Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 2020síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 76 11 ÁRNI GREGERSEN M ong hava sein­ astu vikurnar sæð nýggja hav­rann­ s ó k n ­a r ­s k i p i i ð , Jákup Sverra, siglt aftur og fram eftir Skálafjørðinum, umframt aðra­staðni millum oyggjarnar. Skipið skuldi handast landi­ num í summar, men seinkingar vegna korona og annað hevur gjørt, at royndartúrurin fyri inn­bodnum ikki verður fyrr enn leyg­ar­dagin. Korona hevur lagt forðingar fyri, at fólk úr øðrum londum, sum hava havt ymiskt við skipið at gera, ikki hava kunnað ferðast frítt millum lond. Talan er um eitt sera fram­ komið og hátøkniligt skip. Alt verðu rikið við el og alt skal passa saman. Tí hevur skipið siglt allar hesar túrarnar fyri at fáa tingini at virka saman, men nú er komið und­ir land. Skipið verður doypt á Skála leygar­dagin klokkan 11 og fer síðani ein fram­sýningartúr við inn­bodnum, so mongum, sum al­mennu tilmælini loyva. Jákup Sverri fer at avloysa Magnus Heinason sum hav­rann­ sóknarskip. Jákup Sverri royndartúr Nýggja havrannsóknarskipið fer framsýningartúr við innbodnum leygardagin Jákup Sverri fer framsýningartúr leygardagin ÁRNI GREGERSEN Í fyrsta ársfjóðringi k­om­ andi ár, fær Løgtingið høvi at gera eina eftirmeting av teimum sjey sendi­stovun­ um, sum Føroyar tá hava. Hesum boðaði lands­stýris­ maðurin við uttanríkismálum, Jenis av Rana, frá, tá ið han lut­ tók í einum kjaki á FM1. Føroyar hava í løtuni seks sendistovur kring heimin. Tær eru í Íslandi, Danmark, Bret­ landi, ES, Russlandi og Kina. Tann sjeynda letur upp í Yel Aviv í Ísrael og sendimaður er settur í starv har. Í samgonguskjalinum hjá sit­ andi samgongu stendur, at Før­ oyar skulu lata upp sendi­stovu í Ísrael. -Eg haldi sjálvur, at nógvar góðar grundir eru til tess, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkismálum. -Hetta er nýhugsan. Ísrael er eitt sera framkomið land, Ser­liga eru tey frammarlaga inn­an gransking og nógvar altjóða fyritøkur hava lagt teirra gransking í Ísrael. Landið er eisini í oddinum innan læknavísind og annað, so har er nógv at læra, sigur lands­ stýrismaðurin. Nýggi sendiharrib, John Rajani, veit eisini at siga, at Ísrael innflytur millum 30.000 og 40,000 tons av laksi úr Noreg hvørt ár. -Sjálvandi kunnu vit eisini selja laks til teirra, leggur landsstýrismaðurin afturat. Mótstøða Í Løgtinginum var nakað av mót­støðu móti at lata eina sendi­stovu upp í Ísrael. Grundgevingin var fyrst og fremst, at Føroyar og Ísrael lítið og onki handilsligt samband hava frammanundan. -Tað var sjálvandi ein grund­ geving og sjálvur haldi eg, at vit høvdu fingið meira gagn úr einari sendistovu aðrastaðni enn Ísrael, sigur Aksel V. Johannesen, for­maður í Javnaðarflokkinum. Hann vísir til eina kanning, sum Vinnuhúsið gjørdi í 2017. Hon vísti at í vinnuni var størst­ ur áhugi at fáa eina sendistovu í USA, Brasilia, Australia, Taiwan og Vietnam. -Sendistovurnar hava sjálv­ andi ymniskar uppgávur – ikki bert vinnuligar. Tí má myndug­ leikin raðfesta eftir, hvørjar uppgávurnar eru, leggur hann afturat. Spurdur um, hvar hann held­ ur at Føroyar skulu lata næstu sendistovuna upp, sigur for­ maðurin í Javn­að­ar­flokki­num: -Tað haldi eg vit eiga at gera í USA. Vit hava sendistovur í Kina og Russlandi, so eg haldi tað er upplagt eisini at hava eina í USA. Men tá ið tað er sagt, so haldi eg ikki vit eiga at lata sendistovur upp aðrastaðni beint nú. Landsstýrismaðurin við uttan­ríkismálum, Jenis av Rana, er samdur við Aksel V. Johann­ e­sen, um at næsta sendistovan eigur at staðsetast í USA. Um tað skal vera í New Yrok ella Washington veit hann ikki enn. Hann vísir til, at í fyrsta ársfjóðringi næsta ár, verður eitt aðalorðaskifti um sendistovur og hvørja nyttu tær gera. -Vit eiga í øllum førum at bíða eftir at tingið hevur havt hetta aðalorðaskiftið áðreSnn vit taka nakra avgerð, sigur lands­ stýrismaðurin. Bæði Jenis av Rana og Aksel V. Johannesen eru samdir um, at Føroyar ikki kunnu hava sendi­ stovur í øllum heimsins londum. Tað kostar ov nógv. -Hinvegin havi eg onki ímóti at brúka 100 milljónir uppá sendi­stovur, geva tær okkum tvær milljónir í inntøku, sigur Ak­sel V. Johannesen. -Júst tí skulu vitd hava hetta aðal­orðaskiftið, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður. EFTIRMETING AV SENDI­ STOVUNUM EFTIR NÝGGJÁR Føroyar lata nú nýggja sendistovu upp í Ísrael – eftir nýggjár verða sendistovurnar eftirmettar John Rajani er fyrsti sendiharrin í Ísrael Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkismálum Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum