Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 2020síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJAGUR 30. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 76 14 AMARIEL SÝNIR FRAM Í FOCUS Fyrr í mánaðinum fylti listamaðurin Amariel Norðoy 75 ár. Ætlanin var, at hann skuldi hava málninga­fram­ sýn­ing og halda føðingardag tá, men orsakað av støðuni við koronnusmittuni varð tað av ongum. Í dag let­ur so 75 ára føðingardagsframsýning hjá Amarieli Norðoy upp í Galerie Focus í Havn. Verkini hjá Amariel ferð­ ast framvegis kring temaið »Útróðrarbørn, sálmar lívsins«. Útróðrarbáturin Norðan var snúningsdepil í fam­ ilj­uni, tá ið Amariel vaks upp, og tað er Norðan á sín hátt eisini í listini hjá Amarieli. Framsýningin í Galarie Foc­us er opin fram til 12. november. NØVN Send hugskot, myndir, greinar ella annað til novn@sos.fo Tova Sonja Mary Hentze, fødd Jønsson, í Trong­is­vági, andaðist týs­dagin 27. oktober á Suð­ur­oyar Sjúkrahúsi, 90 ára gomul. Carl Sigurd Bær­ent­sen, ættaður úr Tórs­havn, búsitandi í Keyp­manna­ havn, andaðist leyg­ar­ dagin, 24. oktober, 81 ára gamal. Malan Bærendsen, fødd Mikkelsen, ættað úr Klaks­vík, búsitandi á Tvør­oyri, andaðist mána­dagin 26. oktober á Suð­ur­oyar Ellis- og Røkt­ arheimi, 88 ára gomul. Finnbjørn Danielsen, búsitandi í Mið­vági, andaðist á Lands­sjúkr­a­ hús­i­num mánamorgunin, 69 ára gamal. Amalie Mouritsen, Sør­ vági, andaðist í heiminum mána­morg­un­in, 90 ára gomul. Steingrím Harladsen, ætt­aður úr Sandavági, búsitandi í Vestmanna, and­aðist sunnudagin 25. oktober á Lands­sjúkr­a­ hús­i­num, 61 ára gamal. Tey, ið vilja minnast Stein­grím kunnu lata Miss­i­óns­hús­i­num í Vestmanna eina gávu, konta í pen­ing­a­stovn­u­ num. Ella Hvanney Hløð­vers­ dótt­ur, andaðist á Land­s­ pítalinum í Íslandi 18. ok­ tobur, 50 ára gomul. Ella var dóttur Helenu Fuglø, ætt­að úr Vági, og Hløðver Magn­usson búsitandi í Sand­gerdi Íslandi. Jákup Frits Højgaard, Ritu­vík, andaðist leyg­ ar­dagi­n 24. oktober, 77 ára gam­al. Jarðarferðin verður lýst seinni. Bjarnheðin Hansen, van­liga nevndur Heð­in, frá Gøtugjógv, and­að­ist leyg­ar­dagin 24. ok­tober í Gøt­u­brá, 84 ára gamal. Tey, ið vilja minn­ ast Heðin, kunnu lata Eldrasambýlinum Gøtu­ brá eina pen­inga­gávu, konta í pen­in­g­a­stovn­u­ num. Marin Elisabeth Wallace, dótt­ir Elsu Johannu Wal­ lace, fødd Rasmussen, og Richard Wallace, andaðist í heim­i­num í Ancaster, On­tario í Canada, 23. oktober, 38 ára gomul. Ása Sigurdsdóttir Mid­ jord úr Fuglafirði, and­að­ ist á Gøtubrá leygardagin, 85 ára gomul. Tey, ið vilja minn­ast Ásu við blómum ella kransi, kunnu lata Siloa eina peningagávu, konta í Norðoya Sparikassa 9865-9943719. Dalborg Jacobsen, fyrverandi sjukrasystir, ætt­að úr Leirvik, bú­sit­ andi í Klaksvík, andaðist á Klaks­víkar Sjúkrahúsi fríggj­a­dagin, 96 ára gomul. Kaj Johan Johannesen, Leir­vík, andaðist 21. oktober á Rík­is­sjúkra­hús­ i­num, 57 ára gamal. Petrea Stenberg, fødd Kjær­bo, úr Sumba, andaðist á Hamragarði 21. ok­tober, 89 ára gomul. Jarð­ar­ferðin verður lýst seinri. Herdis Malena Øregaard, van­liga nevnd Hedde, ættað úr Klaksvík, and­að­ ist í heiminum við Vágna mikudagin, 83 ára gomul. Herdis Tórarenni Pet­ er­sen, ættað úr Skúvoy, bú­sit­andi í Danmark, andaðist 16. oktober, 78 ára gomul. Herdis Malena Øregaard, van­liga nevnd Hedde, ætt­að úr Klaksvík, andaðist í heiminum við Vágna í dag, 83 ára gomul. Emily Poulsen, fødd Mid­ jord, Porkeri, andaðist sunn­u­kvøldið 18. oktober á Suð­ur­oyar Sjúkrahúsi, 54 ára gomul. Kristoffur Fonsdal, ætt­aður úr Vestmanna, bú­sitandi í Havn, and­að­ ist á Boðanesheiminum sunn­u­dagin 18. oktober, 85 ára gamal. Svanhild Hentze, fødd Djur­huus, ættad úr Søld­ ar­firdi, búsitandi í Havn, andadist miku­dag­in 14 oktober á Lands­sjúkr­a­ hús­i­num 86 ára gomul. Birgir Símunarson, ætt­ að­ur av Eiði, búsitandi í Keyp­mannahavn, and­aðist sunnudagin 4. okt­ob­er, 72 ára gamal. Ingrið Midjord, fødd Jac­obsen, búsitandi í Havn, andaðist týs­dagin 13. oktober á Lands­sjúkr­ a­hús­i­num, 82 ára gomul. Jarð­ar­ferðin verður lýst seinni. Josvein Michelsen, ætt­aður úr Mykinesi, bú­sitandi í Ålsgårde Dan­mark, andaðist sunnumorgunin 11. oktober, 73 ára gamal. Jarðarferðin verður ANDLÁT Leiðari er sett­ur á nýgga um­lætt­ ing­ar- og re­ha­ bili­ter­ings­stovni­ num í Hoy­vík Hanne-mi á Brúgv í Hoy­ vík er sett sum leiðari á nýggja umlættingar- og re­ ha­bil­i­t­er­ings­stovinum í Hoy­vík, Urd. Hanne-mi á Brúgv er úr Havn, dótt­ir Óla Christian og Sol­veig Jacobsen, og hon er gift við Hans Jo­ hann­es á Brúgv, stjóra á Sjó­v­innustýrinum. Tórshavnar kommuna skrivar í tíðindaskrivi, at nýggi stovnurin verður klár­ur at taka í brúk fyrst í kom­andi ári. Umlættingar- og reha­bil­ i­t­er­ings­depilin er fyrsti av sín­um slag í Føroyum. Hanne-mi á Brúgv er sjúkra­røkt­ar­frøð­ing­ur, og hon hevur drúgvar royndir sum leiðari. Hon hevur sum leið­ari royndir við at upp­ byggja nýtt virksemi og gjøgn­umføra tilgongdir, um­framt at hon hevur leitt og lagt deildir saman. Hanne-mi á Brúgv hevur somu­leið­is royndir sum leið­ari inn­an um­lætt­ing/ stutt­tíð­ar­pláss og demens­ øk­ið. – Tórshavnar kommuna fegn­ast um, at leiðarin nú, sam­an við leiðaranum fyri fysi­o­ter­a­pet­uarnar og leið­ ar­in fyri ergoterapeutarnar, kann fara undir at fyrireika virk­sem­ið á nýggja depl­i­ num. Endamálið við virk­ sem­i­num á Urd er at veita eitt tvørfakligt og sam­an­ hang­andi tilboð til heima­ búgv­andi borgaran, ið hevu­r tørv á rehabiliterandi og sjúkrarøktarfakligum á­tøk­um alt samdøgrið í eitt styttri tíðarskeið. Tilboðið skal stuðla undir, at borga­r­ in kann liva eitt virkið og inn­ihalds­ríkt lív. Urd letur eftir ætlan upp fyrst í 2021. Hanne-mi á Brúgv byrjar í starvinum 1. nov­em­bur 2020 og skal fyrstu tíðina fyrireika og skipa innhald á deplinum sam­an við leiðarunum fyri á­vik­a­vist ergoterapi og fysi­ o­ter­api. Eisini skal til­gong­ din við at seta starvsfólk til dep­i­l­in av bakkastokki, so­ leið­is at depilin hevur tey starvs­fólk, sum skulu til, tá ið dep­il­in letur upp. Hanne-mi á Brúgv leiðari á nýggja umlættingarstovninum Hanne-mi á Brúgv í miðjuni saman við Anniku Olsen, borgarstjóra Soleiðis er skal stovnurin síggja út, tá hann verður liðugur fyrst í komandi ári