Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. oktober 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

TÓRSHAVNAR KOMMUNA MIKUDAGUR 28. OKTOBER 2020 · NR. 75 Sosialurin 16 Heðin Mortensen Javnaðarflokkurin Havnin er deilig, øll sum hon er. Men portrið til ta dei­ligu Havn­ina er fyri mong mið­bý­ urin, sum við sínum hugna og vakurleika dregur gestirnar til sín, og tí er av alstórum týdningi, at vit hjúkla um miðbýin, so hann framvegis kann vera tað, ið vit øll vænta okkum av honum. Vit skulu lyfta miðbýin upp­ aftur til tað, ið gevur hugna, trygg­leika, upplivingar – ja, snøgt sagt trivnað. Tað verður uppgávan hjá komandi býráð at menna miðbýin, so hann aftur fer at blóma og veruliga sleppur at standa fyri øllum tí góða og heita, Havnin ber orð fyri at vera. Vágsbotnur og Konga­brúgv­ in treingja til eina bøtandi hond, so tað verður enn hugna­ligari hjá bæði gestum og havnarfólkum at leita sær oman. Tað sama við Vaglinum og Gongugøtuni, ið kunnu vera karmur um ymsar upplivingar, ið gera tað stuttligt at fara í mið­býin. Somuleiðis eiga vit at betra um umstøðurnar hjá handilslívinum í miðbýnum, so bæði handlar og kundar kunnu fáa gleði av tí. Treytin fyri lívi í miðbýnum er ikki minst, at handilslívið blómar, tí uttan handl­ar, matstøð og onnur tilboð til borgaran, fáa vit ikki ein livandi miðbý. Sølutorgið í Vágsbotni hevur til tíðir verið nógv umrøtt, og har eiga heilt greitt at verða gjørdar broytingar, tí við plint­ arnar er alt ov trongt til, at bæði bilar og fólk kunnu ganga hvørt um annað. Vit mugu tryggja okkum, at pláss onkursvegna er bæði fyri koyrandi ferðslu, parkering og fólki til gongu ella í keypsørindum. Umsíður er tak komið yvir Steina­tún, soleiðis sum vit høvdu lagt tað til rættis í farnu setu, og tað er at fegnast um. Nú ræður so um at fríðka um og gera tað høgligt hjá fólki at bíða eftir bussinum – ella bara at stytta sær stundir har eina løtu, tá ið ein kortini er í miðbýnum. Yvirhøvur eiga vit at síggja til, at miðbýurin er snøgg­ur, hugnaligur og inn­bjóð­andi, tí hann er hjartað í høvuðs­stað­ num, vit øll eru góð við. Har skulu øll kunna kenna seg sum heima, og tí vilja vit rað­ festa ein góðan trivnað mitt í Havnini sera høgt. TANN DEILIGA HAVN Høgni Joensen Valevni á lista C Sannast má, at tørvur er á nýskipan og nýhugsan á eldraøkinum, har neyðugt verður at taka stór tøk kom­ andi árini. Tey flestu vilja vera heima sum longst, og skulu tey tá hava allar­bestu tænastu og røkt. Nú skal verða liðugt at telja minutt­ir í heimatænastuni! Vit skulu hava fleiri røktar­ starvsfólk inn á eldraøkið. Tíð og orka skal setast av til nær­ veru, so at búfólkini fáa ein virði­ligan og innihaldsríkan gerandisdag, heldur enn, at næstan alt snýr seg um røkt, dagliga rytmu og reinføri, tí at arbeiðsumstøður og ar­beiðs­ treytir hjá starvs­fólkunum ikki røkka til nógv annað. Tey, sum bygdu okkara væl­ ferðarsamfelag, hava uppiborið virðiligar umstøður eftir eitt langt arbeiðslív. Fyri trivnaðin hevur tað alstóran týdning at fáa okk­ urt stuttligt, spennandi og av­ bjóð­andi inn í gerandisdagin, eisini tá mann verður eldri, før­ leikarnir kanska eru skerdir, og mann er noydd/-ur at búgva á stovni. Haldi eisini at stovnarnir ikki skulu vera so stovnsmerktir. Øll hava vit brúk fyri at vera sædd, ung sum eldri. Øll hava vit brúk fyri upplivingum, at vit eru virkin og gera tað, sum gevur meining, og sum vit hava hug at gera. Tá fáa vit eitt gott og virkið lívskvøld. Vit sita ikki bara og bíða eftir, at onk­ ur kemur at vitja ella eftir at sleppa í song. Tá so er, gerst dag­ur­in langur og keðsemi og einsemi ótolandi. Tørvur er á fleiri røktar­ heims­plássum. Tí vil javn­ að­ar­flokkurin í komandi bý­ ráðs­setu útbyggja eldraøkið í kommununi m.a. við at rað­ festa demensøkið høgt og byggja nýtt ellis- og røktarheim í Kollafirði og í Havn. Javnaðarflokkurin hevur altíð gingið á odda at bøta um um­støðurnar hjá okkara eldru borg­ar­um. Hetta er framvegis ein týðandi partur í skrá flok­ sins, og komandi valskeið verð­ ur sum sagt neyðugt at taka stór tøk á eldraøkinum. ELDRAØKIÐ Heðin Mortensen Javnaðarflokkurin Bæði børn og barnsligar sálir hava av og á brúk fyri at spæla sær – og gjarna undir taki, tá ið tað kanska ikki viðrar at gera nakað uttandura. Tankin um eitt stórt spæliland hevur ofta verið nevndur, og hann er helst nærri enn nakrantíð. Í hinari samgonguni varð arbeitt við, at báðar fim­leik­a­r­ hallirnar í Finsen kundu brúk­ ast, men tað er síðani feiað av borðinum, so einki er komið burturúr enn. Men nú tað sær út til, at Vestara bryggja hevur hepnast so væl á fleiri økjum, kunnu vit saktans halda fram har – og enntá við munandi størri og betri møguleikum, enn tvær fimleikarhallir kun­ du givið. Skulu vit hugsa alternativt, so stendur allur tann mittasti bygningurin hjá Bacalao, sum er í fimm hæddum, klárur at gera til eitt stórt spæliland, um tað er tað, vit vilja hava. Har eru bestu karmar um eitt stórt innandura spælipláss, ið kann brúkast allan dagin og um kvøldið við. Og so hóskar eitt spæli­land væl til skating og klintring, sum frammanundan eru í grannabygninginum. Fyri alla familjuna Eitt slíkt spæliland vendir sær kanska mest til tey smáu ella smæstu, men verður rætt borið at, kunnu bæði smá og stór børn fáa gleði av stóra spæli­landinum á Vestaru brygg­ju, tí eisini tey vaksnu eru í gongd. Her ber til at geva øllum barnafamiljum eitt gott til­boð, har børn og vaksin kunnu hugna sær saman. Fyrimunirnir við einum slík­um spælilandi kunnu vera so nógvir. Ein tann størsti er, at hóast veður og vindur kanska ikki loyva spæli uttandura, ber altíð til at spæla innandura í stað­in. Bacalao-bygningurin hevur fimm hæddir, ið geva møgu­leika fyri ymsum hølum, so tað eitt nú ber til hjá eini familju at fara í spælilandi at halda føðingardag ella familju­ út­ferð. Tórshavnar kommuna eig­ u­r longu bygningin, so vit kun­nu fara í gongd, so skjótt vit sleppa framat, og um vilji er til tað. STÓRT SPÆLILAND Á BACALAO