Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. oktober 2020síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

TÓRSHAVNAR KOMMUNA MIKUDAGUR 28. OKTOBER 2020 · NR. 75 Sosialurin 18 Vilmund Jacobsen Á kommunuvalinum í 2016 gjørd­ist Annfinn Brekkstein fremstur á sambandslistanum í Tórs­havnar kommunu við 366 atkvøðum - ella trimum at­kvøðum fleiri enn Kaj Leo Holm Johannesen, sum var á øðrum plássi, men sum ikki er á sambandslistanum til bý­ráðs­ valið hesaferð. Annfinn Brekkstein hevur verið aktivt uppi í kom­mun­ al­politikki heilt síðan 1988, tá hann fyrstu ferð varð valdur í bygdaráðið fyri Kirkjubøar kommunu, sum eisini fevndi um Velbastað. Her var hann kom­munustýrislimur í til­sam­ ans 16 ár. Á býráðsvalinum í 2004, tá Kirkju­bøar kommuna hevði lagt saman við Tórshavnar kom­munu, gjørdist hann ov stutt­ur. Tískil var Annfinn Brekk­stein ikki í býráðnum árini 2004 til 2008. Sjálvur sigur hann, at arbeiðs­orkan var lítil til valið í 2004, tá deyðsføll skak­aðu familjuna. Tískil gjørdi hann lítið burtur úr til kommunuvalið hetta árið. Men, á valinum í 2008 fekk hann aftur flestar atkvøður á sam­bandslistanum og gjørdist bý­ráðs­limur í Tórshavnar kom­ munu. Annfinn Brekkstein, sum er seksti ára gamal, er fødd­ur í Havn og uppvaksin á Velba­ stað, har hann eisini sleit sínar barnaskógvar. Pápin, sum doyði í 2009, var av Velbastað og mamman, sum í dag er 87 ára gomul, er ættað úr Vági, men hevur eisini røtur úr Gøtu. Kona Annfinn Brekkstein, Ruth, sum er fødd Joensen, er úr Nólsoy. Tey bæði eiga tvær vaksnar gentur og tríggjar abba-og ommusynir, Annfinn, Óðin og Rók. - Eg stillaði fyrstu ferð upp sum blaðungur. Mær hevur al­ tíð dámt væl kom­munal­poli­ tikk, og eg havi havt stóran áhuga fyri nærumhvørvinum - grannalagnum, bygdini, teimum eg eri saman við og fólki, ið eg kenni. Sum ungur, fylti ítrótturin og tey fólk, eg her hevði við at gera, ógvuliga nógv. Lærdi og mentist Annfinn Brekkstein spældi bæði fótbólt og hondbólt. Hann vann tvey meistaraheitið við HB, ávikavist í dreingjum í unglingum, og í hondbólti spældi hann fleiri enn 280 dyst­ir fyri Kyndil, har hann eisini var við til at vinna fleiri meistara­heiti. Hann varð úttikin til hópin, sum skuldi manna dreingja-og unglingalandslið í fótbólti, og hann var eisini á A-landsliðnum í hondbólti og leikti Evropa Cup dystir fyri Kyndil. - Eg fall ógvuliga væl til bæði í HB og Kyndli, og her mentist eg nógv sum ítróttarmaður og menniskja, eins og eg fekk eitt stórt forstáilsi fyri felagslívi. Velbastaðmaðurin, sum altíð hevur verið virkin, kann fegnast um góða heilsu, og sjálv­ur sigur hann, at hann er fullur av orku frá morgni til kvølds. - Mær dámar væl at ganga, og eg gangi eisini nógv í náttúru­ni. Kríatúr hevur altíð verið ein partur av okkara famil­ju, og eg havi eisini hjálpt beigg­ja mínum við festinum. Nú havi eg so eisini sagt ja til at reka festið, sum er 90 áseyðir, fyri beiggja mín í nøkur ár. Annfinn Brekkstein tók sum blað­ungur eina útbúgving sum goymslu-og skrivstovumaður hjá Reyni Service, og í 1980 tók hann HMX-prógv. Hann tók bankaútbúgving 1 í 1992, og í nógv ár arbeiddi hann í før­ oysku bankunum, seinastu ár­ ini í Eik. Men, hann hevur eisini gjørt sær ymiskar aðrar arbeiðs­ roynd­ir í lívinum. - Miðskeiðis í áttatiárunum arbeiddi eg í nøkur ár sum eyka­politistur, og hetta dámdi mær ógvuliga væl. Fólk, eg arbeiddi saman við, hildu, at eg skuldi farið á politiskúla, men soleiðis bleiv ikki. Í mai í 1988 byrjaði Annfinn Brekkstein sum ráðgevi innan bil­bransjuna hjá SB Finans, sum táverandi Sjóvinnubankin átti. Bakgrundin var hansara út­búgving sum goymslu-og skriv­stovumaður hjá Reyni Service, har hann byrjaði at arbeiða longu í 1975. Annfinn Brekkstein sigur, at sum tíðin leið endaði hann inni í