spurd, hvussu tey kendu seg.
Tað var ymiskt, hvussu nógv og
hvussu ring sjúkueyðkennini vóru.
11% høvdu als eingi sjúkutekin.
Fleiri høvdu bert mild sjúkueyð
kenni. Bert nøkur heilt fá gjørdust
so sjúk, at tey máttu innleggjast
UPPRINGD EFTIR
SÓTTARHALD
Tey, sum høvdu givið loyvi til, at
granskarar kundu seta seg í sam
band við tey, vórðu kontaktað, eftir
at tey vórðu loyst úr sóttarhald
inum. 180 svaraðu ja at luttaka í
granskingarverkætlan um sjúku
eyðkenni og seinárin av korona.
Læknar
og
læknalesandi
frá
granskingartoyminum ringdu síð
ani til tey fleiri ferðir og spurdu, um
tey framvegis høvdu sjúkueyð
kenni.
- Vit hava fylgt teimum, til 6tey
eingi sjúkueyðkenni høvdu meira,
ella í onkrum føri til støðan var
stabil, hóast tey enn høvdu sjúku
eyðkenni. Vit hava havt millum
eina og seks samrøður við tey, sigur
Maria Skaalum Petersen, sum hev
ur staðið fyri granskingarverkætl
anini um sjúkutekin og seinárin av
koronu í Føroyum saman við Pál
Weihe, yvirlækna.
Meðan tey vóru sjúk, vórðu fólk
spurd um fimm sjúkueyðkenni,
men í sambandi við granskingar
verkætlanina vórðu tey spurd um
fleiri sjúkueyðkenni afturat.
- Sjúkan var nýggj, og í fyrstani
vistu vit ikki so nógv um, hvørji
sjúkueyðkennini vóru. Men tá vit
fóru í gongd við granskingarverk
ætlanina, vistu vit meira um sjúku
eyðkennini. Nú eru tilsamans 18
sjúkueyðkenni, sum fólk verða
spurd um, og tey verða eisini spurd,
um tey hava havt onnur sjúkueyð
kenni enn tey, ið eru á okkara lista.
Maria Skaalum Petersen hevur
síðani greinað sjúkueyðkennini.
- Tey mest vanligu sjúkueyð
kennini í byrjanini vóru møði, fepur
og høvuðpína. Tað eru sjúkueyð
kenni, sum líkjast vanligari influ
ensu. Men so fingu vit eisini fleiri
fráboðanir um, at fólk høvdu mist
smakki- ella luktisansin, sum eisini
kom fram í útlandinum. Tað er ikki
eitt eins vanligt sjúkueyðkenni.
- Hjá onkrum var manglandi
smakki- og luktisansur tað fyrsta,
tey løgdu merki til, og tað, sum fekk
tey at fara at lata seg kanna, sigur
hon.
NÓGV HAVA SEINÁRIN
Í september vórðu øll, sum vórðu
smittaði í vár og luttóku í gransk
ingarverkætlanini, boðin til heilsu
kanning á Deildini fyri Arbeiðs- og
Almannaheilsu. Har verða millum
annað lungu, hjarta, sjón og hoyrn
og smakki- og luktisansur gjølla
kannað.
- Kanningarnar eru ikki lidnar
enn, men tað er greitt, at hóast
hálvt ár nú er liðið, síðani tey vóru
sjúk, so eru nógv enn ávirkaði av
sjúkuni, kanska beint undir helvtin.
Fleiri kenna seg móð ella trong, og
fleiri hava enn ikki fingið serliga
smakkisansin aftur.
- Tað er vanligt at hava eftirárin
av eini influensu í eina tíð, men ikki
í eitt hálvt ár, sum vit síggja í fleiri
førum við koronu. Allarhelst fáa
fólk smakkisans og annað aftur,
men vit kunnu einki siga við vissu
enn.
- Onnur seinárin sum vánaligt
minni og vantandi evni at hug
savna seg hava eisini verið nevnd,
men tað er ov tíðliga at siga nakað
um tað enn, sigur Maria Skaalum
Petersen.
- Kanningar av seinárinum av
koronu verða gjørdar nógva staðni
í heiminum, men ofta kanna tey
bert fólk, sum hava verið innløgd.
Aðrar granskingarverkætlanir av
hesum slagi viðgera tí seinárin hjá
fólki, ið eru nógv verri fyri.
- Hjá okkum fylgja vit øllum neyvt,
uttan mun til hvussu sjúk tey hava
verið. Okkara kanningar kunnu tí
vísa, hvørji seinárin kunnu vera hjá
fólki, sum ikki hava verið álvarsliga
sjúk.
- Vit hava onga vitan um hetta
frammanundan, og tað er bæði ein
fyrimunur og ein vansi hjá okkum
sum granskarum. Tað er spennandi,
tí vit eru við til at skapa vitan, men
tað er eisini trupult, tí vit hava ikki
royndir hjá øðrum at byggja á, sigur
Maria Skaalum Petersen.
Úrslitini av kanningunum av
teimum fyrstu koronasjúklingun
um eru nú send til eftirmetingar
hjá vísindaligum tíðarriti. Sam
stundis halda kanningarnar í Før
oyum fram.
- Vit halda fram at fylgja teim
um, sum framvegis hava árin av at
hava havt korona fyri hálvum ári
síðani, og vit fylgja eisini teimum,
sum síðani eru blivin rakt av kor
ona, sigur Maria Skaalum Petersen.
- Hóast hálvt ár nú er liðið, síðani tey fyrstu gjørdust sjúk av koronu,
so eru nógv enn ávirkaði av sjúkuni. Fleiri kenna seg móð ella trong,
og fleiri hava enn ikki fingið smakki- ella luktisansin aftur, sigur
Maria Skaalum Petersen, ið hevur granskað seinárin av koronu.
181 fólk, sum vórðu smittað við koronu í vár, hava luttikið í
granskingarverkætlan um seinárin. Tey vórðu øll boðin til
heilsukanning á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í heyst.
SJÚKUEYÐKENNI HJÁ FYRSTU KORONUSJÚKLINGUM
Undir sjúku
møði
73%
fepur
66%
kuldaskjálvtar
59%
vantandi smaksans
58%
vantandi luktisanss
56%
Seinárin
møði
29%
vantandi smakkisans
15%
vantandi luktisans
24%