Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-22, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. oktober 2020síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 23. oktober 2020 · Nr. 74 Sosialurin harð­ast raktu bygdirnar í Suð­ur­ oynni. Tey neyðstøddu fingu havra­ grýn og eitt sindur av peningi, og Manicus býtti eisini sjálvur út saft og frukt til fólk. SMITTAN DOYÐI ÚT Hóast øll góð ráð og tiltøk um frá­ støðu og reinføri, eydnaðist tað bert í einstøkum oyggjum og bygdum at avmarka smittuna ella halda henni heilt burtur. Tá sjúkan hasaði av, høvdu næstan øll fólk í Føroyum verið smittað við meslingum. Bert 1600 av tilsamans 7800 føroyingum sluppu undan at verða smittað. Seinasti sjúklingur, sum er skrá­ settur at vera deyður av meslingum, doyði 1. oktober. Tá vóru sambært kirkjubókunum 121 fólk deyð av sjúk­uni í Føroyum. Fleiri doyðu eis­ ini av fylgisjúkum av meslingum. Landslæknin metti, at tilsamans høvdu meslingarnir tikið lívið av um­leið 150 fólkum hetta árið. Panum og Manicus fóru úr Før­ oyum aftur í november 1846. Meslingafarsóttir vóru aftur í Før­oyum fleiri ferðir, men gjørdu ong­antíð aftur eins nógv um seg sum í 1846. Í 1963 funnu granskarar fram til eitt koppingarevni móti mesling­ um. Flestu børn verða nú koppsett móti sjúkuni, sum nú nærum er ókend á okkara leiðum. Føroyska samfelagið er nógv broytt, síðani meslingarnir herjaðu í 1846. Men tiltøkini móti heims­um­ fat­andi koronufarsóttini eru í høvuðs­heitum enn tey somu, sum vórðu brúkt móti meslingum fyri meira enn hálvtannað hundrað ár­ um síðani. Gomlu ráðini um avbyrging av smittu og reinføri hava riggað so væl, at bert fá higartil eru smittað av koronu í Føroyum. Afturfyri eru eisini bert fá vard ímóti sjúkuni. Meðan vit bíða eftir kopp­ing­ar­ evn­inum, hava vit framvegis bert gomlu ráðini frá Panum og Manicus at halda okkum til. Folks Frygt for den smitsomme Sygdom var i Begyndelsen saa stor, at de Fleste holdt saa stærk over at isolere sig, at det faldt vanskeligt at faae Folk til at pleie de Syge. Da Sygdomen desuagtet snart blev saa almindelig i Thorshavn, blev itide sørget paa Fattigkassens Regning saavidt muligt at forskaffe de Syge nødvendig Pleje, ved saaledes op til forskjellige Tider om dagen at lade uddele varm Havresuppe og ved at forsyne de Trængende med Brød, Gryn, Korn, Tørv etc. (Brot úr Medicinalberetning 1846 frá Carl Regenburg, landslækna í Føroyum) Meslingafarsóttin í Føroyum 1846 29. MARS - Christen Severin Holm, snikkari úr Kvívík, kemur til Føroya við skonnartini Havfruen. Hann hevur fepur og verður kannaður av lækna, sum heldur tað vera giktfepur. Seinni verður staðfest, at hann hevur meslingar. 2. MAI - Meslingafarsóttin krevur sítt fyrsta offur. Inger Marie Dam av Oyrareingjum doyr av meslingum, 74 ára gomul. 4. MAI - Landslæknin, Carl Regenburg, skrivar til amtmannin, at meslingarnir nú eru komnir til Velbastaðar og Nólsoyar. 28. MAI – Amtmaðurin, Christian Pløyen, skrivar til danskar myndugleikar um meslingarnar í Føroyum. Sjúkan hevur breitt seg, tí fólk fara til Havnar at keypa, og konfirmatión hevur verið í Havn. 1. JUNI - Sýslumaðurin í Vágum skrivar til amtmannin, at meslingarnir hava spjatt seg til Vágar. Hann metir tað vera ráðiligt at stongja kirkjurnar í Sørvági og Sandavági fyri at forða fyri, at sjúkan breiðir seg meira. 10. JUNI - Sýslumenninir í Sandoynni og Suðuroynni skriva til amtmannin, at meslingarnir eru komnir til Skálavíkar, Hvalbiar, Trongisvágs og Tvøroyrar. 30. JUNI - Ungu donsku læknarnir A.H. Manicus og P.L Panum koma til Føroya. Danskir heilsumyndugleikar hava sent teir at basa meslingafarsóttini. 11. JULI - Manicus sendir amtmanninum støðulýsing fyri Suðuroynna. Higartil eru 11 fólk deyð. Nærum øll gerandisframleiðsla er steðgað upp. Hann heitir á Færø Amts Fattigkasse um at veita fólki fátækrahjálp. 25. JULI - Manicus hevur verið á rundferð í Suðuroynni og skrivar til amtmannin, at sjúkan nú er í afturgongd. 1. OKTOBER - Søren Joensen úr Kunoy doyr av meslingum, 74 ára gamal. Hann er tann seinasti, sum er skrásettur sum deyður av sjúkuni. Panum kortlegði meslingasmittuna í Føroyum í 1846. Hon byrjaði í Havn mitt í apríl og spjaddi seg síðani til bygdirnar í Suðurstreymi og nærmastu bygdirnar í Eysturoynni. haðani til flestallar oyggjar og bygdir í Føroyum. Panum teknaði smittuvegirnar og dagfesti fyrsta tilburðin í hvørjari bygd. Farsóttin byrjaði í Havn mitt í apríl. Hon spjaddi seg fyrst til bygdirnar í Suðurstreymi og nærmastu bygdirnar í Eysturoynni og síðani til restina av landinum. Bert nakrar fáar oyggjar og bygdir verða spardar. Eingin smitta kemur til Kalsoynna, Mykines og Skúvoy. 21 gentur og 10 dreingir vórðu konfirmerað í Havnar kirkju tann 19. apríl 1846. Konfirmatiónin gjørdist ein stór smittuspjaðihending, ið gjørdi, at sjúkan spjaddi seg til nógv hús. Frá mai til oktober 1846 eru 121 fólk skrásett sum deyð av meslingum í kirkjubókunum. Men fleiri doyðu eisini av fylgisjúkum av meslingum. Landslæknin, Carl Regenburg, metti, at meslingarnir tóku lívið av tilsamans 150 føroyingum í 1846. Tað var tað sama sum 2,5% av fólkinum.