Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. oktober 2020síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

TÓRSHAVNAR KOMMUNA MIKUDAGUR 28. OKTOBER 2020 · NR. 75 Sosialurin 15 Árni Gregersen Hann sær út, sum hetta er hansara fyrsta val til býráðið og hann tykist minst líka spent­ur. Heðin Mortensen er ikki nakar ársungi, tá ið tað snýr seg um kommunalpolitikk, men hóast hann so at siga hevur roynt alt – millum annað sitið sum borgarstjóri í 12 ár – so er hann minst líka spentur, sum til øll onnur valið. -Er man ikki spentur, tá ið val nærkast, so skal man ikki fáast við politikk, sigur hann nú valið nærkast 10.november. -Eg eri klárur til eitt skeið aftur­at, so vit aftur kunnu seta eitt sindur av ferð á, leggur hann afturat. Heðin Mortensen hevur sum altíð nógv hugskot til, hvat skal gerast. -Men sleppi eg framat, so haldi eg, at so stórar íløgur eru gjørd­ar, at vit heldur í komandi skeiði eiga at fara undir at viðlíka­halda býin og loysa teir gerandis­trupulleikar, sum borgarin stríðist við. Meira power Hendan samgongan hevur sitið í fýra ár og í hesum tíðarskeiði hevur Javnaðarflokkurin og Heðin Mortensen sitið í and­ støðu. -Sum eg hoyri millum borg­ ar­ar í Havn, so vilja tey flestu, at meira ferð verður sett á. Vit mugu syrgja fyri, at mál verða loyst og at tey ikki taka so langa tíð at loysa, sigur hann. Hann hevur sett sær fyri at bøta um viðurskiftini inn­an eldrarøktina. Ikki bert við at byggja, men heldur bera so í bandi, at tað verður meira livi­ ligt og hugnaligt hjá borg­ar­um, sum koma upp í árini. -Tað er sjálvandi sumt sum kostar pengar – til dømis hægri norm­er­ingar – men nógv kann gerast, so eldru borgararnir fáa ein meira innihaldsríkan gerandis­dag uttan at tað kostar tað stóra, sigur hann. Hann hugsar um fyrilestrar, upplestur, spæl, tónleikur og annað. Parkeringsviðurskiftini Eins og øll onnur, so ásannar Heðin Mortensen, at parkering er ein stórur trupulleiki í Havn. Heldur enn at tosa um at fara undir jørð, so heldur hann, at tað ber til at koma langt við at brúka aðrar møguleikar, sum longu finnast. Hann nevnir Bursatanga, sum ein møguleika og heldur at har ber til at leggja eitt dekk í, so pláss er fyri fleiri bilum. Heðin Mortensen nevnri eisini gøtunar har ferðslan bert koyrir ein veg. Har ber í flestu førum til at gera park­er­ings­ bátar í aðrari síðuni. Ein skipan er gjørd fyri borgarar, sum búgva mitt í býnum, har teir hava eitt borg­ ara­kort, sum tryggjar teim­ um parkering á leiðini har tey búgva. Harumfram er hann eisini klárur yvir, at bústaðarbygging er ein partur av uppgávunum, sum liggja fyri framman. -Tað ræður um at fáa eitt so fjølbroytt bústaðarmynstur, sum til ber. Har hugsi eg eisini um, at vit mugu byggja sosialar íbúð­ir, sum mangla í Havn, heldur hann. Hann hevur eisini eina greiða meining, at hetta eigur at verða gjørt saman við almenna byggifelagnum Bústaðir. Heðin Mortensen er sum nevnt ómetaliga spentur til kom­andi valið og hann meldar seg kláran til enn eitt skeið. -Eitt skeið har vit arbeiða. Tá ið vit verða vald so verða vit sett at virka – ikki bert at sita, endar hann. HANN ER KLÁRUR TIL EITT TØRN AFTURAT Hann hevur sitið 12 ár sum borgarstjóri í Havn – nú bjóðar Heðin Mortensen seg fram aftur Hann veit væl, at neyðugt er at gera okkurt við parkeringsviðurskiftini í Havn Heðin Mortensen hevur sitið 12 ár sum borgarsstjóri í Havn, men hann ere til reiðar til eitt tørn afturat