Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-22, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. oktober 2020síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 23. oktober 2020 · Nr. 74 Sosialurin Mítt frælsi – kosta hvat, tað kosta vil Frælsi. Rætturin til frælsi. Mín rættur til frælsi. Hetta hugtak og hesar framsagnir ferðast støðugt við politisku vindunum í einum fólkaræði – og við góðari orsøk Eftir Sigri M. Gaïni, ph.d.-lesandi í politiskari filosofi á Fróðskaparsetri Føroya og Roskilde Universitet Frælsið er sjálv grundsúlan undir fólkaræðinum. Fyrst politiska frælsið, síðani persónliga frælsið. Ein hug­ sjón, sum í roynd og veru bert kann røkkast við at fremja javn­støðu ímillum borgarar. Tekur tú javn­ støð­una burtur, hvørvur frælsið hjá tí borgaranum, ið er fyri van­být­ inum í somu stund, sum javn­støðan verður skerd. Og fólka­ræðið snýr seg jú um, sum hugtakið sjálvt avdúkar, alt fólkið; allar borg­ar­ar – og harvið frælsið hjá øllum borg­ar­ um. Vit hava sæð – og síggja í verandi løtu – borgarar í ymiskum londum ganga mótmælisgongur til tess at mót­mæla krøvum og tilmælum, sum myndugleikarnir hava sett við tí endamáli at minka um koronu­ smittuna. Mótmælisfólkini krevja sín persónliga rætt til frælsi, sum eftir teirra tykki í stuttum merkir at sleppa at liva, sum teimum lystir – uttan serstøk atlit til onnur, eitt nú borgarar, ið eru serliga útsettir, verða teir smittaðir av koronu. DEMOKRATISK ANALFABETISMA Tað er ein misskiljing – ein rong niðurstøða – at samanbera skilagóð krøv frá myndugleikum okkara (til tess at forða fyri smittu) við kúg­ andi atburðin hjá einaveldum. Tó er tað júst hetta, sum mangir vesturlendskir borgarar í løtuni gera. Teir kenna seg kúgaðar og hótt­ar av umboðandi politikarum sín­um orsakað av koronu-krøv­un­ um, ið verða sett hvørjum ein­støk­ um borgara. Talan er um borgarar úr m.a. Týsklandi, Fraklandi, Dan­ mark og USA. Rørslurnar, ið mótmæla koronu- tilmælum og -krøvum við teirri grund­geving, at tey hava rætt til per­sónligt frælsi, vitna um eina “demo­kratiska analfabetismu”; tey kenna sín rætt til persónligt frælsi, men eru í aðrar mátar fákunnug, tá ið umræður fólkaræðishugsanina. Hetta fær tey at síggja heimin svart/hvítan, uttan fjølbroytni, og soleiðis sæð minna tey um aðrar víðgongdar bólkar, ið halda seg hava “sannleikan” á sínari síðu. Hes­ in hugburður kann í ringasta føri vera vandamikil. Frælsi og javnstøða – og mildleiki Vit eru ikki øll líka; langt ífrá. Vit hava ymiskar dygdir, ymiskar egin­ leikar og ymiskar fortreytir, men eitt liberalt fólkaræði má sambært grundreglu byggja á politiskt og per­sónligt frælsi fyri allar borgarar – og til at røkka hesum máli má javn­støðan áhaldandi vigast ímóti fræls­inum. Tað allarfyrsta fólkaræðið, sum vit vita um, setti politikarin Kleist­ hen­es á stovn í Grikkalandi ár 507 f.Kr. Hetta var ein stýriskipan, ið setti tvey virði hægst, og ja, hesi vóru frælsi og javnstøða. Á einum triðja plássi í grikska fólka­ræðinum kom virðið mildleiki. Eitt virði, sum vit mugu ásanna langt síðani er farið í gloymibókina. Onkur flennur kanska kaldliga at hesum og hugsar, at eitt tílíkt virði ikki hoyrir heima í einari politiskari skipan; at mildleiki er nakað, sum menniskju kunnu vísa hvør øðrum í persónligum sambondum – men at tað er púra óhóskandi í polit­isk­ um kjaki. Í upplýsingartíðini síggja vit hetta triðja virðið endurspeglað í franska hugtakinum “fraternité” ella á føroyskum “brøðralag”: eitt hug­tak, sum tíverri eisini má sigast at vera vorðið meira ella minni sáldað frá og burturgloymt. Vit minn­ast tað fyrsta: “liberté” (frælsi), og so dánt tað næsta: “égalité” (javn­støða). Spurningurin er, um tað fyrsta í roynd og veru er tað einasta, sum stend­ur livandi eftir í huganum? Og um tað hevur gingist so illa í hond, at okkara ímyndan av fólka­ ræð­in­um sum frá er liðið, er tódnað til bert at fevna um okkara persónliga rætt til frælsi – uttan atlit til frælsið hjá samborgarum okkara? EGOISMA OG FÓLKARÆÐI Koronu-kreppan hevur í øllum før­ um týðiliga víst okkum dømi um eina tílíka áskoðan og eitt tílíkt rák. Tá ið borgarar rópa um “sín” demo­ krat­iska rætt til frælsi, kosta hvat, tað kosta vil, er boðskapurin klárur: fólkaræðið er vorðið ein avlagað mynd, grundað á egoismu. Tíbetur umboða nevndu rørsl­ur­ nar ikki meirilutan í okkara sam­ feløgum, langt ífrá, men rákið sær tó út til at vera vaksandi og tí hevði verið skilagott at hugsa um loysnir hesum viðvíkjandi, m.a. við meiri upplýsing um fólkaræðið og tess bygnað, eitt nú í skúlunum. Ein hin kendasti stjórn­mála­ frøð­ingurin í heimssøguni, Charles de Montesquieu (1689-1755), kann so hósk­andi fáa seinasta orðið í hesum sambandi: “L´amour de la Démocratie est celui de l´égalité” ella á føroyskum: “Kærleiki til fólkaræðið er kær­ leiki til javnstøðu”. Mótmælisgongur hava verið og eru kring heimin ímóti myndugleikatiltøkum at forða koronusmittu. Onkur hevur samanborið við rørsluna Anti-Mask League of San Francisco, sum stríddist ímóti almenna maskukravinum, tá “spanska sjúka” gekk í 1918. Her eru tað mótmælisfólk í Queen´s Park í Toronto í Kanada, sum krevja, at koronutiltøkini verða sett úr gildi. (Mynd: wikimedia)