hósdagur 22. oktober 2020síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 23. oktober 2020 · Nr. 74
Sosialurin
Dátuvísindalig gransking á Fróðskaparsetrinum:
Nýggjur frymil gevur
neyvari smittumetingar
Hannes Gislason, professari í KT, hevur ment
ein nýggjan hátt at rokna út reproduktiónstalið
fyri koronusmittu, ið vísir, um smittan veksur
ella minkar. Nýggi útrokningarhátturin
gevur smærri londum og økjum betri
møguleikar at fylgja við smittugongdini.
Eftir Dagmar Joensen-Næs
Reproduktiónstalið (R-talið) fyri
koronu í Føroyum hevur fyri tað
mesta verið yvir 1 í september og
undir 1 í fyrru helvt av oktober, men
nú tykist tað aftur at vera hækk
andi til yvir 1. Tað merkir, at hvør
smittaður smittar í miðal eitt sind
ur meira enn ein annan.
Heilsumyndugleikar
í
flestu
londum brúka R-talið saman við
smittutalinum fyri 100.000 íbúgvar
sum grundarlag, tá støða skal tak
ast til, um tiltøkini ímóti smittuni
skulu herðast ella linkast. Er R-talið
1, smittar hvør smittaður persónur
í miðal ein annan. Tá er smittan
hvørki vaksandi ella fallandi. Er
talið yvir 1, er smittan vaksandi. Er
tað undir 1, er hon í minking.
Hannes Gislason, professari í
kunningar- og samskiftistøkni á
Fróðskaparsetrinum, roknar javn
an R-talið út fyri Føroyar og onnur
lond í Europa.
- Í fyrstani fekk eg fyrispurning
ar frá tíðindafólki og heilsu
myndugleikum um R-talið, men nú
tykist áhugin ikki at vera eins stór
ur, og eingin myndugleiki hevur
spurt síðani ólavsøku-bylgjuna av
korona. Helst er tað tí, at smittu
tølini hava verið lág síðani tá. Men
sjálvt um tølini eru lág, hevur tað
týdning at halda neyvt eyga bæði
við dagligu smittutilburðunum og
R-talinum, sigur Hannes Gislason.
TANN FYRSTA SMITTAN
Hannes Gislason, sum granskar
innan dátuvísindi, biostatistikk og
bioinformatikk, fekk áhuga fyri at
rokna tað grundleggjandi R-talið
(R0) út, tá koronufarsóttin tók seg
upp í vár.
- Uttanlands varð tá nógv tosað
um R0, sum vísir, hvussu nógv ein
smittaður í miðal smittar onnur,
um hvørki mótstøðuføri, kopping
arevni ella onnur tiltøk eru ímóti
sjúkuni. Sjúkan byrjaði í Kina, og
óvist var, um kinesisku tølini vóru
álítandi. Eg kendi teoriirnar aftan
fyri slíkar útrokningar og setti mær
fyri at rokna R0,tá sjúkan kom til
Europa.
- Grundleggjandi R-talið hevur
mest áhuga í byrjanini av einari far
sóttarbylgju. Síðani er tað tað
effektiva R-talið, ið hevur størstan
týdning. Eg ætlaði ongantíð at
halda fram við hesum útrokning
um, men eg bleiv bitin av tí og fekk
hug eisini at royna at finna tað
effektiva R-talið eftir tann skjóta
eksponentiella vøksturin, sum altíð
er í byrjanini av eini farsótt.
- Nógvar lærubøkur hava fryml
ar fyri tann eksponentiella vøkst
urin, men fáar hava útrokningar
fyri tað, ið hendir, eftir at tann
fyrsti áhaldandi vøksturin steðgar
og verður meira skiftandi, sigur
hann.
ÓÁLÍTANDI FYRI
LÁG SMITTUTØL
Lond brúka fleiri ymiskar hættir at
rokna R-talið út. Tað ger tað torført
at samanbera R-tølini í londunum.
- Tey flestu rokna R-talið eftir,
hvussu nógv eru smittað yvir eina
tíð. Men í fleiri londum eru smittu
tølini ikki nóg álítandi, og tí rokna
nøkur lond eisini við sjúkrahúsinn
leggingum og deyðstølum. Eingir av
hesum útrokningarhættum geva
sama úrslit.
- Flestu útrokningarhættir hava
eisini tann veikleika, at teir verða
meira óálítandi, tá tølini verða smá,
sigur Hannes Gislason.
Tað sæst millum annað í útrokn
ingum hjá viðurkenda bretska
granskingarstovninum
London
School of Hygiene and Tropical
Medicine, ið hevur roknað R-talið í
flest øllum londum í heiminum
eftir sama leisti. Í teirra yvirliti sást
til dømis seint í mai, at R-talið í
Íslandi var høgt og vaksandi, hóast
talið av smittutilburðum tá var lágt
og fallandi.
