Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-27, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. oktober 2020síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

JÓLABORÐ MIKUDAGUR 28. OKTOBER 2020 · NR. 75 Sosialurin 33 Júst nú eru nógvir jarðlitir í mann­ fólkamótanum. Vit síggja nógv brúnt – bæði myrkt og ljóst - og grønt Eitt sett við svørtum kovboybuksum, skjúrtu og pullover við blazara jakka, ella bomberjakka er smart, fínt og avslappað og hóskar væl til eina jólaveitslu. Ein rullukragatroyggja riggar eisini væl, um ein ikki velur skjúrtu. Hvítir leðursneakers hóska væl til, heldur Hávardur í Stórustovu. Lekkran yvirfrakka Fert tú í pen klæðir, so sum ein lekkran klædning ella annað stás, sær tað sera snøkt út við einum góðum frakka útyvir eisini. – Yvirfrakkar hitta í vetur, og tað er heppið, tí umframt at teir hjálpa tær at halda hitanum, verja teir ofta viðkvæma klædningin móti vindi, regni og kava, sigur hann. Avslappað klæði – Vit selja serliga nógvar behagiligar klædningsbuksur, sum sita sum smalar kovboybuksur og eru lættar at vera í. Hesar eru fínar, men tær eru ikki ov fínar til minkaða jólaborðhaldið. Tær kunnu til dømis setast saman við einum bomberjakka við snarlási. Tá verður tað beinavegin meir avslappað, greiðir hann frá. Klædningur Blái klædningurin, sum hevur verið nógv í myndini seinastu árini, er enn nógv umbiðin og væl umtóktur. Vel gjarna ein sterkan bláan lit, vegleiðir Hávardur í Stórustovu. Slips ella butterfly? Í Skálki selja tey fleiri slips enn butt­e­ rfly júst nú, og tað eru serliga slips við retrostrípum, ið eru væl umtókt. Slips­ ini eru 5cm, 7cm og 9cm. – Tað eru serliga teir yngru mennir­ nir, ið velja tey smølu slipsini, men gott er at hava í huga, at slipsið skal hóska til mannin, og er man breiður, klæðir man eisini betri tey breiðu slipsini. Er man hinvegin smalur, so er best at velja eitt smalri slips, hóast mótin er við at flyta seg yvir aftur á tey breiðari slipsini, greiðir leiðarin í Skálki frá. KLÆÐINI TIL JÓLAFROKOSTIN Fyri at halda tilmælini verða jólaborðhaldini í 2020 minni í stødd men fleiri í tali í ár enn undanfarin ár. Hetta merkir ikki, at arbeiðsplássini ikki hittast til borðhald og veitslu, men tað merkir væntandi, vit pynta okkum á ein øðrvísi hátt, heldur Hávardur í Stórustovu, leiðari í Skálki í SMS. – Vit verða meir avslappað í ár, enn vit plaga at vera til jólaborðhald, og eg vænti ikki, at vit fara at síggja líka nógvar klædningar, sum vit plaga, sigur hann Hóast jólaveitslurnar vera minni í ár, heldur Anja Joensen, leiðari í Gelluni í SMS, at konufólkini fara at gera nógv burturúr klæðunum. – Eg vænti, at vit fara at pynta okkum, hóast ballini ikki verða stór. Og vit fara at síggja nógv glitur á bæði klæðum og tilhoyri. Fólk tora væl at seta litir saman, og vit síggja longu nú nógv svart, gult og brúnt glitur, sigur hon og greiðir frá, at tað eisini eru fleiri sterkir litir so sum kongablátt, pink, turkis og meir dempaðir rustlitir í mótamyndini. Detaljur Júst nú er tað detaljurnar, sum mynda mótan. Nógvar detaljur eru í knappum, og í puffermum, sum er nógv at síggja. Eisini eru detalir so sum stórar sloyfur nógv frammi. Vestar hava verið nógv frammi í mótamyndini seinastu tíðina, og ein vestur kann eisini dempa eitt fínt sett eitt sindur, um ein ynskir tað, men ein vakur velurvestur kann eisini pynta eitt sett eyka nógv, heldur hon. Puffermar Kjólar við puffermum eru inn júst nú – bæði langir og stuttir kjólar. Puffermar eru eisini á klædningsjakkum og blusum. Summar føla seg ikki væl í kjóla, men eitt sett við glimmurbuskum og blusu við stilettum til er eisini ordiliga smart, greiðir hon frá. Stilettir í vetraveðri Hóast bæði langir og stuttir stilvar eru nógv at síggja júst nú, velja tær flestu einar stilettir til jólaborðhaldið og taka útiskógvarnar við í taskuna, flennir Anja Joensen. – Tí ein leðurstilvi ella einar sneakers dempa eitt fínt sett, hóast tað eisini kann rigga ordiliga væl, sigur hon. Tilhoyr Í Gelluni selja tey nógvar smúkkir bæði í gulli og silvuri. Serliga er tað stórar oyralokkar og ringar, sum eisini gjarna kunnu hava okkurt glitur á. Sokkabuksurnar til borðhaldið kunnu eisini gott hava okkurt serstakt á, sum til dømis gull, silvur ella reytt glitur, so at tað merkist, at tú skalt til jólaborðhald og ikki bert út at eta, greiðir hon frá. Hárprýði Hárprýði skal, sum alt annað júst nú, eisini glitra. Hárboylar, klemmur og spennir eru nógv at síggja, og tað riggar væl at blanda tað saman, sigur Anja Joensen. KLÆÐINI TIL HANSARA KLÆÐINI TIL HENNARA Annika Kunoy Im annika@sosialurin.fo