týsdagur 27. oktober 2020síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
TÓRSHAVNAR KOMMUNA
MIKUDAGUR
28. OKTOBER 2020 · NR. 75
Sosialurin
11
Karlot Hergeirsson valevni fyri
Framsókn
Nú Ternan er til klassingar,
skulu vit so ikki bara mála hana
reyða, eins og býbussarnir? Á
hvørjum einasta sumri er tað ein
afturvendandi kampur at fáa 6.
mannin umborð á Ternuna, so
at ferðafólkatalið kann økjast
við 200. Tað skula fleiri tilburðir
til á hvørjum árið, at fólk standa
eftir á Bursatanga, áðrenn SSL
boyggir seg, og setur mannin
umborð!
Eg veit, at tað er ein lands
uppgáva at røkja sambandið
til Nólsoyar, men eftir mínum
tykki verður tað langt frá røkt
á nøktandi hátt. Tað er ikki
nøktandi, at landið bara ger sítt
besta….
Winston
Churchill
segði
einaferð, at "…..viðhvørt er
tað ikki nóg mikið, at vit gera
okkara besta. Viðhvørt mugu
vit gera tað, sum krevst!"
…. tí má Tórshavnar Kommu
na gera tað, sum krevst! og ikki
blíva við…»at venda tað blinda
eyga til», sum Admiral Nelson.
Tað, sum eg krevji av Tórs
havnar Kommunu, er at hon
gevur sínum borgarum í Nóls
oy bestu tænastu.
Talan er ikki um nógvar
pengar. Tað kostar ímillum
300-400 túsund krónur at
hava 6. mannin umborð sum
marhálvuna.
Tað
eigur
at
verða møguligt at finna teir
pengarnar! Serliga tá hugsað
verður um, at Bussleiðin hjá
Tórshavnar kommunu kostar
30 milliónir árliga. Tá eru 300
túsund «piparnøtur».
Ein máti at fíggja hetta hevði
verið við teimum inntøkum
sum Tórshavnar Havn fær av
vøru og-ferðafólkaavgjaldi frá
Ternuni, sum er væl meiri enn
tær 300.000 kr., og tað er hugs
andi at hesar 300.000 kr. høvdu
komi innaftur í kassan hjá
Tórshavanr Havn, við tí vøkstri
av ferðfólki sum verður.
Tað er næstan ómøguligt,
hjá ferðavinnuni í Nólsoy, at
skipa sítt virksemi undir verð
andi skipan. Tað mugu koma
fastir karmar á sambandið
um fjørðin, tí er tað eitt, sum
er alfa og omega hjá ferða
vinnuni, so er tað at kun
na langtíðarplanleggja. Tað
er ómøguligt at gera planir
fram í tíðina, tá ein ikki veit
nær Ternan kann hava 95 og
nær hon kann hava 294 ferða
fólk. Tí skal 6. maðurin verða
umborð á Ternuni alla sum
marhálvuna!
Lat okkum venda aftur til
yvirskriftina, og hugsa tankan
lidnan - Hvat um Ternan var
reyð? Røddir hava verið fram
mi, bæði í Løgtinginum og
Landsstýrinum, um møguliga
at útveita partar av Oyggjaleið
ini hjá SSL, eins og Bygdaleiðin.
Tað kostar umleið 10 milliónir
(útreiðslur minus inntøkur)
at
reka
Nólsoyarleiðina.
Í
eini útveiting skuldu hesir
pengarnir sjálvandi fylgt við.
Tað er ikki óhugsandi, at tæn
astustøðið
á
Nólsoyarleið
ini hevði blivið munandi betri
enn nú, um leiðin bleiv veitt út
til Tórshavnar Kommunu ella
kanska onkran privatan, tí vit
kunna skjótt blíva samdu um at
tænastustøði ikki er nøktandi,
sum t.d. nú, tá Ternan er vekk
nú tað er vetur, og onnur smá
før verða sett inn ístaðin, so
við eini útveitingar avtalu á 10-
15 ár, har inntøka á 10 milliónir
árliga var tryggja, so átti tað at
verðið grundarlag til at útvega
sær nýtt og tíðarhóskandi skip,
sum hevði økt munandi um
tænastustøð. Tað er átaluvert
nú minni bátar/skip sigla ímeð
an Ternan er til klassingar,
at vøra má handast í land, og
rørslutarnað eru avskorin í at
ferðast.
