hósdagur 22. oktober 2020síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Fríggjadagur 23. oktober 2020 · Nr. 74
Sosialurin
Tá Føroyar bastu koronu
Eingin helt, at tað bar til at beina fyri
korona, men føroyska strategiin ímóti
sjúkuni í vár eydnaðist so væl, at
smittan hvarv heilt úr samfelagnum.
Framferðarhátturin er tó neyvan tann
rætta í framtíðini, heldur Shahin Gaini,
granskari og serlækni í infektiónsmedisini.
Eftir Dagmar Joensen-Næs
Føroyar vóru millum harðast raktu
lond í heiminum, tá fyrsta koronu
aldan skolaði inn yvir landið í vár.
Nakrir fáir tilburðir spjaddu seg við
skjótari ferð til 187 fólk.
Við at steingja stórar partar av
samfelagnum niður og testa fólk í
hópatali, eydnaðist skjótt at fáa
alduna at leggja seg, og tá ein tíð
var liðin, hvarv korona heilt úr sam
felagnum.
- Eg væntaði ongantíð, at smitt
an fór at hvørva heilt, og tað var
heldur ikki endamálið við strategi
ini. Endamálið var at forða fyri, at
trýstið á heilsuverkið gjørdist ov
stórt. Men strategiin virkaði so væl,
at smittan fór heilt burtur
- Frá at vera millum harðast
raktu lond í mun til fólkatalið,
gjørdust vit eitt av heilt fáum lond
um í heiminum, ið megnaði at fáa
sjúkuna heilt burtur, sigur Shahin
Gaini, ið er granskari og serlækni í
infektiónsmedisini.
GINGU EGNA LEIÐ
Teir nógvu testirnir og smittu
sporingin hava givið Shahin Gaini
og øðrum granskarum hópin av til
fari at arbeiða við. Fleiri gransk
ingarverkætlanir um koronu hava
verið og eru enn í gongd í Føroyum.
Shahin Gaini hevur ábyrgd av fleiri
teirra.
Hann hevur millum annað sam
an við øðrum greinað og lýst,
hvussu Føroyar megnaðu at berja
niður koronusmittuna í vár.
- Vit valdu ein aðra strategi enn
Danmark, sum gavst at testa fólk í
stórum tali og royna at spora smitt
una. Okkara strategi við at finna
tey smittaðu og seta tey og teirra
nærsambond í sóttarhald vísti seg
at rigga avbera væl.
- Vit høvdu heimsmet í mun til
fólkatalið í koronatestum og eftir
stuttari tíð gjørdust vit eitt tað
fyrsta landið í heiminum, sum
bastu korona.
- Vit høvdu góðar 100 dagar utt
an korona í Føroyum, og so leingi
hevur einki annað land klárað at
verið koronafrítt, sigur Shahin
Gaini.
Tað hevur vakt ans í øðrum
londum, at Føroyar megnaðu at
sleppa heilt av við koronusmittuna.
- Vit hava onkrar fyrimunir í
Føroyum, tí vit hava sjómørk og eitt
sosialt eftirlit, sum ger, at fólk ikki
bróta sóttarhaldið. Vit vóru eisini
heppin, at vit høvdu útgerð tøka at
gera nógvar testir. Men vit valdu
eisini ta røttu strategiina, sigur
Shahin Gaini.
Tá smittan aftur fór at gera um
seg eftir ólavsøku, eydnaðist tað
enn einaferð at vísa henni dura
fjórðingin.
- Í juli-august megnaðu vit aftur
at fáa smittuna burtur við at testa
fólk í hópatali og smittuspora. Vit
hava sostatt prógvað ikki bara eina,
men tvær ferðir, at tað ber til at
steðga koronasmittuni, sigur Sha
hin Gaini.
FÝRA SMITTAÐU
HUNDRAÐ
Fleiri forvitnislig granskingarúrslit
eru komin burtur úr teimum nógvu
dátunum, ið granskararnir hava
fingið at arbeiða við.
- Vit hava eitt ógvuliga neyvt
yvirlit yvir smittuketurnar í Føroy
um. Vit kunnu síggja nágreiniliga,
hvussu sjúkan er komin til landið,
og hvussu hon hevur spjatt seg.
- Vit kunnu millum annað vísa á,
hvussu vandamiklir sonevndir stór
spjaðarar kunnu vera. Í Føroyum
hava vit havt fýra fólk, sum hava
smittað meira enn hundrað onnur.
Og vit hava eisini havt nakrar
hendingar, har nógv fólk hava verið
savnað og eru blivin smittað.
Nógv fólk hava sitið í sóttarhaldi,
tí tey hava verið smittað ella hava
havt tætt samband við ein, sum er
smittaður. Tey hava verið undir
neyvum eftirliti av heilsumyndug
leikum.
- Einki annað land hevur havt
tílíkt eftirlit við teimum, sum hava
sitið í sóttarhaldi. Vit ringdu fleiri
ferðir til øll og spurdu, hvørji sjúku
tekin tey høvdu. Tað gav okkum vit
an um sjúkutekin hjá fólki við mild
ari koronu, sum eingin annar hevur,
sigur Shahin Gaini.
