hósdagur 22. oktober 2020síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. oktober 2020 · Nr. 74
6
Sosialurin
Korona lat upp dyr
millum stovnar
Tá koronufarsóttin gjørdi innrás í Føroyum,
vórðu nýggjar dyr latnar upp millum
granskingarstovnar. Granskarar á fleiri
ymiskum stovnum fóru at arbeiða saman um
granskingarverkætlanir um COVID-19. Tað
gjørdi tað møguligt at gagnnýta dátur og
førleikar betri og røkka úrslitum skjótari.
Eftir Dagmar Joensen-Næs
Korona tók heilsumyndugleikar og
heilsustarvsfólk á bóli, tá fyrstu
tilburðirnir vístu seg tíðliga í vár.
Talið á tilburðum øktist við øðilig
ari ferð, og myndugleikar og lækn
ar høvdu úr at gera at lofta teimum
sjúku og finna skipanir, ið skuldu
fyribyrgja, at smittan fór heilt av
kós.
Føroyar valdu eina aðra kós enn
danir at handfara sjúkuna, og tað
vakti áhuga aðrastaðni. Lands
læknin, Lars Fodgaard Møller, var
fleiri ferðir frammi í útlendskum
fjølmiðlum og greiddi frá koronu
støðuni í Føroyum.
- Vit sóu, at danskir granskarar
byrjaðu at hava áhuga fyri føroysk
um dátum. Eg helt tað vera umráð
andi, at vit gagnnýttu føroysku dát
urnar til gransking í Føroyum. Vit
hava betri fortreytir at gera tað, og
samstundis kunnu vit læra nógv av
tí, sigur Shahin Gaini, granskari í
infektiónsmedisini og yvirlækni á
Landssjúkrahúsinum.
TOYMI FRÁ YMSUM
STOVNUM
Hann tók stig til at seta saman eitt
toymi av granskarum frá fleiri ym
iskum granskingarstovnum. Gransk
arar
frá
Landssjúkrahúsinum,
Deildini fyri Arbeiðs- og Almanna
heilsu,
Fróðskaparsetrinum
og
Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni
samdust um at arbeiða saman. Eis
ini Landslæknin og Ílegusavnið
vóru við í samstarvinum.
- Vit settu okkum saman og
gjørdu eina ætlan fyri, hvørjar
granskingarverkætlanir vit skuldu
hava. Øll vóru ikki við í øllum, men
vit vóru grundleggjandi samd um
at samstarva, sigur Shahin Gaini.
Umsóknir vórðu sendar um fígg
ing í Danmark og Føroyum til fleiri
verkætlanir. Tað eydnaðist at fáa
fleiri milliónir krónur at arbeiða við.
- Granskingarbólkar kappast
vanliga eitt sindur um fígging og
úrslit, men í hesum føri vóru øll
samd um at draga somu línu og
leggja aðra gransking til viks eina
tíð. Vit eru ógvuliga fá í Føroyum,
sum granska í infektión, og vit
høvdu ongantíð kunna rokkið so
nógvum úrslitum, um granskarar,
ið vanliga arbeiða við øðrum evn
um, ikki høvdu verið til reiðar at
savna seg um hetta í staðin, sigur
Shahin Gaini.
TVØRFAKLIGT SAMSTARV
Ein teirra, ið legði alt annað til viks,
var Maria Skaalum Petersen, gransk
ari í heilsuvísindum og leiðari á
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøkt
arvísindi á Fróðskaparsetrinum.
Hon granskar vanliga í sjúkum sum
demens og parkinson, men sein
astu mánaðirnar hevur hon í staðin
sitið og greinað dátur um andevni
og sjúkueyðkenni hjá koronusjúk
lingum.
- Tað hevur verið ógvuliga stutt
ligt at kunna samstarva tvørfakligt
við einum felags endamáli. Eg siti
og arbeiði við dátum, sum eg havi
staðið fyri at innsavna, men tað er
gott at vita, at onnur eru áhugaði í
tí, sum eg geri, og at kunna sparra
við tey, tá ivamál stinga seg upp,
ella tá greinar verða skrivaðar, sigur
hon.
Hon ivaðist ikki, tá hon varð
spurd, um hon vildi granska í
COVID-19.
- Hetta evnið er viðkomandi fyri
øll, og hetta var nakað, vit máttu
gera, og tað skuldi vera her og nú.
Harumframt gjørdi koronustøðan
eisini, at tað bar illa til hjá mær at
gera tað, sum eg vanliga fáist við.
Umframt at savna og greina dát
ur frá koronusjúklingum hevur
Maria Skaalum Petersen eisini
gjørt ein part av tí fyrireikandi ar
beiðnum fyri granskaratoymið.
- Infektión er ikki mín fremsti
førleiki, men eg havi drúgvar
royndir við at gera epidemiologiska
gransking. Eg havi millum annað
syrgt fyri, at øll loyvir eru fingin til
verkætlanirnar, og havi verið við til
at tryggja fígging til tær, sigur hon.
Shahin Gaini er væl nøgdur við
úrslitini, sum granskingartoymið
hevur rokkið higartil.
- Vit hava sent fýra greinar til
eftirmetingar á høgt virdum vís
indaligum tíðarritum, og ein er
longu útgivin. Allar verkætlanirnar
eru reint føroyskar, har allir rithøv
undarnir eru føroyingar, og tað er
eisini heilt serligt, sigur Shahin
Gaini.
Stuðul til
bráðneyðuga
COVID-19
gransking
Granskingarráðið játtaði í vár serligan
stuðul til granskingarverkætlanir í sam
bandi við COVID-19. Stuðulin kom frá
Granskingargrunninum, Sjúkrakassa
grunninum og fleiri vinnufyritøkum.
HESAR VERKÆTLANIR FINGU STUÐUL
TIL COVID-19 GRANSKING:
Korona í Føroyum - Shahin Gaini
Leikluturin hjá serfrøðingum og myndugleikum - Heini í Skorini
Stuðlandi leiðslu hjá lærarum - Kalpana Vijayavarathan
Ílegur hjá einstaklinginum - Noomi O. Gregersen
Heilsustøðan hjá áttati ára gomlum føroyingum - Eina H. Eliasen
Næmingar í Koronaskúlanum - Katrin av Kák
Kristnilív heima - Jan Jensen
Virusvariantar - Debes H. Christiansen
Staðbundin til netbundin undirvísing - Erla Olsen
Korona dagbøkur - Erika A. Hayfield
Búskaparligar avleiðingar - Unn Laksá
Politisk leiðsla og samskifti - Jens Christian Svabo Justinussen
Sálarheilsan hjá barnakonum - Sanne Storm
Viðmælt sóttarhald - Maria Skaalum Petersen
Sálarheilsan hjá arbeiðstakarum – Annika Helgadóttir Davidsen
VINNUFYRITØKURNAR, SUM HAVA
STUÐLAÐ COVID-19 ÁTAKINUM ERU:
Poul Michelsen samtakið, Bank Nordik, Articon, MEST, LÍV, Tjaldur og
Magn.
Granskarar frá ymiskum granskingarstovnum hava samstarvað um
at savna dátur um føroyskar koronusjúklingar.