týsdagur 27. oktober 2020síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
TÓRSHAVNAR KOMMUNA
MIKUDAGUR
28. OKTOBER 2020 · NR. 75
Sosialurin
14
Vilmund Jacobsen
Tað sigur Annika Olsen, borgar
stjóri í Tórshavnar kommunu,
sum er fús til at taka eitt skeið
aftrat í býráðnum, nú kom
munuval er beint hinu megin
hornið. Hon vísir á, at stóri
fólkavøksturin sjálvandi hev
ur lagt eitt stórt trýst á dags
tovnaøkið, skúlar og eldra
økið - ja, á allar grundleggjandi
tænastur úr vøggu í grøv.
Annika
Olsen
sigur,
at
tá sitandi býráðssamgonga
tók við, høvdu 4000 havnar
borgarar ongan kommunulæk
na, men nú hevur kommunan
nýggj kommunulæknahøli við
fimm læknum í Hoyvík.
- Tað var neyðugt at fara
grundleggjandi til verka og
fáa skipað tær tænastur, sum
ikki vóru í lagi, og haraftrat
kom so stóri fólkavøksturin.
Ein av stóru avbjóðingunum
hevur verið eftirspurningurin
eftir bústøðum, men í hesum
tíðarskeiði hevur tað eydnast
at fáa 730 nýggjar bústaðir í
kommununi í einum fjøltátt
aðum
bústaðarmynstri
við
sethúsum, íbúðum og leigubú
støðum, sum eru komnir og eru
ávegis.
Borgarstjórin ásannar, at
enn er kommunan nakað
afturút, tá ræður um hjá kom
mununi og privatum at útvega
ávikavist grundstykki og bú
staðir, og hon væntar, at bú
staðarmál koma at fylla nógv
tey næstu fýra árini eisini.
- Endamálið verður at trygg
ja, at fólkavøksturin í kommu
nuni kann halda fram, soleiðis
at vit ikki koma at uppliva eina
stagnatión. Tískil er eingin ivi
um, at bústaðarmál verður ein
av fremstu uppgávunum, sum
skulu loysast.
Stórar íløgur
Borgarstjórin vísir á, at ein
spennandi heildarætlan fyri
Stórutjørn er gjørd, og her
hevur sum kunnugt eisini verið
arkitektakapping. Kommunan
fer nú at keypa lendið, og her
verður, sum tíðin gongur, pláss
fyri umleið 2000 borgarum
aftrat.
- Ætlanin er, at útstykkingin
í stóran mun skal fíggja seg
sjálva, soleiðis at hesin parturin
av verkætlanini at kalla verður
útreiðsluneutralur. Kommun
an skal sjálvandi keypa lend
ið, planleggja og syrgja fyri
grundleggjandi veitingunum.
Síðan verða tað tey, sum fara
at byggja her, ið rinda fyri
grundstykkini.
Annika Olsen sigur, at hesi
fýra árini hevur Tórshavnar
kommuna gjørt íløgur fyri eina
heila miljard, harav 560 miljónir
krónur eru goldnar kontant til
skúlaøkið, Musikkskúlan og
Skúlan á Fløtum.
- Vit hava eisini gjørt stórar
íløgur í eldraøkið, har fleiri enn
100 miljónir krónur eru farnar
til umlættingar-og rehabili
teringsdepilin í Hoyvík og til
nýggjan demensdepli á Tjarna
garði.
Hon ásannar, at útbyggingin
av eldraøkinum fyllir nógv, og
nú er kommunan í gongd við
at byggja nýtt ellisheim við
64 búplássum og 16 røktar
íbúðum, sum verða eitt slag av
lutaíbúðum. Byggingin, sum er
samtykt í býráðnum, verður
projekterað í løtuni, og vón
andi kann byggingin byrja í
komandi ári.
- Hetta er eitt nýtt konsept,
har røktaríbúðir liggja tætt
uppat ellisheiminum.
Annika Olsen fegnast eisini
um, at býráðið hósdagin fer at
samtykkja at byggja ein eldra
depil í Kollafirði við 24 stutt-og
langtíðarplássum.
-
Eldraøkið
hevur
ein
serligan týdning fyri meg, tí tað
var eg, sum landsstýriskvinna í
almannamálum, sum legði økið
út til kommunurnar at umsita í
2025. At tað so eisini var eg sum
borgarstjóri, ið loftaði økinum
í Tórshavnar kommunu, ger,
at eldraøkið er nakað serligt. Í
dag eri eg erri av, at vit í kom
mununi hava megnað at flutt
økið fram á leið.
