hósdagur 22. oktober 2020síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. oktober 2020 · Nr. 74
14
Sosialurin
UMLEIÐ 150 FØROYINGAR DOYÐU AV MESLINGUM Í 1846:
Snikkarin smittaði
næstan øll í Føroyum
Meslingafarsóttin í Føroyum í 1846 legði
nærum alt samfelagið lamið. Sjúkan
spjaddi seg frá einum manni, sum kom
úr Danmark, til 6000 av teimum 7800,
sum búðu í Føroyum tá. Bestu ráðini móti
umfarsóttini vóru tá sum nú avbyrging
av teimum sjúku, men kortini sluppu
bert fá undan at verða smittað.
Eftir Dagmar Joensen-Næs
Tað var neyð og vesaldómur, sum
møtti teimum báðum ungu donsku
læknunum Peter Panum og August
Manicus, tá teir í juni 1846 settu fót
á land í Føroyum. Teir vóru sendir
til landið av donskum heilsu
myndugleikum, sum høvdu frætt
um, at ein hervilig meslingafarsótt
gjørdi um seg í fjarskotnu oyggjun
um í danska ríkinum.
Meslingafarsóttin kom til Før
oya við einum snikkara úr Kvívík,
sum hevði verið í Keypmannahavn.
Ferðasambandið millum bygdir og
oyggjar tá kann ikki samanberast
við tætta sambandið í dag, men
sjúkan spjaddi seg kortini við skjót
ari ferð til nærum alt landið. Tá hon
hasaði av í oktober, høvdu 6000 av
teimum 7800, sum búðu í Føroyum,
havt sjúkuna. 150 vóru deyð. Bert
1600 høvdu ikki verið smittað.
Meslingafarsóttin í 1846 minti á
nógvan hátt um koronufarsóttina,
sum herjar í Føroyum í dag.
Flestallir føroyingar vóru verju
leysir móti meslingunum, sum ikki
høvdu verið í Føroyum síðani 1781.
Eingin viðgerð og einki koppingar
evni var ímóti sjúkuni. Einastu ráð
ini, ið fólk vistu sær, var at skýggja
tey sjúku. Tað gjørdu tey í so stóran
mun, at tey sjúku ikki fingu ta
hjálp, tey høvdu tørv á.
SLÓÐBRÓTANDI
EYGLEIÐINGAR
Teir báðir ungu donsku læknarnir
vóru sera ágrýtnir. Teir býttu landið
millum sín. Panum skuldi vitja
norðara partin og Manicus sunnara
partinum av landinum. Teir ferð
aðust millum bygdir og góvu fólki
ráð um, hvussu tey skuldu verja seg
móti sjúkuni.
Samstundis eygleiddu teir, hvussu
sjúkan smittaði og spjaddi seg og
skrivaðu frágreiðingar til donsku
heilsumyndugleikarnar um støð
una í Føroyum.
Panum varð seinni heimskendur
fyri læknaligu eygleiðingarnar í
Føroyum, sum gjørdust slóðbrót
andi fyri bæði meslingafarsóttir og
aðrar umfarssjúkur.
Hann kom millum annað eftir, at
tað ganga 14 dagar, frá fólk verða
smittað, til tey verða sjúk. Hann
helt seg eisini kunna ávísa, at mes
lingar smitta, tá ið fyrstu sjúkueyð
kennini vísa seg.
Hann legði eisini merki til, at
eldri fólk, sum høvdu havt mesling
ar í 1781, ikki fingu teir aftur. Tey
vóru eftir øllum at døma immun
fyri sjúkuni.
Panum kortlegði smittuspjað
ingina og vísti á, hvussu smittan
spjaddi seg frá fyrsta sjúklinginum
í Havn til nærum allar oyggjar og
bygdir í Føroyum.
FRÁSTØÐA OG REINFØRI
Føroyingar vistu frá øðrum umfars
sóttum, at tey sjúku smittaðu.
Bestu ráðini móti at gerast sjúkur
vóru tí at skýggja tey sjúku.
Støðan var serliga ring í Suður
oynni, sum Manicus skuldi taka
sær av. Hann ávaraði fólk ímóti all
ari óneyðugari samveru og heitti á
tey frísku um ikki at fara í kirkju.
