týsdagur 27. oktober 2020síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
TÓRSHAVNAR KOMMUNA
MIKUDAGUR
28. OKTOBER 2020 · NR. 75
Sosialurin
19
Árni Gregersen
Í samgonguni, sum var skipað
eftir seinasta val, var Framsókn
ein partur.
Bergun Kass var vald inn
fyri flokkin og tá ið óvænaða
samgongan bleiv kunngjørd
á tíðindafundi, vísti tað seg,
at nýggjasti flokkurin í býráð
num var partur av nýggju sam
gonguni.
Tá
ið
nevndirnar
vóru
skipaðar vísti tað seg, at ein
asta umboð floksins fekk for
mansskapin í eldranevndini og
trivnaðarnevndini.
-Hetta var sjálvandi spenn
andi, men eisini stórar upp
gávur fyri meg, sigur Bergun
Kass, nú hon ger seg til reiðar
til komandi býráðsval, nú 10.
november.
Hon vísir á, at tað er ógvuliga
tungt, tá ið einsamallur um
boðar ein flokk, tí tá eru ikki so
nógv við innliti í aktuella kom
munalpolitikkin at sparra við.
-Tað krevur eisini, at ein
sjálvur er noyddur at luttaka
í øllum fundum, sum hava við
økið at gera og tað tekur ómeta
liga nógva tíð, sigur hon.
-Hetta er arbeið, sum ein
hevur afturat øðrum arbeiði, so
dagurin verður væl og virðiliga
brúktur, leggur hon afturat.
Hon sigur, at arbeiðið í hes
um báðum nevndunum hevur
tikið nógva tíð og orku, men
eftirsum hon einsamøll hevur
umboðað flokkin, so hevur hon
eisini tikið lut í býráðsarbeiðnu,
sum hevur við onnur øki at gera
– millum annað situr hon eisini í
fíggjarnevndini.
Nógv bundin
Sitandi býráð tók við eftir eina
samgongu, sum setti ferð á
nógv økir og á taznn hátt bant
eina rúgvu av pengum í tær
íæøgur, sum nú eru um at vera
liðugt gjørdar.
Skúlin á Fløtum og Musik
skúlin eru liðnir, so nú fer at
loysna nakað.
-Tá ið eg kom inn, tá vildi
eg so nógv, men tað vísti seg
skjótt, at neyðugt er at hav atol,
tí alt kann ikki gerast í senn.
Ein raðfesting má gerast, sigur
Bergun Kass.
Tað sum liggur henni nógv á
sinni er at byggja røktaríbúðir
til fólk, sum kanska ikki klára
seg heima, men sum helduir
ikki hava fyri neyðini at fara á
ellisheim.
-Í slíkum smærri røktar
íbúðum – knýttar at onkrum
heimi – ber væl til hjá tveimum
eldri fólkum at klár seg, fáa tey
nakað av hjálp, sigur hon.
Hon vísir á, at dýrasti mátin
at hjálpa teimum eldru er at
fáa tey inn á ellisheim. Eitt
slíkt pláss kostar kommununi
60.000 krónur um mánaðin.
Verða hesir pengarnir um
raðfestir, so kann nógv gerast
við heimarøkt og annað, heldur
umboðið
fyri
Framsókn
í
Tórshavnar býráð.
Er gjørt
Bergun Kass vísir á, at nógv er
gjørt hesi árini. Ein demens
deild er gjørd á Tjarnargarði
og nú verður søkt eftir fólki til
umlætdtingar- og endurvenj
ingarheimið URD í Hoyvík.
-Sjálvandi skulu vit eieisini
hava ellis heim, men tað er
neyðugt, um vit vilja hava fólk
at búgva heima longst møgu
ligt, at tey so fáa hjkálp til tað,
sum tey annars ikki klára, sigur
Bergun Kass.
Hon heldur eisini, at tað er
neyðugt, at fólk, sum skulu taka
sær av røktini av teimum eldru,
hava neyðugu førleikarnar og
at tað skal uppraðfestast.
-Ein heilsuskúli er í Suðuroy,
men hann ger ikkia t vit fáa
nóg nógv útbúgvin starvsfólk
til økið her hjá okkum. Suður
oyggin hevur nóg mikið av
útbúnum starvsfólkum, men
í Havn hava bert helvtin av
starvsfólkunum neyðugu út
búgvingina, sigur Bergun Kass..
Hon metir sjálv, at tað er
ein forðing, at skúlin liggur í
Suðuroy, tí tað er ov langt at
fara hjá tilkomnum – serliga
kvinnum við familju – til Suð
uroyar og heldur at tilgongdin
hevði verið størri, var skúlin
onkustaðni har sum koyrandi
er til í meginøkinum.
-Stutt sagt, so liggur ætlanin
við røkttaríbúðum ógvuliga
frammarlaga, sleppi eg aftur at
fáa ávirkan, sigur Bergun Kass.
TUNGT AT VERA
EINSAMØLL MEN
SPENNANDI AVBJÓÐING
Bergun Kass hevur
einsamøll umboðað
Framsókn í hesi
býráðssetuni, sum
nú fer at halla
Bergun Kass der forkvinna í bæði eldranevndini og trivnaðarnevndini