hósdagur 29. oktober 2020síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJAGUR 30. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 76
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
12
– Vit vóna, at mill
umloysnin verð
ur so stutt sum
gjørligt, sigur að
alskrivarin í ÍSF,
Petur Mittún
VILMUND JACOBSEN
Í gjár varð grabbin settur í gamla
ÍSF-húsið í Gundadali, sum nú
skal rívast niður. Men, áðrenn
hetta varð gjørt, vóru nakrar tak
plátur fyrst tiknar av bygning
inum.
Pláturnar, sum eru úr onkrum
slagi av asbesti ella eternitti,
skulu fyrst takast av, áðrenn
húsið verður rivið niður. Sum
skilst, eru 14 dagar settir av til
niðurtøkuna av gamla ÍSF-húsi
num.
Aðalskrivarin í ÍSF, Petur Mit
tún, sigur, at felagsskapurin hev
ur leigað eini hús, sum Menta
málaráðið eigur á Frælsinum.
Men, her eru ikki øll sersam
bondini komin við og í húsunum,
sum standa á høvdini millum
skúlan og serdámsdepilin, er
einki goymslupláss, men bert
skrivstovupláss.
- Eg haldi, tað er ein rímiligur
meiriluti millum sersambondini
um, at nýggju ÍSF-húsini skulu
byggjast í Gundadali, men enn
er eingin endalig avgerð tikin
um hetta. Nú verður so gamla
húsið rivið niður, og vit vóna
sjálvsagt, at millumloysnin
verður so stutt sum gjørligt,
sigur aðalskrivarin í ÍSF, Petur
Mittún, sum hevur starvast í
gamla ÍSF-húsinum seinastu
fýra árini.
Nýggj íscafé
í streetfood
stíli hevur latið
upp á Bacalao í
Havn
Í summar hava fólk kunnað
keypt ís og sonevnt churros úr
einum matvogni á Vaglinum í
Havn. Tað er fyritøkan ÍS, sum
hevur staðið fyri framleiðsluni
og søluni.
Nú heystið er komið, hevur ÍS
latið upp íscafé á gamla Bacalao
virkinum í Havn.
Seinastu vikurnar hevur verið
arbeitt við at innrætta hølið,
sum er gjørt í streetfood stíli,
sum fólk helst kenna úr útlandi
num. Hetta er fyrsta stig at
royna eitt streetfood konsept á
Bacalao, og eydnast tað væl, er
ætlanin at leggja aðrar matsølur
afturat seinni.
Tað er Kenneth Ellefsen, sum
drívur ÍS, og hann stendur eisini
fyri framleiðsluni. Føroyski
ísurin hevur fingið íblástur frá
ítalska ísinum, sum verður rokn
aður sum nakað serligt. Føroysk
mjólk verður brúkt til ísin.
Íscaféin er nú opin.
NÝGGJ ÍSCAFÉ Á BACALAO
Kenneth Ellefsen er maðurin handan nýggju
íscafé'ina, sum hevur latið upp í hølunum hjá
Bacalao í Havn
– Hetta ger at nú má handlast
Mikudagin setti Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, stóra grabban í takið á ÍSF-húsinum, sum skal beinast burtur til tess at gera pláss fyri nýggja 50
metra svimjihylinum. (Mynd: Ólavur Frederiksen)