Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-27, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. oktober 2020síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

JÓLABORÐ MIKUDAGUR 28. OKTOBER 2020 · NR. 75 Sosialurin 30 Steinar Patursson Pætur Trónd Thomsen, stjóri í Hotel Hafnia og Hotel Bran­ dan, er ikki í iva um dygdina í jólatilboðunum hjá Hafnia og Brandan, og saman við matstovuni Katrinu Christian­ sen, ið samtakið eisini eigur, hevur samtakið sett saman ymsar matskráir og ymsik borð­hald, soleiðis at gesturin fær júst tað, ið hann vil hava. – Húsagarður, matstovan á Hotel Brandan, fer at hava opið gerandiskvøld nú eftir kom­andi fríggjadag, og saman við matstovuni á Hotel Hafnia og Katrinu Christiansen eru tríggjar matstovur, sum eru sera væl egnaðar til smærri borð­hald. Og tað er sjálvandi ikki bara fyri fyritøkur. Vit taka fegin ímóti familjum, pørum og øðrum privatum selskapum eisini, sigur Pætur Trónd Thom­sen. Bjóða egin høli Umframt jólaborðhald í matstovunum ber eisini til at fáa eitt jólaborðhald fyri seg sjálvan í einum av teim­ um mongu hølunum, ið gist­ ingarhúsini hava til enda­málið. – Vit hava eisini møguleika fyri at gera jólaborðhald í egin høli. Í hesum tíðum eru nógvar fyritøkur, ið býta jóla­ borð­haldið eitt sindur upp eftir deild, sigur Pætur Trónd Thom­sen og leggur aftrat, at jólaborðhaldini kunnu strekkja seg frá tveimum og upp til 100 fólk. Pætur Trónd Thomsen vænt­ ar eisini, at jólaborðhaldini vera minni, enn tey plaga. Flestu arbeiðsgevarar ynskja at bjóða starsvfólkunum til eitt hugnaligt, men trygt, jóla­borð­ hald, og nú koronu­tilmælini standa við, metir Pætur Trónd Thom­sen, at nógv starvspláss fara at nýta møguleikan at býta starvsfólkahópin upp, soleiðis at ikki ov nógv sita saman. Og tað ber væl til á Hotel Hafnia og Hotel Brandan. – Vit hava trygg umhvørvi at halda jólaborðhald í, sigur Pætur Trónd Thomsen. Fjølbroyttar matskráir Við trimum matstovum ber eisini til at hava fjøltáttaðar mat­skráir, og hetta er eisini nakað, sum tey í samtakinum hava gjørt sær dælt av. Á Hotel Hafnia verður millum annað borð­reitt við smyrjibreyði við sild, fiskaflaki og rækjum áðrenn høvuðsrættin, ið verður roastbeef, dunnulør og rivja­ steik, meðan Húsagarður borð­ reiðir við millum øðrum skelja­ djóra­risotto, lambs­ku­lottu og kirsuberjaostakøku. – Øll støðini hjá okkum bjóða upp á jólamat - okkurt kanska við einum lítlum twist, men yvirhøvur lekran, klassiskan jólamat. Til teirra, ið ynskja at halda jólaborðhaldið við hús ella kanska á arbeiðsplássinum sjálvum, ber eisini til at fáa jóladøgurðan út úr húsunum, leggur Pætur Trónd Thomsen aftrat. Tær nýtist ikki at fara heim aftur Hetta verður fyrsta árið, at Hotel Brandan er opið um jóltíðir, og leiðsla og starvsfólk eru, sum vera man, sera spent upp á at bjóða inn til jóla­borð­ hald á hugnaliga nýggja gist­ ingarhúsinum. – Vit hava Húsagarð, har vit hava gjørt eitt fantastiskt á la carte konsept. Og so hava vit eina fantastiska matskrá, sum vit bjóða í veitsluhølunum. Og tað góða við at hava jóla­ borðhald á einum hotelli er, at vilt tú liggja nátt, so gert tú tað. Tær nýtist ikki at koyra allan vegin heim aftur, sigur Pætur Trónd Thomsen. Jólini byrja í Katrinu Christiansen Umframt at bjóða jólaborðhald, fer Katrina Christiansen at seta hol á jólini í november mánaði. 11/11 kl. 11 letur jólakaféin á Katrinu Christiansen upp, og har ber til at keypa vafflur, heitt kaka, heimabakaðar róma­bollar og heimagjørt gløgg. – So vit gleða okkum ótrúliga nógv til jólar, og vit gleða okk­ um at bjóða vælkomnum til allar okkara jólagestir, sigur Pæt­ur Trónd Thomsen, stjóri á Hotel Hafnia og Hotel Brandan. HAVA EITT TILBOÐ TIL ØLL Við tveimum gistingarhúsum og einari matstovu í hjartanum í Havnini ber til at seta jólaborðhaldið saman til júst eftir tí tørvi, ið gesturin hevur