hósdagur 22. oktober 2020síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. oktober 2020 · Nr. 74
4
Sosialurin
Gransking um landamørk skal basa COVID-19
Eftir Dagmar Joensen-Næs
Granskarar um allan heim hava
tveitt alt annað til viks fyri at
royna
at
finna
vaksinu
og
heilivág, ið kunnu loysa heimin úr
tí hafti, sum koronasmittan hevur
sett hann í.
Ongantíð fyrr eru so nógvar
granskingarverkætlanir farnar í
gongd so skjótt, sum hava eittans
eindamál – at vinna á eini sjúku.
LEITANIN EFTIR
VAKSINUNI
Øll heimsins lond bíða í ótólni
eftir, at granskarar finna eina
vaksinu, ið kann steðga smittuni.
Sambært alheims heilsustovn
inum WHO eru meira enn 100
granskingarverkætlanir í gongd í
løtuni, sum hava til endamáls at
menna eina vaksinu, ið virkar
móti COVID-19. Fleiri teirra eru
komnar so langt, at túsundtals
fólk eru vorðin royndarvaksin
erað og nú verða fylgd av gransk
arum og heilsuserfrøðingum.
WHO samstarvar við vísinda
fólk, heilivágsfyritøkur og heilsu
stovnar kring allan heim fyri at
skunda undir tilgongdina, ið skal
basa alheimsfarsóttini.
Vaksinur verða givnar frískum
fólki fyri at fyribyrgja sjúku, og
krøvini til vaksinur eru tí serliga
strong. Vanliga tekur tað yvir 10
ár at menna eina vaksinu og fáa
hana góðkenda av heilsumyndug
leikunum. Men tað er alt ov leingi
at bíða eftir at kunna fyribyrgja
Covid 19, og tí er tilgongdin at
menna COVID-19 framskundað á
ymsan hátt.
Roknað verður við, at ein vaks
ina móti COVID-19 verður tøk
næsta ár.Í løtuni verða í minsta
lagi 91 vaksinur royndar við djór
um, og kliniskar royndir við
menniskjum verða gjørdar við 46
vaksinum. 10 vaksinur eru komn
ar so langt, at endaligar royndir
við túsundtals fólkum eru í gongd.
Nógvar royndir verða eisini
gjørdar við heilivági, sum møgu
liga kann gera sjúkuna minni
vandamikla. Nakrar av hesum
royndum hava ført til, at heili
vágur nú verður brúktur, sum ger,
at fólk gerast minni sjúk, og færri
fólk doyggja av sjúkuni.
VITAN SKAL DEILAST
Fyri at skunda undir tilgongdina
at finna vaksinu og heilivág móti
COVID-19 hava lond og felags
skapir givið granskarum risa
stórar upphæddir at arbeiða við.
Skipanir eru eisini gjørdar, sum
gera tað lættari hjá granskarum
at samstarva og deila vitan.
WHO hevur sett skipanir í
verk, sum tryggja, at so nógvar
vaksinur og heilivágur sum gjør
ligt kunnu verða kannað á byrjan
arstigi, tí tað økir møguleikarnar
at finna tey røttu evnini.
ES hevur gjørt ein dátupall,
sum savnar dátur frá granskarum
og gevur teimum møguleika at
greina og byggja víðari á dátur hjá
hvørjum øðrum.
Føroyskir granskarar geva
íkast til altjóða gransking
Føroyskir granskarar hava givið virðismikil
íkast til altjóða granskingina um COVID-
19. Sum nakrir av teimum fyrstu í
heiminum hava føroyskir granskarar
ávíst, hvussu tað ber til at steðga
koronufarsóttini heilt í einum landi. Eisini
hava nágreiniligar lýsingar av smittuketum
og sjúkutekinum vakt ans hjá granskarum
og heilsustovnum í øðrum londum.
Eftir Dagmar Joensen-Næs
Tað hevur verið sera áhugavert at
verið granskari á heilsuøkinum í
Føroyum, síðani korona kom til
landið í mars í ár.
- Eg havi sjáldan følt, at vit hava
kunna givið so nógv til altjóða gransk
ingina. Tað er ógvuliga spennandi
og meiningsgevandi at kunna vera
við til at royna at loysa ein so fjøl
táttaðan trupulleika sum COVID-19.
- Vit kunnu geva nýggja vitan til
granskingina, tí vit valdu eina aðra
leið til at basa korona, enn tey
gjørdu í Danmark. Hon hevur víst
seg at eydnast væl, og vit kunnu
siga øðrum frá, hvussu vit hava
gjørt, sigur Shahin Gaini, ið er
granskari og yvirlækni á Lands
sjúkrahúsinum í infektiónsmedis
ini.
FØROYSK SKUGGATØL
Í AMERIKANSKUM
TÍÐARRITI
Føroyskir granskarar hava higartil
sent fýrar vísindaligar greinar til
viðurkend amerikansk tíðarrit.
