hósdagur 22. oktober 2020síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 23. oktober 2020 · Nr. 74
Sosialurin
atlantshavi megnaði at stápla
koronukanningarskipan upp, með
an stór lond stríddust fyri at fáa
tað at rigga.
- Men eg hevði jú gjørt tað fyrr
við alisjúkunum. So hetta var bara
copy/paste, sigur hann lítillátin og
leggur aftrat:
- Eg hevði ikki kunnað gjørt tað
uttan kinesiska granskaran, sum
Nature nú hevur sett á listan yvir
10 teir mest týðandi persónarnar í
ár.
KUNG FU-VIRUSSIÐ
Koronufarsóttin hevur verið eitt
høvuðsevni í amerikanska forseta
valstríðnum, og ákoyringarnar móti
Kina, har fyrsti koronutilburðurin
varð staðfestur, hava verið øgiligar.
Kina hevur verið lagt undir at
bølt oman á upplýsingum um gen
omið í virussinum og harvið
seinkað umheiminum í at seta til
tøk í verk.
- Summi siga, at tað var klárt í
desember, men eg veit ikki, sigur
Debes Christiansen.
Kinesiski granskarin eitur Zhang
Yongzhen. Hann var tann fyrsti,
sum fekk alt SARS-CoV-2-genomið
lisið. Í samrøðu við Time Magazine
vísir hann aftur, at hann skal hava
bølt oman á síni gransking.
3. januar fekk hann eina roynd
frá einum illa lungnasjúkum borg
ara í Wuhan inn á sína kanningar
stovu í Shanghai. Minni enn 40 tím
ar seinni var genomið lisið, og hann
visti beinanvegin, at hetta virussið
ikki var at spæla við. Men ikki fyrr
enn 11. januar, tá starvsfelagi hans
ara úr Sydney, Edward Holmes, pro
fessari, bað um at sleppa at al
mannakunngera tað í opna altjóða
dátugrunnin, virological.org, kundi
umheimurin fara til verka av álv
ara. Hetta tíðarspennið hevur
fingið mong at ákæra Kina fyri
drál.
Men í samrøðuni við Time sigur
Zhang Yongzhen, at hann sama dag,
sum hann hevði genomið, also 5.
januar, sendi tað til U.S. National
Center for Biotechnology Informa
tion (NCBI). Time hevur fingið
váttað hesa upplýsing frá innlating
arlistanum hjá Genbank.
Og tað var júst í Genbank, at
Debes Christiansen fann tað nú so
illa gitna genomið.
- Eg kendi ikki Lars (Fodgaard
Møller, landslækni red.), og tí setti
eg meg í samband við Shahin Gaini
(yvirlækni og kliniskur lektari í
infektiónsmedisini), sum segði, “far
í gongd!”. Hetta var síðst í januar og
um miðjan februar var alt klárt,
sigur Debes Christiansen.
Almennir dátugrunnar við vís
indaligum granskingarúrslitum eru
altavgerandi fyri arbeiðið hjá fólki
sum Debes og Zhan, og sjálvur skal
Debes eisini leggja øll síni úrslit út,
so onnur kunnu brúka tey til fleiri
framstig.
TILBÚGVINGIN
MÁ BØTAST
Debes Christiansen hevur lært
nógv hetta seinasta árið. Eisini um,
hvørjar ábøtur eiga at verða gjørdar
á smittutilbúgvingina í Føroyum.
Hann greiðir frá, at í alivinnuni
hava tey eina standandi tilbúgving
og púra greiðar mannagongdir, so
apparatið kann tendrast skjótt, um
smitta fer at ganga.
-
Tað
almenna
má
hava
tilbúgving í Føroyum til kreppu
støður sum hesa, vit hava upplivað
við koronu. Eg veit, at vit ikki
kunnu hava ógvusligan yvirkapas
itet “í friðartíð”, men vit eiga at
hava vælútbúgvið fólk við dagførd
um førleikum og útgerð í almennu
skipanini, sum kann flyta seg
skjótt, tá okkurt hendir.
- Vit kunnu kanska samanbera
við brandstøðina. Tað logar ikki í
heilum, men bilar og fólk verða við
líkahildin. Tí ov seint er, tá eldur er
komin í, sigur Debes Christiansen.
Og landið eigur ikki at dúva
uppá, at tað privata tekur um end
an, heldur hann.
- Tað almenna má sita fyri borð
endan og hava tamarhald á síni til
búgving. Kókar yvir, ja, so kann
man biðja privat um at hjálpa til.
Men hetta eigur undir ongum um
støðum
at
kommersialiserast.
Brandstøðin er sjálvandi almenn,
eins og landslæknin og landsdjóra
læknin skulu vera tað, sigur hann.
Genomið í virussi broytist, so hvørt tað smittar millum
fólk. Tí eru frávik millum koronuvirus. Og soleiðis ber
til at síggja, hvussu koronuvirussið hevur gingið við at
samanbera genomini, sum eru funnin í smittaðum fólki,
og gera ættartræ, sum vísir, hvussu ymsu variantarnir eru
í ætt hvør við annan.
SARS-CoV-2 hevur umleið 30.000 nukleobasar, og fýra
sløg eru í RNAnum: cytosin, guanin, adenin og uracil. Tí
kann genomið lýsast sum ein sekvensur av C-, G-, A- og
U-um.
Tá samanberingar skulu gerast millum tvær
smitturoyndir, kunnu hesir sekvensir samanberast.
Mangan eru sekvensirnir tó ófullfíggjaðir ella hava ymsa
longd. Tí er ikki nóg mikið at samanbera bókstav fyri
bókstav. Ístaðin verða teldualgoritmur brúktar til at
leggja millumrúm aftrat, soleiðis, at teir bókstavir, sum
mest sannlíkt samsvara, fáa somu staðseting í øllum
sekvensum.
At enda kann eitt ættartræ gerast, sum vísir, hvussu
kannaðu variantarnir eru ættaðir hvør við annan. Vanliga
fært tú teldualgoritmu at finna tað ættartræið, sum mest
sannlíkt er keldan til genetisku frávikini.
Haraftrat ber til at leggja upplýsingar afturat um, hvar
og nær variantarnir í SARS-CoV-2 eru staðfestir, og
upplýsingar um frammanundan kendar smittuslóðir.
TMC
FAKTA
Á kanningarstovuni á Debesartrøð ganga maskinurnar kring allan sólarringin. Her verða koronukanningar
av fólki gjørdar, og her verða eisini virusgenomini lisin til granskingina, sum Debes og hansara
granskarafelagar eru í ferð við, og sum fer at vara alt árið út. (Mynd: Brynhild Thomsen)
ITTUSLÓÐUM