Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 76 10 ANNIKA KUNOY IM 23. oktober fekk Julia Feilberg Zachariasen handað fyrstu ADHD viðurkenningina. Julia Feilberg Zachariasen er sjúkrarøktarfrøðingur á ADHD toyminum á psykiatr­iska deplinum. Tað er ADHD felagið, ið hand­ ar viðurkenningina til per­son, ið hevur gjørt nakað heilt serligt fyri ADHD í Før­oyum. Julia hevur starvast sum sjúkra­røktarfrøðingur á psykiatriska deplinum í fleiri ár. Fyrst á seingjardeildini P40 og seinri í barna- og ung­dóms­ psykiatriini, har hon hevur hjálpt fleiri børnum og familjum teirra. Eftir nøkrum árum fór Julia at arbeiða í vaksna­psykia­triini at taka sær av ADHD-økinum burturav. Hon var við til at byggja upp tað, sum vit í dag kenna sum ADHD-toymið, og hevur í sínum arbeiði kunnað før­oy­ingar um ADHD. Starvsfelagar, ið hava starvast saman við Juliu, greiða frá, at hóast ikki nógv varð tosað um ADHD tá, og fleiri ikki rættiliga vistu, hvat tað var, merktist á Juliu, at henn­ara hjartamál var at seta sjón­eykuna á ADHD – at gera fólk tilvitað – at viðurkenna diag­nosuna. Eisini hevur ADHD felagið hoyrt frá fólki við ADHD og av­ varðandi teirra, at Julia hevur gjørt stóran mun í lívi teirra við ótroyttilig at hava undir­víst, ráðgivið og vegleitt tey. ADHD felagnum hevur eisini merkt hennara eldhuga, tí hon hevur veitt fakligt inn­ lit og hevur luttikið og hild­ið framløgur á tiltøkum‚ umframt at hon sum sparr­ings­p­artnari hevur deilt vitan. Julia fekk fyrstu ADHD-viðurkenningina Julia Feilberg Zachariasen hevur starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur á psykiatriska deplinum í fleiri ár. Fyrst á seingjardeildini P40 og seinni í barna- og ungdómspsykiatriini, har hon hevur hjálpt fleiri børnum og familjum teirra ANNIKA KUNOY IM J enis av Rana,  menta­ mála­ráðharri, sigur við Sosialin, at hann er gjørdur varugur við kritikkin, sum Sernám hevur fingið millum annað frá ADHD felagnum og arbeitt verður við trupul­leikanum. – Tað er tíðiligt, at vænt­an­ir­ nar til Sernám eru størri enn tað, sum Sernám megnar, einamest tí ov stórar byrðar verða lagdar á Sernám. Eisini fær Sernám ymiskt álagt, sum tey ikki hava ábyrgd av, sigur Jenis av Rana. Hann greiðir frá, at hóast tað er eyðsýnt, at Sernám hev­ ur ábyrgd av teimum børn­ un­um, sum tey hava hendur um, so er tað uppgávan hjá kommunulæknanum at ávísa til psykiatriskudeild á Lands­ sjúkrahúsinum, um talan er um barn, sum hevur tørv á at verða út­greinað fyri ADHD. Tað er ikki upp­gávan hjá Sernám útgreina børn fyri ADHD ella at at vegleiða foreldrum í at fara til kommunulækna við barni. Orsøkin til, at tað ikki verður screena fyri ADHD á millum annað Sernám er, at skal eitt barn útgreinast fyri ADHD, má ein serlækni gera tað, sigur menta­málaráðharrin. Hann heldur somuleiðis, at tað áliggur millum annað lærar­ um og heilsusystrum í skúlum at tosa við foreldur um børnini, sum hava tørv á útgreining og veg­leiða teimum til at fara til lækna. Somuleiðis sigur hann, at ADHD er eitt nýtt øki, sum hevur havt trupult við at verða javn­sett við aðrar sjúkur, og tað tekur tíð, aðrenn vit koma har til, sigur hann. – ADHD sum diagnosa er so mik­ið nýggj, og tað hevur tikið tíð at fáa hana viðurkenda inn­ an læknavísundina á okkara leiðum, og tørvur er á, at for­ dóm­ar verða brotnir burtur og at mannagongdir verða innar­ beiddar. Á hesum økinum er broyt­ing á veg, sigur hann eisini. ANNIKA@SOSIALURIN.FO Jenis av Rana: – Tað er ikki uppgávan hjá Sernám útgreina børn fyri ADHD ella at at vegleiða foreldrum í at fara til kommunulækna við barni. Orsøkin til, at tað ikki verður screena fyri ADHD á millum annað Sernám er, at skal eitt barn útgreinast fyri ADHD, má ein serlækni gera tað, sigur mentamálaráðharrin Vit kenna til kritikkin av Sernám Bjørg Dam, Julia Feilberg Zachariasen, Anna Nolsøe Joensen og Poula Patursson