MENT NÝGGJAN FRYMIL
Hannes Gislason hevur nú ment
ein frymil, ið kann brúkast til at
rokna R-talið bæði í stórum og smá
um londum.
- Flestu frymlar, ið verða brúktir,
eru gjørdir í sambandi við aðrar
farsóttir, ið hava verið. Teir eru
hagfrøðisligir og krevja ofta rætti
liga stórt dátugrundarlag. Eg havi
roynt at ment ein einfaldari útrokn
ingarhátt, ið ikki krevur eins nógvar
dátur, sigur Hannes Gislason.
Hann hevur samanborið út
rokningar víð sínum frymli við
millum annað útrokningar hjá
granskarum á London School of
Hygiene and Tropical Medicine fyri
37 lond í Europa.
- Í flestu førum góvu mínar út
rokningar nærum sama úrslit. Í
áleið sjey londum vóru úrslitini ikki
tey somu, og í teimum førum meti
eg, at míni tøl kunna vera neyvari.
- London School of Hygiene and
Tropical Medicine hevur ógvuliga
drúgvar royndir við at rokna út
smittugongdir, og teirra útrokning
arháttur er millum teir bestu. Men
eg meti, at mín háttur er kapping
arførur við teirra og í summum
førum møguliga betri, sigur Hannes
Gislason.
Føroyar vóru ikki við í útrokn
ingunum hjá bretska granskingar
stovninum, tá Hannes menti sín
útrokningarhátt. Hann kundi tí
ikki samanbera sínar útrokningar
fyri Føroyar við tøl hjá teimum.
- Dátunøgdin fyri Føroyar var tá
so lítil, at bretski granskingarstovn
urin gjørdi ikki metingar fyri Før
oyar. Tá eg sjálvur royndi at rokna
talið fyri Føroyar út við teirra am
boðum, gav skipanin úrslit, men eg
fekk samstundis eina ávaring um,
at dátunøgdin var ov lítil.
- Úrslitini samsvaraðu væl, tá
smittutølini vóru høg, men ikki, tá
tey vóru lág. Tað líktist nógv ósam
svarinum, sum eg hevði sæð fyri
Ísland, sigur Hannes Gislason.
BETRI FORSAGNIR
Nýggi
útrokningarhátturin
hjá
Hannesi Gislason kann fáa stóran
týdning fyri eftirlitið við koronu
smittuni í Føroyum og øðrum smá
um londum, og møguliga eisini í
størri londum, sum vilja kenna
R-talið fyri landslutir, býir ella
bygdir.
- Eftir mínari meting eru fleiri
fyrimunir við mínum útrokningar
hátti. Hann riggar betri, tá dátu
nøgdirnar eru smáar, og tað ber til
at fáa úrslitið skjótari. Av tí at tað
ber til at rokna R-talið út við heilt
lágum smittutølum, nýtast vit ikki
at bíða við at gera nakað fyri at
fyribyrgja smittu, til tað stendur
illa til.
- Tað hevur framvegis týdning at
fylgja væl við smittuni, hóast tølini
eru lág. Hon doyr jú ikki altíð út
fyri tað, um hon minkar, og hon
kann brádliga fara at vaksa aftur,
sigur hann.
Hannes Gislason hevur saman
við granskarum frá Landssjúkra
húsinum, Fróðskaparsetrinum og
Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni
skrivað eina vísindaliga grein um
útrokningar sínar av grundleggj
andi R-talinum, nýggja útrokning
arháttin av effektiva R-talinum og
forsagnir av smittutilburðum til
eitt altjóða vísindaligt tíðarrit, sum
nú er í ferð við at meta um gransk
ingarúrslitini.
Hannes Gislason setti sær fyrst fyri at rokna út tað grundleggjandi R-talið,
sum vísir, hvussu nógv fólk tann fyrsti koronasjúklingurin smittar í miðal.
Hannes Gislason hevur ment
ein frymil, sum gevur neyvari
útrokningar av effektiva
R-talinum. Útrokningarnar gera
tað lættari at fylgja smittugongdini
og seta hóskandi tiltøk í verk.
A) Dagligir smittutilburðir av koronu í Føroyum
frá 25. august til 16. oktober.
B) Dagliga effektiva R-talið frá 6. september til 14. oktober
(svørt punkt) og tendenslinja (blá), sum javnar sveiggini í
R-talinum fyri betur at meta um yvirskipaðu gongdina yvir longri
tíðarskeið. R-talið er ikki korrigerað fyri innfluttar tilburðir.