hósdagur 22. oktober 2020síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. oktober 2020 · Nr. 74
10
Sosialurin
Koronakreppan noyddi kirkjur og
samkomur at ganga nýggjar leiðir. Flestu
samkomur vóru skjótar at flyta møtir og
guðstænastur út á netið. Átrúnaðarligar
sendingar á netinum vóru væl vitjaðar
av fólki úr ymiskum samkomum, ið
brádliga fingu tíð og rúmd til at gera
sær nýggjar tankar um trúgv.
Eftir Dagmar Joensen-Næs
Jan Jensen hevði í fleiri mánaðir
havt sína dagligu gongd í samkom
uni City Church í Havn, tá koronu
farsóttin skolaði inn yvir landið.
Hann hoyrdi ikki sjálvur til sam
komuna, men hevði hildið til har í
eina tíð, tí hann var í ferð við eina
ph.d.-verkætlan í antropologi á
universitetinum í Cambridge um
trúarsamkomur í Føroyum.
Ph.d.-verkætlanin skuldi serliga
lýsa, hvussu samkomur brúka tøkni
og miðlar í guðstænastum og øðr
um átrúnaðarligum virksemi. Fyri
at fáa so gott innlit í tað sum gjør
ligt, virkaði hann sum partur av
teknikarahópinum í City Church,
sum fyrr kallaðist Evangeliihúsið
og er ein karismatisk samkoma.
Men so kom korona, og tá
broyttist alt frá einum degi til ann
an. Tá løgmaður boðaði frá, at Før
oyar skuldu niður í ferð, stongdu
allar kirkjur og samkomur beinan
vegin.
- Nakrar dagar frammanundan
høvdu vit skipað fyri kvinnustevnu,
sum er størsta tiltakið á árinum hjá
City Church. Landsstýriskvinnan í
almannamálum hevði sett stevn
una, og talarar høvdu verið úr fleiri
londum. So við eitt steðgaði alt
virksemið, og eingin visti, um tað
fór at vara eina viku ella fleiri mán
aðir, sigur Jan Jensen.
Næstan allar samkomur funnu
tó skjótt aðrar vegir at fáa teirra
boðskap út, sum ikki kravdu, at fólk
savnaðust.
- Nakrar samkomur vóru klárar
beinanvegin. Tær høvdu góða
tøkniliga útgerð og fólk, ið vóru von
at framleiða tilfar á netinum. Teirra
millum var City Church, sum hevur
nógv ung fólk, ið duga væl at brúka
talgilda tøkni.
- Tað var rættiliga stórur munur
á, hvussu nógv samkomurnar
gjørdu burturúr. Onkur hevði eina
stutta andakt á netinum. Aðrar,
sum
City
Church,
framleiddu
visuellar sendingar við talum og
lovsangi, sum vardu yvir ein tíma.
Eisini vórðu videorøðir og annað
tilfar lagt út á Facebook, og bíbliu
tímar hildnir á Zoom.
TRÚGVIN FYLTI MEIRA
Jan Jensen legði skjótt til merkis, at
møtini á netinum vóru øðrvísi enn
heima í samkomuni.
- Talurnar snúðu seg ikki longur
um trúgv í sambandi við praktisk
viðurskifti í gerandislívinum. Tær
blivu nógv meira evangeliskar, sum
vit hoyra á útimøtum. Mín uppliv
ing var, at tær vóru meira málrætt
aðar til fólk, ið ikki vóru í samkom
uni, sigur hann.
Tað vísti seg eisini, at tað vóru
ikki bert limirnir í teimum einstøku
samkomunum, ið fylgdu við møt
unum.
- Eg legði merki til, at fleiri, sum
viðmerktu sendingarnar, vóru fólk,
ið vit ikki kendu. Fólk úr øðrum
samkomum fylgdu eisini við møt
unum á netinum. Fólk høvdu nógv
betri tíð, enn tey vóru von, og tey
vóru kanska til møtir hjá trimum
samkomum ein sunnudag í staðin
fyri bert í teirra egnu samkomu.
- Limir í fríkirkjum í Føroyum
hava ofta ógvuliga nógv um at
vera. Tey brúka nógva tíð í
samkomuni, samstundis sum tey
hava arbeiði og familju. Fólk ganga
ikki bert til møti sunnudag, men
hittast fleiri ferðir um vikuna til
bønarmøtir, bíbliuskeið og annað.
- Fleiri søgdu seg kenna ein stór
an lætta, tí tey høvdu betri tíð til
familjuna og at gera ymiskt, sum
annars hevur ligið á láni. Millum
annað at lesa meira í bíbliuni og
biðja, sigur Jan Jensen.
Kanningar í øðrum londum hava
víst, at áhugin fyri átrúnaði var
størri undir koronukreppuni í vár
enn frammanundan.
- Aðrastaðni hevði tað møguliga
samband við, at fólk vóru kenslu
liga í kreppu av koronustøðuni.
Men tað var ikki galdandi í Føroy
um, tí vit vóru ikki eins hart rakt av
koronu.
- Men fólk høvdu betri tíð at
hugsavna seg um andaligar spurn
City Church í miðbýnum í Havn var eins og aðrar samkomur og kirkjur beinanvegin til reiðar at
fara út á netið við kristna boðskapinum, tá korona noyddi tær at lata dyrnar aftur í mars.
Korona
gav rúmd
til tankar
um trúgv