Ein av greinunum er longu út
givin í Emerging Infectious Diseas
es, sum er eitt vísindaligt tíðarrit, ið
amerikanski
fólkaheilsustovnin
Centers for Disease Control gevur
út. Tað er ein grein um andevni
ímóti COVID-19, ið Maria Skaalum
Petersen, granskari og leiðari á
Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøkt
arvísindi á Fróðskaparsetrinum,
hevur skrivað saman við øðrum
føroyskum granskarum.
Kanningin av andevni móti
COVID-19 varð gjørd síðst í apríl.
Hon vísti, at 6 av 1075 tilvildarliga
valdum føroyingum (0,6%) høvdu
andevni móti COVID-19. 5 teirra
vistu ikki, at tey høvdu verið
smittað.
- Tað vísti, at skuggatølini, sum
nógv varð tosað um tá, vóru ógvu
liga lág. Vit høvdu væntað, at fleiri
høvdu verið smittað uttan at vita
av tí.
- Okkara skuggatøl eru lægri enn
í flestu øðrum londum, og tað
prógvar, at okkara strategi við at
testa nógv riggar, sigur Maria
Skaalum Petersen.
Tað gekk ógvuliga skjótt at fáa
greinina um andevnini í amerik
anska tíðarritið. Longu síðst í juli
mánað vórðu úrslitini av føroysku
kanningunum almannakunngjørd
í Emerging Infectious Diseases.
- Ofta tekur tað fleiri mánaðIr at
fáa vísindaligar greinar eftirmettar
og góðkendar, men hendan gransk
ingin hevði áhuga her og nú, og tað
var ógvuliga stuttligt at kunna fáa
úrslitini út so skjótt. Vanliga er tað
eisini sera trupult hjá okkum at
koma inn um gáttina hjá teimum
bestu tíðarritunum, tí Føroyar eru
so lítlar og ókendar.
FLEIRI GREINAR
VERÐA METTAR
Maria Skaalum Petersen hevur eis
ini sent eina aðra grein til amerik
anska tíðarritið um seinárin av
COVID-19.
- Aðrastaðni hevur granskingin
serliga snúð seg um álvarsliga sjúk,
sum vóru innløgd. Tey flestu, sum
vórðu smittað í Føroyum í vár, vóru
ung fólk, sum ikki gjørdust álvars
liga sjúk. Vit hava fylgt teimum
neyvt og skrásett sjúkueyðkenni,
eisini eftir, at tey vórðu loyst úr
sóttarhaldi
- Enn hava vit ikki sæð greinar
almannakunngjørdar, har gransk
arar hava nágreiniligar upplýsingar
um sjúkueyðkenni hjá fólki við
mildari koronu eins, og okkara
gransking er ógvuliga áhugaverd í
øðrum londum, ið nú eru hart rakt
av einari nýggjari koronabylgju,
sum serliga fevnir um tey ungu, sig
ur hon.
Harumframt
hevur
Marnar
Fríðheim Kristiansen, lækni og
ph.d. lesandi á Fróðskaparsetrinum,
sent eina grein til sama tíðarrit um
føroysku
tilgongdina
at
basa
COVID-19.
- Granskingin av COVID-19 í Før
oyum hevur stóran áhuga, tí hon
byggir á nágreiniligar dátur, sum
eingin annar hevur. Vit hava full
komið yvirlit yvir, hvussu smittan
er komin til landið, og hvussu hon
hevur spjatt seg. Vit kunnu vísa,
hvussu skjótt smittan kann spreiða
seg stórspjaðarum og stórspjaðing
arhendingum, og vit kunnu eisini
vísa á, hvussu vit sum eitt av heilt
fáum londum í heiminum hava
megnað at fáa smittuna fullkomu
liga burtur. Tað hevur stóran áhuga
hjá øðrum, ið skulu gera av, hvørja
leið tey skulu velja í stríðnum móti
koronu, sigur Shahin Gaini.
Hannes Gislason, granskari og
professari í kunningar- og sam
skiftistøkni á Fróðskaparsetrinum,
hevur eisini sent eina grein til met
ingar á einum øðrum amerikansk
um tíðarriti um nýggjar støddfrøði
ligar hættir at rokna út smittutrýstið.
Shahin Gaini er sera fegin um, at
amerikansk
tíðarrit
hava
víst
áhuga fyri vísindaligum greinum
hjá føroyskum granskarum.
- Tey amerikansku tíðarritini eru
tey truplastu at fáa greinar í yvir
høvur, og vit høvdu ongantíð fingið
okkara greinar við har, um tey ikki
hildu okkara gransking vera sera
áhugaverda, sigur hann.
Føroyskir granskarar hava stórar mongdir av dátum
at arbeiða við, sum eru fingnar við teimum nógvu
COVID-19 kanningunum, ið eru gjørdar í Føroyum.