Eingin doyði ella gjørdist álvars
liga sjúkur í Føroyum undir fyrstu
koronabylgjuni.
- Tann fyrsta koronualdan í Før
oyum var øðrvísi enn í flestu lond
um í Europa. Tey allarflestu, ið
vórðu smittað, vóru ung, sum ikki
gjørdust álvarsliga sjúk. Tað eydn
aðist at halda sjúkuni burtur frá
ellisheimunum, sum var høvuðsor
søkin til, at vit sluppu so væl frá tí,
sigur Shahin Gaini.
MUGU LIVA VIÐ
VANDANUM
Hóast Føroyar hava prógvað, at tað
ber til at sleppa av við koronu, so er
Shahin Gaini ikki vísur í, at hendan
strategiin er tann rætta í longdini.
- Eg haldi, tað er tað rætta, vit
hava gjørt, men so leingi vit velja at
ferðast og hava samband við um
heimin, er ógvuliga trupult at
ímynda sær, at vit ikki fáa trupul
leikar av koronu. Tað verður ógvu
liga tungt at halda fram at steðga
smittuni við at testa so nógv, sum
vit gjørdu í vár og aftur í august.
- Vit vóna, at vit skjótt fáa eina
góða vaksinu, so vit kunnu liva sum
vant aftur. Men tað er als ikki vist,
at hon kemur í bræði, og vit kunnu
ikki halda samfelagið afturlatið í
nógv ár. Persónliga haldi eg, at vit
mugu leggja størri dent á at verja
tey, sum ikki tola at fáa sjúkuna, og
annars læra at liva við henni. Tað
má so verða upp til hvønn einstak
an at gera av, um hann ella hon vil
taka tann vanda á seg, sum tað til
dømis kann vera at fara á ein
festival, sigur Shahin Gaini.
Tað er tó ógvuliga umráðandi, at
hildið verður fram at granska
nýggja koronuvirusið.
- Vit vita ikki nóg nógv um sjúk
una enn, og tað er ógvuliga um
ráðandi at halda fram at granska
okkara dátur, so vit fáa meiri vitan
um, hvussu vandamikil sjúkan er.
- Ágóðin við tiltøkum móti kor
onu má vigast upp ímóti teimum
vansum, sum tiltøkini hava við sær.
Fólk kunnu gerast sosialt ella
sálarliga illa fyri av at vera avbyrgd
leingi, og tað kann vera ein ov høg
ur prísur at rinda fyri at sleppa
undan koronu.
- Hinvegin kenna vit ikki lang
tíðar árinini av sjúkuni enn. Hon
verður ikki hildin at vera vanda
mikil fyri børn og ung, men um tað
kortini vísir seg, at fleiri ung til
dømis skulu hava lungnatrans
plantatión um tíggju ár, so er tað
kanska betri ikki at skipa fyri stór
um tiltøkum í nøkur ár, sigur Sha
hin Gaini.
ÓVISSA UM VAKSINU
Heimurin bíðar í ótolni eftir eini
vaksinu,
ið
kann
beina
fyri
Covid-19, men Shahin Gaini ávarar
ímóti, at ein vaksina verður trýst
ígjøgnum.
- Tær vaksinur, ið verða royndar
í løtuni, eru dna-vaksinur. Tað er
heilt nýggj tøkni, sum verður brúkt,
og tað er sera umráðandi, at virkn
aður og serliga hjáárin av vaksinuni
verða kannað ógvuliga væl.
- Um ein vaksina verður skundað
ígjøgnum, er vandi fyri, at keðilig
hjáárin fara at vísa seg seinni, og so
kann tað henda, at fólk fara at ræð
ast vaksinuna og ikki vilja hava
hana, sigur hann.
Hann heldur tað vera ivasamt í,
um tað fer at bera til at finna eina
vaksinu, ið verjir leingi móti sjúk
uni.
- Koronuvirus eru ikki eitt nýtt
fyribrigdi, heldur ikki á okkara leið
um. Fleiri sløg av koronuvirusi eru
til, sum bert geva vanligt krím. Tey,
sum verða smittað við hesum virus
um, verða ikki vard móti at verða
smittað aftur í longri tíð. Um imm
unverjan ikki megnar at geva okk
um langtíðar immunitet, er ikki
sannlíkt, at ein vaksina fer at gera
tað heldur, sigur Shahin Gaini.
Shahin Gaini ivast eisini í, um
tað er rætt at vaksinera børn og
ung.
- Um vit skulu vaksinera fólk,
sum eru spillfrísk, móti eini sjúku,
sum tey væl tola, so má tað vera ein
ógvuliga trygg og góð vaksina. Vísir
tað seg seinni, at tey fáa skaða av
vaksinuni, er tað ógvuliga óheppið.
Tí er kanska best, at vit bara
vaksinera tey eldru, sum hava meiri
at vinna, tí tey tola ikki eins væl at
fáa sjúkuna, sigur hann.
Føroyskir granskarar eru væl fyri at granska COVID-19, tí vit hava so nógvar dátur frá testum
og smittusporing, sigur Shahin Gaini, granskari og serlækni í infektiónsmedisini.