Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-22, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. oktober 2020síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. oktober 2020 · Nr. 74 8 Sosialurin Vit kanna okkum sum ør í Føroyum, men maðurin, sum umheimurin kennir sum harra Korona í Norðuratlantshavi, hevur ikki gapað fyri vattpinninum – enn. – Tað er ikki neyðugt, fyrr enn tað er neyðugt, sigur Debes Christiansen, sum nú granskar fyri at gera smittusporingina neyvari og skjótari. Eftir Brynhild Thomsen - Dreymurin er at kunna lata land­ slæknanum lisnan arvastrong av einstøku smitturoyndunum innan 12 tímar. Debes Christiansen stendur við talvuna á Heilsufrøðiligu Starvs­ stovuni, har hann er deildarleiðari. Hendan dagin skal hann tó royna at fáa undirritaðu at skilja, hvat hann hevur undir sínum gransk­ ara­luppi beint nú. Hann teknar eitt ættartræ. Frukt­ irnar á trænum eru av COVID-19- virussi. Debes Christiansen og hansara granskaratoymi hava sett sær fyri at lesa arvastreingirnar í koronu­ virussi í øllum teimum smittaðu her á landi fyri at finna frávik. Tí frávikini siga nakað um, hvaðani smittan kemur, og hvussu hon hev­ ur gingið. - Um vit innan 12 tímar kunnu siga við landslæknan, at hendan smittan er nýkomin ella longu var her frammanundan, so spita vit sporingina og gera hana nógv neyv­ ari og við minni arbeiðsorku, sigur hann. Hann vísir á munin millum tað, vit í dag hava, og tað, sum vit kunnu fáa við hesi granskingini. - Í løtuni verður ein vísindalig grein hjá Marnar Fríðheim Kristi­ an­sen um føroyskar smittuketur javn­líkamett. Hesar smittuketurnar eru teknaðar út frá samrøðum við smittað fólk. Vit hava hesar smittu­ royndirnar her, og við at lesa arva­ streingirnar í teimum, kunnu vit staðfesta, hvussu neyv ella óneyv samrøðusporing er, greiðir Debes Christiansen frá. KINESISKI GRANSKARIN Á veg út á Debesartrøð hendan fríggj­amorgunin at gera sam­røð­ una ringir telefonin. Í horninum er ein tingkona, sum eg havi spurt um okkurt. - Skalt tú tosa við Debes? Hann bjargaði Føroyum í vár! Hetta verður fyrsti spurningur, hugsi eg. Passar tað, sum tey siga, bjargaði tú Føroyum í vár? Hann smílist og suffar, men ress­ ast so við. - Jú, tað passar á tann hátt, at høvdu vit ikki havt kanning­ar­skip­ an­ina klára, so høvdu vit verið noydd at sent royndirnar til danska Serumstovnin, og tað hevði havt seinkingar og avleiðingar við sær. Ser­liga tá vit so fingu nokkso nógva smittu, sigur hann. Altjóða miðlar hava skrivað nógv um Debes Christiansen sein­ astu mánaðirnar. Tað er ein góð søga, at ein veterinerur – hann ar­ beið­ir jú vanliga við sjúkum í ali­ laksi – í pinkulingalandi í Norð­ur­ Debes Christiansen hevur sett sær fyri, at hann og hansara granskaratoymi skulu fáa arvastreingirnar lisnar á øllum koronutilburðunum í Føroyum, tí á tann hátt kann smittusporingin gerast betri. Her stendur hann við talvuna á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og teknar eitt ættartræ við virusfruktum. (Mynd: Brynhild Thomsen) NEYVARI ELTING AV SM