Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. oktober 2020síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

TÓRSHAVNAR KOMMUNA MIKUDAGUR 28. OKTOBER 2020 · NR. 75 Sosialurin 12 Árni Gregersen Eftir at Heðin Mortensen hevði sitið við leiðsluni í Tórhavnar býráð, kom tað sum ein sonn nýggjheit, tá ið tað fyri fýra árum síðani frættist, at nýggj sam­gonga var gjørd uttanum Javn­aðarflokkin. Ein av fllokkunum í nýggju sam­gonguni var Tjóðveldi, sum fekk fýra fólk inn í tað býráð, sum nú skjótt hevur sitið í fýra ár. Gunnvør Balle fekk flestar atkvøður av teim­um í Tjóð­ veldi. Hon er 1. vara­borgar­ stjóri, umframt at hon situr í fíggjar­nevndini og er forkvinna í mentamála nevndini. -Vit hava brúkt nógva tíð og orku til at fáa skikl á barna og ungdómsøkinum, sigur Gunn­ vør Balle. -Tað hevur verið ómetaliga tor­ført at fáa fult yvirlit yvir, hvat tað kostar at veita hesar tæn­astur, men nú eru vit har og vit vita, hvat skal til, sigur hon. Fyri at økið børn og ung skal hava neyðugu norm­er­ing­arnar er neyðugt komandi fýra árini at seta eini fýra-fimm milljónir um árið at nøkta tørvin, leggur Gunnvør Balle afturat. Hon sigur eisini, at tað er neyðugt við hægri fakligheit, tá ið tað snýr seg um tey, sum taka sær av børnum og teimum eldru í kommununi. Gunnvør Balle vísir á, at innan eldrarøktina, so er Tjarn­ar­garður burturav gjørd­ ur til demensdepil og eitt nýyy rehabilteeringsheim, URD, er bygt í Hoyvík. -Hetta fer at minka um trýstið kring heimini í býnum, tí ætlanin er eisini, at heimið í Hoy­vík skal veita umlætting, sigur hon. Mentan høgt raðfest Gunnvør Balle er forkvinna í mentamálanevndini hjá bý­ ráð­num. Sjálv heldur hon, at tað í hesi fýra ára setuni er eydnast at børa um viðurskiftini hjá lista­ fólkum í býnum. Fleiri fram­ sýn­ingarhølir eru og nýggj verk­støð, har listafólk kunnu arbeiða, eru komin til. Í næstum sleppa rit­høvund­ ar inn í Hans Andriasar Hús, har sum sjónleikarar fram­man­ undan eisini húsast. -Arbeiðið við at gera eina standmynd av undan­gongu­ kvinnuni Andreu Árting er eisini komið langt ávegis. Ætlan­in er, at standmyndin skal standa í Steinatúni. Hetta er ein verkætlan, sum fer at kosta eina milljón, men fígg­ing­ in er fingin til vega, sigur hon. Sum í øðrum býráðum, so byggir sitandi býráð í Havn eisini á herðarnar á undan­far­ num. Skúlin á Fløtum flytir inn í nýggja skúlan í næstu viku og Musikskúlin er farin at virka. Hetta er sjálvandi slíkt, sum er sett í gongd áðrenn hetta býráðið tók við, men skúlarnir eru altso gjørdir lidnir í hesum skeiðinum. Innkomuvegur og parkering Sitandi býráð er vælvitandi um, at aðrar avbjóðingar eru kom­ andi fýra árini enn tað sum er nevnt. Íbúðareftirspurningurin er framvegis stórur og tað sum fyrst liggur fyri er helst inn­komu­vegurin frá nýggja undir­sjóvar­tunlinum millum Streym­oynna og Eysturoynna. Landsverk metir, at ferðslan til Havnar fer at vaksa 45 pro­ sent, so tað verður rættuliga trongligt í Havn. Umframt at sjálvur inn­ komu­vegurin skal fordeila ferðslu­na inn í býrin, so er næsta avbjóðingin, hvar bilar­ nir skulu parkerasst. -Tað er ikki pláss til park­er­ ings­pláss í Havn, so ein loysn er at fara undir býin. Tað ber til, men størsta forðingin er, at tað sambært verandi lóg, ikki er loyvt kommununi at taka penga­r fyri at pakera. -Tað ger, at privatir íleggjarar halda seg burtur, tí tað ber ikki til hjá teimum at kappast við kommununa, sum letur ókeyp­ is parkeringspláss, sigur hon. Gunnvør Balle heldur, at fleiri mál eru loyst í hesi bý­ ráðs­setuni, men at tað fram­ vegis eru nógvar av­bjóð­ing­ar eftir at loysa. AVBJÓÐINGIN ER BØRN OG UNG OG TEY ELDRU Í KOMMUNUNI Sjálvt um nógv er gjørt fyri at fáa stýr uppá bygnaðin og útreiðslurnar, so er nógv eftir at gera enn Gunnvør Balleds var fyrst vald fyri tjóðveldi og situr sum forkvinna í mentamálanevndini