hósdagur 22. oktober 2020síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 23. oktober 2020 · Nr. 74
Sosialurin
ingar. Í fleiri samkomum brúka fólk
nógva tíð og orku til sjálvboðið ar
beiði, sum eisini hevur stóran týdn
ing. Men at standa og bryggja kaffi
í ein tíma er ikki neyðturviliga tað
sama sum at møta Guði, sigur Jan
Jensen.
HANDRITIÐ VAR BURTUR
Flestallar siðvenjur og ritualir, sum
kirkjur og samkomur brúktu, máttu
víkja, tá korona rakti landið.
- Serliga fólkakirkjan hevur
nógv ritualir, sum hava týdning fyri
fólk. Brúdleyp, konfirmatiónir og
jarðarferðir kundu ikki haldast sum
vant. Handritið varð tveitt burtur,
og kirkjur og samkomur máttu
improvisera.
- Eg veit, at prestar hava verið
ógvuliga keddir um ikki at hava
kunna givið fólki tað, tey hava tørv
á, serliga í sambandi við jarðarferðir,
sum fyrstu tíðina bert kundu hald
ast eftir strongum krøvum um frá
støðu og við heilt fáum luttakarum.
- Tað eru rættiliga fastar manna
gongdir fyri jarðarferðir, sum hava
stóran týdning fyri, hvussu tey
nærmastu arbeiða seg ígjøgnum
sorgina. Tað hevur verið ógvuliga
sárt, at bert fá eru sloppin at fylgja,
at eingin hevur kunna tikið í hond
ina á teimum avvarðandi, og at
einki ervi hevur verið.
- Vit kenna ikki allar avleiðingar
nar enn av, at tey avvarðandi ikki
fingu tær vanligu upplivingarnar
av jarðarferðini, tí sorg tekur tíð.
Um 2-3 ár fáa vit at síggja, um tey
avvarðandi klára at innheinta tað á
annan hátt, sum tey ikki fingu við
jarðarferðina, sigur Jan Jensen.
Eisini fríkirkjur hava verið
noyddar at slept fleiri siðvenjum
við millum annað breyðbróting og
at taka í hondina á hvørjum øðrum.
- Tað kann eisini vera ein fyri
munur at noyðast at hugsa um, hví
vit gera, sum vit gera. Fleiri sam
komur eru vorðnar meiri tilvitaðar
um innihald og form. Formar
kunnu broytast, men innihaldið er
tað, ið hevur veruligan týdning.
NÝGGJ ANDLIT
Sum vikurnar og mánaðirnir liðu,
fór longsulin eftir at vera saman tó
at gera seg galdandi. Tað var ikki
nóg mikið longur at vera til guðs
tænastu og møti frammanfyri teld
una.
- Tað eru ógvuliga nógv fólk í
Føroyum, sum eru á møti hvønn
sunnudag. Hjá nógvum føroyingum
eru møtini tann mest týðandi part
urin av sosiala lívinum, sigur Jan
Jensen.
Tá samkomurnar lótu dyrnar
upp aftur eftir koronukreppuna í
vár, vóru nýggj andlit at síggja í sal
unum hjá fleiri samkomum.
- Nøkur høvdu hoyrt til aðrar
samkomur og høvdu fingið hug at
skifta, tá tey sóu møtini hjá øðrum
samkomum á netinum. Men fleiri
vóru eisini, sum ikki høvdu verið
von at ganga á møti ella í kirkju,
men høvdu fingið hug at fara, tí
teimum dámdi væl tað, tey høvdu
sæð á netinum.
Royndirnar við at senda møtir
og guðstænastur á netinum undir
koronukreppuni hava verið so
góðar, at fleiri samkomur hava ætl
anir um at halda fram við tí.
- Tað er ein góður máti at røkka
nýggjum fólkum, tí tað ger tað nógv
lættari hjá fólki at kunna seg við
tað, sum hendir í samkomunum.
Fleiri samkomur royna at gera gátt
ina so lága sum gjørligt fyri nýggj
um limum, og á netinum krevst ikki
meira enn eitt klikk fyri at koma
inn, sigur Jan Jensen.
Jan Jensen arbeiddi við eini ph.d.-verkætlan í antropologi um
trúarlív í Føroyum, tá koronukreppan rakti. Hann fekk stuðul frá
Granskingarráðnum til at kanna, hvussu kirkjur og samkomur
í Føroyum tillagaðu seg í sambandi við koronufarsóttina.
Nú ber til at fylgja Vísindavøkuni
beinleiðis
frá
telefonini,
teldlinum og telduni. Vit hava
gjørt eina netapp, har vit hava
savnað alt um Vísindavøkuna.
Her kanst tú síggja skránna
fyri komandi Vísindavøkuna, tú
kanst melda til ymsu framløg
urnar, síggja tíðindi og leita í
savninum av tilfari frá undan
farnu árunum. Alt er ikki komið í
savnið enn, men tað kemur.
Tá Vísindavøkan er í gongd
fríggjadagin 6. november, fert tú
at kunna fylgja øllum framløgum
á beinleiðis stroyming. Nýtt tilfar
verður eisini lagt út tá, millum
annað nakrir stuttfilmar og
filmar,
sum
koma
inn
til
kappingina fyri skúlanæmingar.
Far á vísindavøka.fo við tele
fonini og set eitt bókamerki á, so
hevur tú altíð síðuna tøka.
Adressur:
vísindavøka.fo
visindavoka.fo
researchersnight.fo
Vísindavøkan á telefonini