Men vit kunnu sjálvandi
ikki bara sita og gita - Vit skulu
vita! Tí eigur hesin møguleikin
at verða kannaður til fulnar.
Eitt skal tó sláast rimmar
fast, og tað er at í einari
møguligari
útveitan,
skal
eitt minimum tænastustøði
og eitt maks ferða og- farma
gjald definerast.
Sambandið
um
fjørð
in er lívsæðrin hjá nólsoying
um, og tað vil altíð fáa mína
hægstu
raðfesting,
og
við
nýggjum fólki á Vaglinum, so
eri eg ikki í iva um, at eitt gev
andi samstarv/samskifti við
SSL hevði kunna komi í lag,
sum hevði kunna loyst trupul
leikarnar, sum t.d. við 6. manni
num og at tað kundi verði
siglt minst tvær ferðir høgtíðs
dagar, so borgarar í kommun
uni sloppi aftur og fram.
Í komandi 4 ára skeiðið vilja
eg raðfesta samstarvi við SSL,
soleiðis at Nólsoyingurin kem
ur í fokus.
Tróndur Sigurðsson
Javnaðarflokkurin
Tað vísir seg, at millum tey
mongu í Føroyum, ið ynskja
at seta føtur undir egið borð,
eru tey allarflestu í tí støðu,
at tey helst vilja búgva í Havn
og í øllum førum í Tórshavnar
kommunu. Um tað eru ungfólk,
ið vilja flyta heimanífrá, ella
útisetar, ið vilja heimaftur, er
hetta fremsta val.
Tórshavnar kommuna skal
tí altíð hava tøk grundstykki,
so ongum nýtist at setast aftur,
bara tí einki grundstykki var at
fáa. Allur bati bøtir, og tí frøast
vit eisini um, at sitandi býráðs
meiriluti hetta farna skeiðið
hevur útvegað nøkur grund
stykki í Kaldbak og í Nólsoy.
Men kanska átti ferðin at verið
sett eitt sindur upp nú.
Sleppa vit í Javnaðarflokki
num framat eftir kommunu
valið, fara vit beinanvegin
at taka táttin uppaftur frá
undanfarna skeiði, tá vit út
vegaðu 100 grundstykki á
Argjum, 32 randarhús á Argj
um, 22 grundstykki Oman Gil í
Hoyvík, 12 grundstykki ovast á
Karlamagnusarbreyt, 24 grund
stykki í Kollafirði og 37 lestrar
íbúðir á Finsen í Havn.
Brúka tunnilsgrót
Í sambandi við innkoyringar
vegin frá Eysturoyartunlinum
skal tunnil gerast undir Kráku
gjógv, og har fær Tórshavnar
kommuna grót, sum upplagt
er at brúka til planering av
bæði grundstykkjum og vinnu
stykkjum við Stórutjørn í Hoy
vík.
Somuleiðis eigur at verða
hildið fram við fleiri grund
stykkjum á Argjum, og møgu
ligt skal eisini vera at gera
lutaíbúðir og fleiri lestrar
íbúðir í Marknagili. Tørvurin
er stórur, so tí verður eisini
neyðugt at kanna aðrar møgu
leikar, tí hugurin hjá framtíðar
ættarliðum at seta búgv í kom
mununi bara veksur.
Neyðugt verður eisini at
útvega vinnustykki, tí einki
vinnustykki er tøkt, og vit
eiga eisini alla tíðina at hava
fyri eyga, at vinnan fær góðar
karmar at arbeiða í, so vit tann
vegin kunnu tryggja fleiri ar
beiðspláss. Skulu nýggjar fyri
tøkur velja Tórshavnar kom
munu sum sína basu, ræður
um hjá okkum at vera stigið
frammanfyri og hava neyðugu
vinnustykkini tøk.
Í Kollafirði eru somuleiðis
upplagdir møguleikar, tí har
kundi ovari partur av havnar
økinum á Oyrareingjum sakt
ans verið brúktur til smærri
vinnustykki, so vit fingu skapt
meira lív á økinum, sum tíverri
ikki til fulnar kemur til sín rætt
sum havnarøki. Kollafjørður
er mitt í landinum, so har áttu
møguleikarnir at verið av teim
um bestu.
TERNAN REYÐ
GRUNDSTYKKI SKULU
ALTÍÐ VERA TØK