týsdagur 27. oktober 2020síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. oktober 2020 · Nr. 75
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
28. okt - 01. des. 2020
Odense Harmonika Center
Søla og framsýning av brúktum og nýggjum
harmonikum.
Møguleiki er fyri umvæling.
Opið má. - fr. 10.00-18.00
Ley. 10.00-14.00
Høvdagøta 5, 160 Argir - tel. +45 65959600
TØKK
Hallgerð Hansina Biskopstø
f. 05.06.1933 – d. 07.06. 2020
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá elskaða mamma, vermamma,
omma og langomma okkara andaðist og varð
jarðað.
Vit takka starvsfólkunum á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi og á Heiminum við Vágna fyri góða
røkt og umsorgan.
Takk Øssur Kjølbro, prestur, fyri góð
og troystarrík orð í kapellinum og í
Christianskirkjuni.
Eisini takka vit hjartaliga sangarum,
kirkjutænarum, organisti og gravarum.
Takk fyri blómur, kransar og heilsanir, og takk
øll tit, sum fylgdu henni til hennara seinasta
hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Randi, Olga, Óli Hans, Hanus, Borgar,
Jóngerð, Eyðbjørg og Fríðbjørg
TØKK
Bernhild Maria Lindenskov
f. 21.08.37 – d. 23.06.20
Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu,
í stóru sorg okkara, tá okkara góða elskaða
mamma, vermamma, omma og langomma,
so bráðliga bleiv tikin frá okkum.
Takk til starvsfólkið á B7 á
Landssjúkrahúsinum. Takk til prestarnar
Marjun í Kálvalíð og Sverra Steinhólm,
fyri troystarrík orð.
Takk til tykkum, sum hjálptu til við ervinum,
og lán av missiónshúsinum, sum hjálptu til
við stroymingini í kirkjuni, mintust mammu
við blómum og kransum, og fylgdu henni til
hennara seinasta hvíldarstað.
Av hjarta tøkk øll somul
og Guds ríku signing.
Heinina, Elisabeth og Sólbjørg
við familjum.
TØKK
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu
tá kæri bróður, svágur, mammubeiggi og
pápabeiggi okkara
Niclas Jóhansen
Strendur
f. 19.12.1950 – d. 08.04.2020
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til prestarnar fyri góð og troystarrík orð.
Bergur D. Joensen á landssjúkrahúsinum,
Símun P. Jacobsen til kórsetingina og Jógvan
Fríðriksson til jarðarferðina
Takk fyri heilsanir, uppringingar, blómur og
kransar. Takk til sangarar og berarar. Takk
til tykkum sum møttu upp á kapellinum og
kirkjugarðinum í frástøðu.
Vegna familjuna
Selma, Anni, Sanna, Bergur og Súsanna
við familju.