týsdagur 27. oktober 2020síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 28. oktober 2020 · Nr. 75
STUÐUL ÚR
JÓLAMERKJAGRUNNINUM
Nú ber til at søkja stuðul úr Jólamerkjagrunninum.
Stuðul verður latin á hvørjum ári til stovnar, feløg og onnur, ið
virka fyri tiltøkum til frama fyri børn. Eisini kann stuðul latast til
tiltøk til frama fyri ungdóm, fólk, ið bera brek ella onnur samfe-
lagsgagnlig endamál.
Síðan jólamerkjagrunnurin varð settur á stovn í 1979, er stuðul
latin til nógv ymisk endamál. Seinastu árini hevur grunn-
urin latið felagsskapinum KRIS, skótaliðnum hjá KFUM og ‘Øll
hava rætt til góð barnaár’, ið er eitt tilboð hjá Bláa Krossi
Føroya, stóran stuðul.
Sambært viðtøkunum fyri grunnin hevur jólamerkjagrunnurin til
endamáls at býta út vinningin av søluni av jólamerkjum, ið
Posta gevur út. Nýggj jólamerki verða sniðgivin hvørt ár og í ár
hevur Suffía Nón sniðgivið jólamerkini. Eitt ark við 30 merkjum
kostar kr. 30,00 og ársins jólamerki fáast til keyps á Posta og á
stamps.fo frá 2. november 2020.
Vælgrundaðar umsóknir við fullfíggjaðari fíggjarætlan hava fyri-
mun. Tó kann stýrið játta stuðul eftir egnum uppskoti. Freistin at
senda inn umsókn er 2. november 2020. Umsóknin skal stílast
til Jólamerkjagrunnin og sendast til:
jolamerkjagrunnurin@posta.fo ella við brævi til
Jólamerkjagrunnurin
Postsmoga 3009
110 Tórshavn
AÐALFUNDUR OG
ALMENNUR FYRILESTUR
AÐALFUNDURIN Í EPILEPSIFELAG FØROYA
VERÐUR Á HOTEL HAFNIA
29. OKTOBER 2020 - KL. 18.00
KL. 19.00 VERÐUR ALMENNUR FYRILESTUR
•
Bjarke á Rógvu Hansen kemur at greiða frá ymiskum møguleikum
viðv. skurðviðgerðum fyri epilepsi.
•
Emil Joensen Rønnebech kemur at greiða frá skurðviðgerð sínari.
Í hesi koronatíð mugu vit fylgja leiðreglunum um frástøðu.
Í hesum sambandi mugu tit melda til, so vit lúka krøvini.
Sigið frá hjá rs@januar.fo ella á tlf. 554710.
Freistin at boða frá luttøku er í seinasta lagi 28. oktober.
Tórsgøta 1, FO-110 Tórshavn
Minnist til
haldaragjaldið