Skúlarnir vóru stongdir, og
Manicus bað fólk um ikki at halda
brúdleyp, fyrrenn heilsustøðan
aftur loyvdi tí. Hann hótti við at
seta bann móti øllum veitslum, um
fólk ikki aktaðu.
Teir báðir donsku læknarnir
hildu lítið um reinførið hjá føroy
ingum. Teir royndu at fáa fólk til
millum annað at skifta hoyggið í
sengrunum og vaska seingjarklæðir
fyri at fyribyrgja smittu.
Atfinningarnar um vantandi
reinføri vóru ikki væl móttiknar av
øllum, men ráðini um at halda frá
støðu vórðu fylgd í so stóran mun,
at tað elvdi til neyð nógva staðni.
Fólk ræddust so illa meslingarn
ar, at hús og heilar bygdir vórðu av
byrgd, so eingin var at vera um tey
sjúku og geva teimum mat og
annað, tey høvdu tørv á.
Nógva staðni var neyðin so stór,
at samfelagshjólini steðgaðu. Far
sóttin rakti landið í hægstu fram
leiðslutíð frá vári út í heystið. Nógv
vóru sjúk, og tey frísku tordu ikki
út. Neytini vórðu ikki mjólkað,
seyðurin ikki royttur, bøurin ikki
sligin, og farið varð ikki eftir fugli.
Vandi var fyri, at fólk fóru at líða
hungur, tá veturin nærkaðist.
Samstundis sum Manicus ávar
aði um smittu, mátti hann eisini
royna at sissa fólk, so tey tordu at
fara til handils og til útróðrar.
Hann royndi eisini at fáa nøkur
teirra, ið høvdu havt meslingar, til
at hjálpa teimum sjúku og geva
teimum mat.
SAMFELAGSLIG ATLIT
Myndugleikar í Føroyum í 1846
máttu eins og í dag viga ymisk atlit
upp ímóti hvørjum øðrum. Bæði
heilsulig
og
samfelagslig
atlit
máttu takast, tá tiltøk skuldu setast
í verk móti sjúkuni.
Størsti smittuvandin var, tá
nógv fólk savnaðust, og tá ferðast
varð ímillum bygdir. Fólk savnaðust
serliga í kirkjunum og ferðaðust til
Havnar og nakrar størri bygdir, ið
høvdu handil.
Í samskifti millum landslæknan
og amtmannin sæst, at teir um
hugsaðu at avbyrgja ávís hús í
Havn og at kvetta sambandið mill
um Havnina og bygdirnar. Teir
samdust tó um ikki at seta tílík til
tøk í verk, tí tað fór at økja um óttan
millum fólk og fáa ov stórar avleið
ingar fyri handilsviðurskiftini.
Eisini hildu myndugleikarnar
tað hava stóran týdning, at fólk
sluppu í kirkju, og vildu ikki stongja
kirkjurnar.
Spurningurin um tilmæli ella
forboð var eisini frammi í 1846. Í
samskiftinum millum myndugleik
arnar sæst, at tað var ivasamt,
hvørjar heimildir teir høvdu at seta
forboð í verk.
Vánaliga støðan nógva staðni
gjørdi eisini, at neyðugt var við
hjálparpakkum. Manicus bað um
hjálp úr Fátækrakassanum til tær
Tjóðskjalasavnið hevur nógv tilfar um meslingafarsóttina í 1846. Guðrið
Poulsen, savnshjálpari á Tjóðskjalasavninum, hevur leitað í kirkjubókum,
læknafrágreiðingum og brævaskifti eftir upplýsingum um meslingarnar.
- Hetta hevur verið sera spennandi at arbeitt við, tí tað er sjáldsamt, at
vit hava so nógvar keldur til hendingar í føroyskari søgu, sigur hon.
Meslingafarsóttin í 1846 er áhugeverd hjá søgufrøðingum,
tí hon er ógvuliga væl skjalprógvað, sigur Sámal Tróndur
F. Johansen, stjóri á Tjóðskjalasavninum.
- Vit hava eina rúgvu av samskifti millum myndugleikar, og vit
hava heilar tríggjar nágreiniligar læknafrágreiðingar, sum vit
kunnu samanbera og gera niðurstøður burturúr, sigur hann.