Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-27, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. oktober 2020síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

JÓLABORÐ MIKUDAGUR 28. OKTOBER 2020 · NR. 75 Sosialurin 34 Á Hvonn Brasserie á Hotel Tórs­havn bjóða tey til dømis jóla­mat út við. Harafturat eru tey í gongd við at gera nakrar »jóla­frokostpakkar« við sam­an­ settari skrá, har tú eitt nú kanst bíleggja ølsmakking í Mikkeller og tríggjar rættir í Áarstovu í einum pakka. Ella ein pakka har tú byrjar við einum vælkomudrykki á hvonn og fer so víðari á Skeiva Pakk­hús ella THE TARV at eta. Tað ber eisini til at halda jóla­borðhald í egnum høli til bæði smáar og stórar bólkar. Har bjóða tey hjá Gist & Vist vælkomin við durasnapsi, væl­ komu­drykki og brellbita við krabbarilettu Aftur í ár bjóða Katrin og Pól Fagra­klett til jólaborðhald í nýggju hølunum hjá Gása­dals­ garði miðskeiðis í Gásadali. Við framúrskarðarandi út­ sýni­num yvir Sørvágsfjørð og Tind­hólm er lagt upp til eitt minni­ligt kvøld, har føroysk mat­vøra er í miðdeplinum. Talan er um eitt staðbundið mat­upplivilsi, tí rávørurnar til jóla­borðhaldið eru næstan allar úr Gásadali. Á matskránni eru brellbitar úr sjónum, kálvasteik og røst súpan. Kálvarnir og seyðurin eru úr Gásadali, og í grundini eta gestirnir í somu hølum, har kálva- og seyðakjøtið fæst til høld­ar, tí matstovuhølini eru eisini góðkend sláturhøli. Hølini eru innrættað so­ leiðis, at tað er skjótt at skifta millum matstovu og sláturhús, og hetta kemur væl við hjá Gása­dalsgarði, sum eisini er virkin bóndagarður við 1 1/1 mørk av jørð í Líðarhaga. Úr matskránni er tað ikki bert kríatúrið, ið hevur sín upp­runa í Gásadali, tí garðurin bjóð­ar eisini upp á egin epli og egn­ar røtur til borðhaldið. Eitt lokalt matupplivilsi Gásadalsgarður bjóðar tær tað besta, ið Gásadalur hevur at bjóða uppá - í sjálvum sláturhúsinum JÓLAFROKOSTPAKKAR FRÁ GIST & VIST Hóast koronutíðin hevur lagt sína køvandi hond yvir virksemi hjá matstovuvinnuni, so hava tey hjá Gist & Vist lagt høvdini í blot soleiðis, at til ber at halda jólafrokostir, hóast vit skulu hugsa um frástøðu og smittuvanda Matskráin er hendan: FORRÆTTUR: Stoktar jákupskeljar við karameliseraðum jákupskeljakremi, feldsalati og súltaðari reyðrót MILLUMRÆTTUR: Lambskroketta við bóturtadressingi og kantarellum HØVUÐSRÆTTUR: Konfiterað dunna við pommes anna, rósukáli, grønkáli, granatepli og reyðvínssós OMANÁ: Súreplaterta við brendum heslinøtum og pistasiuísi Afturvið matinum fæst vín, øl, sodavatn, kaffi/te og afturvið. Hetta kostar 885 krónur fyri hvønn. Fyri 985 krónur fyri hvønn er íroknað frí barr við vín, øl og cider eftir borðhaldið í egnum høli. Høliskostnaðurin er úr 2.000 krónur. Gist & Vist bjóðar eisini gisting fyri 900 krónur íroknað morgunmat. Send ein teldupost til event@hotelforoyar.fo fyri at bí­leggja ella ring 317500 Eisini ber til at bíleggja leski­lig­an jólamat heim við frá Hotel Føroyum. VEL ÍMILLUM: Jóladøgurða (2 ella 3 rættir) Jólasjálvtøkuborð Ræst kjøt