Sjóvinnubankanum, har hann las við síðuna av banka­ starvinum og soleiðis tók banka­út­búgving 1. Árini 1992 til 1995 vóru vinnukundar eisini partur av hansara arbeiðsøki í bankanum. Tað eru hjartamálini Men, hvat er tað, sum ger, at fólk tíma at fáast við kom­ munal­politikk eitt so langt tíðar­skeiði av lívinum? - Tað er í fyrsta lagi áhugin fyri at fáa ting at henda og flyta seg - ting, sum kunnu verða til gagns fyri okkum øll. Sjálv­ur haldi eg, at hjartamálini flyta seg eitt sindur eftir, hvar tú ert í lívinum. Tá tú gerst tilkomin og kann teljast upp í eldra endan, er tað ikki minst um­støðurnar hjá okkara børnum og gomlu, sum fylla nógv. Hetta eru fólk, ið vit sum samfelag hava skyldu til at taka okkum av. Hetta merkir tó ikki, sigur Annfinn Brekkstein, at áhugin er burtur fyri øðrum tingum, tvørturímóti. - Eg eri nógv upptikin av, at vit eiga at hava nóg mikið av grund­stykkjum í Tórshavnar kom­munu. Tó haldi eg tað vera týdn­ingarmikið, tá kommunan hevur brúk fyri meira lendi, at tey, sum ráða fyri borgum, á ein fólksligan hátt fyrst seta seg í samband við tey, sum sita við jørðini, sigur hann. Útboðið má vera størri Annfinn Brekkstein ásannar, at kommunan í løtuni ikki hev­ ur nóg mikið av byggilendi til fólk og familjur, sum ynskja at seta búgv. Hann heldur tað vera sera umráðandi, at fólk, sum hava hug at seta seg nið­ ur í høvuðsstaðnum, eisi­ni fáa henda møguleika. Tí eigur kom­munan eisi­ni at hava fjøl­ broyttar bú­stað­ar­møgu­leikar. - Sum kommuna eiga vit ikki at lata fólk, sum vilja búgva her, fara frá okkum. Tað má ikki henda, at fólk, sum vilja búgva í høvuðsstaðarkommununi, noyð­ast at velja okkum frá, tí vit ikki hava bústaðarmøguleikar. Tað er eisini týdningarmikið, at ein arbeiðsmaður - ella ein arbeiðskvinna - hevur fíggj­ar­ liga orku til at seta føtur undir egið borð í høvuðsstaðnum. Tí hevur tað eisini stóran týdning, heldur býráðslimurin, at kommunan hevur eitt stórt út­boð, soleiðis at fólk hava møgu­leikan at seta búgv fyri ein líkinda kostnað. Fyri at vera verandi í nær­ um­hvørvinum hjá Annfinni Brekk­stein, er Tórshavnar kom­mu­na í holt við at gera eina nýggja útstykking Úti á Heyggi á Velbastað, har fest­ arin eisini hevur givið sítt til­mæli. Tað eru eini 14-15 ár síðan, at nøkur grundstykki sein­ast vórðu útstykkjað á Velba­stað. Hetta var ein privat út­stykking, og her eru onkur ein­støk grundstykki eftir. - Eg vóni og vænti, at grund­ stykkini, sum ætlanin er at leggja Úti á Heyggi, kunnu selj­ ast longu komandi vár. Hesi liggja í góðum byggilendi, sigur hann og leggur aftrat, at arbeitt verður eisini við einari minni út­stykking í Kirkjubø. Nú kommunuval stundar til, hevur velbastaðmaðurin sagt, at Tórshavnar kommuna í kom­andi valskeiði í minsta lagi skal útvega fólki, sum vilja seta búgv í kommununi, 250 grund­ stykki. Hann ásannar, at hesi nøkta neyvan tørvin, sum er og verður, men hann heldur, at hetta er eitt gott mál at seta sær hjá einum núvaldum býráði, sum tekur við hin 1. januar 2021. Breiðan vinaskara Annfinn Brekkstein sigur, at hann hevur ein breiðan vina­ skara, sum hevur stuðlað hon­ um sera væl, og hesin vinaskari gongur tvørtur um politisk mørk. - Eg havi vinir og stuðlar úr ymiskum politiskum heraðs­ horn­um, og tískil havi eg kunn­að fegnast um, at eg havi verið stuðlaður til framhald í býráðsarbeiðnum, sigur Ann­ finn Brekkstein. BYRJAÐI UNGUR Í POLITIKKI Sum ungur, fylti ítrótturin og tey fólk, hann hevði við at gera, ógvuliga nógv. - Eg fall væl til bæði í HB og Kyndli, og her mentist eg nógv sum ítróttarmaður og menniskja, eins og eg fekk eitt stórt forstáilsi fyri felagslívi, sigur Annfinnur Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin - Vit eiga at hava nóg mikið av grundstykkjum í Tórshavnar kommunu, sigur Annfinnur Brekkstein