Olympiskur langhylur
- Vit hava eisini gjørt stórar
íløgur í ítróttarøkið á Tórsvølli,
eins og langhylur við stórum
vælveruøki, bæði inni og úti,
er projekteraður. Tilboðini eru
komin inni upp á verkætlanina,
sum fer at kosta einar 148
miljónir krónur, og her er
ætlan býráðsins at arbeiða,
til verkætlanin stendur liðug.
Um eini tvey ár fer Tórshavnar
kommuna soleiðis at eiga ein
olympiskan langhyl, ið verður
heilar 25 metrar breiður og fer
at hava tíggju geirar, umframt
stóra vælveruøkið.
- Eg fegnist eisini um, at vit
nú hava fingið ein nýggjan dag
stovn Vesturi á Flat við vøggu
stovu og barnagarði, sum letur
upp fyrsta dagin, leggur hon
aftrat.
Borgarstjórin
heldur
tað
vera fantastiskt, at Tórshavn
ar kommuna í hesum fýraára
skeiði hevur megnað at gjørt
íløgur fyri eina heila miljard,
samstundis sum tað hevur
eydnast at goldið skuldina
niður.
- Í dag kunnu vit siga,
at kommunan nærmast er
skuldafrí, tá sæð verður burtur
frá íløgunum í Tórshavnar
havn, ið verður rikin fyri seg.
Tórshavnar havn hevur sín
egna roknskap og inntøkurnar,
sum havnin hevur, verða í
fyrsta lagi brúktar til at fíggja
tann partin av virkseminum í
kommununi, sigur hon.
Tað er mín visjón
Annika Olsen sigur, at Tórs
havn sum høvuðsstaður hevur
eina stóra atdráttrarmegi kring
um okkum og úti í heimi ann
ars.
- Høvuðsstaðurin hevur alt,
sum ein høvuðsstaður eigur
at hava, og tað hevur verið
mín visjón frá fyrsta degi sum
borgarstjóri, at lyfta Tórs
havnar kommunu á eitt hægri
stað í hesum høpi. Tórshavn
eigur pláss millum høvuðs
staðir sum Reykjavík, Keyp
mannahavn og Oslo, og tað
er næstan ikki dagur, at vit
ikki verða boðin út til okkara
grannahøvuðsstaðin í ymisk
um sambandi.
Annika Olsen heldur, at
okkara høvuðsstaður átti at
verið brúktur meira strategiskt
- øllum Føroyum at frama.
- Tað er eingin ivi um, at
Føroyar kundu fingið enn
meira burtur úr ferðavinnu
og útlendskum vinnulívi, um
vit vóru meira úti um okkum
sum høvuðsstaður, tí áhugin
uttanlands fyri okkara høvuðs
staði og landi skortar ikki.
Annika til reiðar
Borgarstjórin heldur, at sam
starvið í býráðssamgonguni í
kommununi hetta valskeiðið,
sum nú nærkast endanum,
hevur verið ógvuliga gott.
- Eg haldi, at tað hevur
verið okkara styrki, at vit hava
megnað at loyst tær ósemjur,
sum hava verið. Politikkur snýr
seg um broytingar og at gera
tingini betur - ja, onkur hevur
so beinrakið sagt, at politikkur
er møguleikans kynstur at gera
tað, tú droymir um.
Spurd, um hon er til reiðar
at taka eitt tørn aftrat sum
borgarstjóri í Tórshavnar kom
munu, um høvið býðst, sigur
Annika Olsen, at tað hevði hon
ógvuliga gjarna vilja.
- Vit hava havt eitt so mik
ið gott samstarv hesi árini,
og eg haldi, at vit hava fingið
nógv burtur úr. Tí hevði eitt
framhald av tí, sum hevur verið
hesi árini, verið fantastiskt,
sigur borgarstjórin í Tórshavn
ar kommunu.
ANNIKA ER
TIL REIÐAR
- Hesi fýra árini sum borgarstjóri hava verið ógvuliga lærurík, spennandi og
avbjóðandi. Vit hava havt størsta vøkstur nakrantíð, bæði í inntøku og fólki.
Vit eru 1400 borgarar fleiri í Tórshavnar kommunu í dag, enn vit vóru fyri
fýra árum síðan. Tað svarar umleið til fólkatalið í mínari heimbygd, Vági
Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu