Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. oktober 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

TÓRSHAVNAR KOMMUNA MIKUDAGUR 28. OKTOBER 2020 · NR. 75 Sosialurin 10 Helena Dam á Neystabø, valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar Býráð Kim Larsen er ofta endurgivin fyri hesi orð. “Eg skilji ikki, hví man skal hava politikarar (ella eina stjórn), um tað ikki er fyri at hjálpa teimum veiku – tey sterku skulu nokk klára seg”. Hesi orð runnu mær til hugs, nú vit enn einaferð hoyrdu um tann alt alt ov langa bíðilistan til vardar bústaðir í Føroyum. Í dag standa 182 borgarar við ser­ligum tørvi á bíðilista til ein vardan bústað, og bíðitíðin hevur hjá summum vart heilt upp til 27 ár. Tað eru ikki bara teir borg­ar­ ar, sum hava tørv á varda bú­ stað­num, sum eru hart rakt av hesari støðu, tað eru eisini øll teirra avvarðandi. Og tey verða ikki yngri við árunum heldur. Sama hvat slag av politikara tú ert – landspolitikari ella kom­mun­al­politikari, so kann mann heilt einfalt ikki lata slíka skilaleysa støðu um seg ganga. Umberingin, at hetta er ein uppgáva hjá landinum – gongur ikki longur. Og eg fari, um eg fái borgarans álit við kom­munuvalið, at streingja á, at fáa loyst hesa óvirðiligu støðu, so skjótt sum møguligt. Bíðilistin til vardan bústað skal burtur Ein hópur av borgarum, sum hava tørv á vardum bústaði, búgva sjálvandi í Havn. Og nú skal tað málið loysast. Bæði Almannaverkið og Megd mæla inniliga til, at land­ ið finnur sær fleiri og góðar sam­starvspartnarar, so at vit kunnu fá bygt teir vardu bú­staðir, sum skulu til, so at bíði­listin minkar í stórum. Og sjálv­andi skal Tórshavnar Kom­mu­na á banan, sum ein góður samstarvspartur, sum krevur at landið ger sína skyldu. Tí hvat hava vit annars politik­ar­ar til í Býráðnum, um tað ikki er fyri at seta tiltøk í verk fyri teir Havnarborgarar, sum hava tað allarmest fyri neyð­ini. “TEY STERKU SKULU NOKK KLÁRA SEG” Kristianna Winther Poulsen, Javnaðarflokkurin Kommunan skal taka meira ábyrgd av, at Listasavn Føroya fær betri arbeiðsumstøður, og at okkara myndlist ikki verður oyðiløgd av tíðarinnar tonn. Einki er ókeypis, og tað er tað heldur ikki fyri høvðsstaðin at hava eitt gott og vakurt lista­ savn. Men Tórshavnar kom­mu­ na tykist at vera teirri fatan, at savnið einki skal kosta, tí árligi stuðulin frá kommununi er 150 tús­und krónur. Hetta er langt frá nøktandi. Okkara deiliga listasavn við viðar­lundina gevur sanniliga høvuðsstaðnum virði. Íbúgvar í øllum aldursbólkum hava rík­ ar møguleikar at fara á gátt at síggja føroyska myndlist, at fáa rundvísingar og læra um før­ oyska myndlistasøgu og um samtíðar myndlist. Barnagarðar og skúlar kunnu vitja savnið og fáa ókeyp­is rund­vísing. Børnini kun­nu eta mat­pakk­an í for­høllini, har tey eisini hava høvi at royna seg sum skapandi menn­iskju. Tey kun­nu tekna og gera myndir úr modellerivoksi. Savn­ið ar­beið­ir við at framleiða undir­vís­ing­ar­ tilfar, ið jú altíð er kærkomið fyri okkum, sum undir­vísa. Spennandi tilboð eru til barna­familjur leygardagar, og vit vaksnu hava mínsann eisi­ni møguleika at fáa betri inn­lit í føroyska myndlist, tí leyg­ar­dagar er rundvísing fyri vaksin. Ein vitjan á Listasavni Før­oya er altíð ein góð og læru­ rík uppliving og fær bestu við­ mæli hiðani. Listasavninum tørvar eina nýggja skipan til ventila­sjón, sum er neyðug fyri, at mynd­ ir­nar ikki skulu oyði­leggj­ast. Tørvur er eisini á um­væl­ing­um, tí savnið er ikki nýtt long­ur. Sum heild skal høvuðs­stað­ ar­kom­mun­an taka sín part av ábyrgd­ini fyri at dagføra Lista­ savn Føroya. Hesum vil eg arbeiða fyri, um eg fái møguleikan eftir kom­munu­valið 10. november. LISTASAVN FØROYA SKAL DAGFØRAST Arbeiðsumstøður til listafólk og tónleikarar Helena Dam á Neystabø, valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar Kommunu Vit hava hesa seinastu tíðina sæð, at virðingin fyri menta- og listafólkum í Tórshavnar Kom­munu kundi verið betri. Tað sóu vit til dømis, tá ið lista­kvinnan Hansina Iversen uttan aðra ávaring bara varð upp­søgd, hóast hon vann eina kapping um listprýðing av Skúlanum á Fløtum. Nú sær tíbetur út til, at hetta mál kemur á beint. Og vit sóu tað í hand­faringini av málinum um grafiska verkstaðin í Finsen hjá listafólkafelagsskapinum List­graFo – sum knappliga hvarv. Eg vóni, at vit eftir bý­ ráðs­valið fáa greiðan manna­ gongdir sum tryggja, at eisini listafólk verða viðfarin virði­ liga. Vit eiga at leggja okkum í geyma, at tað er rundanum mentan og list, at vit skapa okkara samleika, okkara felags­skapir og okkara relatión­ir. Tí er dygdargóð list, so avgerðandi fyri okkum sum fólk – og fyri sálina í kom­mununi. Tað serstaka við listini er, at hon má liva sítt egna lív, og hon má sleppa at syngja sítt egna lag. Og tað er ikki altíð, at okk­ um dámar at hoyra sangin, tí hann finst við hvørt at, rætt­ leiðir og útstillar okkara fá­ fongd og hjálparloysi. Og tað er júst eitt av endamálunum. Tola vit ikki tað – so dovna vit. Men listin og metanin kemur ikki av sær sjálvum. Kom­munali myndugleikin skal tryggja hampuligar arbeiðs­um­støður. Listaleypurin er ein gyltur møgu­leiki fyri samstarv mill­ um listafólk og kommunu – og hesa skipan eiga vit at menna, til gagns fyri skúlaverkið eisini. Tónleikarar mugu hava støð at venja og listafólk verk­ støð og framsýningarhøli og so skulu listafólk eisini hava samsýning fyri sítt ar­beiði Vit í javnaðarflokkinum vilja betra um hølis­viður­skift­ ini fyri listafólk í kommununi, og seta meiri fíggjarliga orku av til okkara yrkislistafólk. Mentan og list