Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 2020síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJAGUR 30. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 76 15 TRÚBOÐARI SKRIVAR BÓK Forlagið Leirkerið gevur bók út, sum trúboðarin Jógvan Júst Rasmussen úr Klaksvík hevur skrivað. Hann og konan Cathy hava í nógv ár verið trúboðarar á Filipsoyggjunum, men nú búgva tey í Italia. Nýggja bókin hevur heitið »Styrki í stríðnum«, og innihaldið eru stuttar hugleiðingar grundaðar á ávís skriftbrot í Bíbliuni, og hetta skal virka sum uppmuntrandi lestur til andakt ella persónliga styrki. Bókin er 163 blaðsíður. KLUMMA VAGINA Ja, »kært barn har mange navne«, verður ofta sagt um okkurt, sum er okkum kært og er tað nokk ongin kropps­ partur, sum hevur fingið so nógv ymisk heiti sum tað allarheilagasta staðið hjá kvinn uni, nevniliga: Vaginan Har nýtt lív kemur til verðina. Vegurin til nýtt lív og njóting. Staðið, har ein so sterkur máttur sum seksualiturin hevur búgv og hugur, sum al­ tíð er til staðar. Tó verður hann ofta køvd ur orsakað av elligamlari skuld­ ar­ og skommkenslu og læru­ setningum. Frígering At tora at vera forvitin er ein veg ur til at læra seg sjálva bet­ ur at kenna. Hvat ger tað við náttúruna hjá kvinnuni, tá hennara dýra­ barasta, vakra og mystiska stað verður fjalt? Hvat er tað, sum liggur aftan fyri slørið? Kroppurin er okkara besta njótils isljóðføri, um vit læra okkum at spæla upp á tað. Í nógvum ymiskum ment­ an um er sjálvserotikkur sædd­ ur sum nakað heilt natúrligt. Ein natúrligur máti at kenna og varða um sín kropp. Eisini er tað ein vegur til at koma í sam band við sín seksualitet og finna útav, hvat fjalir seg í inn­ asta njótilsisrúminum. Í gomlu egyptisku skapan­ arsøguni bleiv jørðin til við at sólin elskaði við sær sjálvari, ein vøkur mynd at hava huga. Jómfrúgvin og Skøkjan Hvat fyri fyrimyndir hava vit? Nógvar elligamlar forð­ ingar, sum okkara ment­ an ararvur, moralur og ótti, hava slóðað fyri at nakað so naturilgt sum okkara seksual­ it etur er vorðin eitt misskilt og fjalt fyribrigdi. Innan kristindómin er tann heilaga jómfrúgvin Maria, mamma Jesusar og tann væl­ signaða skøkjan Maria Magda­ lena, vinkona Jesusar, tvær, sum uttan iva hava givið mest íblástur til bæði listina og sum kvinnuligar fyrimyndir. Báð ar hava fingið síni heitið eftir, hvussu tær reint seksuelt vórðu sæddar. Jómfrúgvin tann reina og skøkjan tann vanvirda. At vera tilvitaður um sín egna seksualitet og kropp er vegurin til nýtt lív. At verða góður við sítt egna undirlív og geva tí kærleika og virðing kann vera við til at ein kann seta seg frían frá óskynsamun gomlum mynstr­ um og søgum. Kunnleiki er við til at fyri­ byrgja og tryggja, at vit sum menniskju kunnu taka sunn og góð val fyri egnan kropp frá byrjan til enda. Kunnleiki gevur ræði á egn­ an kropp og vilja. VIVIAN SJÓÐKLETT Sexologur, pedagogur og Kunstterapeutur Kunstterapi.fo Vakra Madonna Tá ið hugsað verður um lívs­ kunn leika, er Taoisman elstu vís indi, vit vita um. Teir gomlu tao istarnir vóru vísinda menn úr Kina. Teir settu saman og mentu eina fullfíggjaða, ná­ grein iliga vísindaskipan við­ víkj andi mati, rørslu, heilsu, ero tikki o.ø. Seksualiteturin er eins og and a drátturin lívstýðandi fyri menn iskjalívið. Til er eitt hav av vísdómi um okk ara seksualitet, sum hev ur ligið fjaldur í fleiri 1000 ár! Teir gomlu taoistarnir vóru ikki nakrir háfloygdir filo soff­ ar. Teir vóru jarðbundnir og vís ind a ligir. Um ein av manna­ gongd um teirra vísti seg ikki at virka, bleiv hon vrakað. Teir brúktu sína orku at kanna og bøta um góðsku at nøkta tørv­ in viðvíkjandi livihátti manna. Kynslimurin (penis) á manni; stødd og snið Tað er rætt, at snið og stødd á kyns liminum eru avgjørd við føð ing. Manskroppurin stegðar at vaksa um 30 ára aldur, men tað ger kynslimurin ikki! Vísindi vísa, at kynslimurin veks ur, líka til maðurin doyr. Jú eldri maðurin blívur, størri blív ur limurin, bæði í longd og tjúkd. Henda menning verður ak­ ti ver að, tá maður ristir og klemm ar um kynslimin at fáa teir síðstu landdroparnar av sær, afta ná hann hevur piss­ að. Nógvir menn bera saman sín kyns lim við aðrar og ynskja sær ein størri, óansæð hvussu stórur hansara egni er. Henda ørkymlan er bæði ó hepp in og óneyðug. Tvey skulu til at dansa tango. Tá tvey elskandi elsk­ ast, kann skeiðin (vagina) laga seg eftir, hvussu limurin er dán aður. Hetta hendir sjálv­ andi ikki eftir eina nátt, men við tíðini, tá tvey læra hvørt ann að at kenna. Um tað kortini er ónøgd við víkj andi tí seksuella í ein­ um parlagi, er altíð gott, at bæði taka ábyrgd. Formurin á kynslimi og skeiðin sum móttakari. Um kynslimurin er trí kant að­ ur ella formaður sum ein blý­ ant ur við breiðum skafti, eru tríggj ar venjingar innan ta o­ ismu, sum kunnu gerast, um ein vil hava størri høvd. Ein soppa­formaður kynslimur hev ur góðan møguleika at stimbra og mýkja skeiðina ­ síð ur og G­punkt ­ væl og virð­ i liga. Venjingar: 1. Klemma kynslimin upp i­ frá og niður móti høvdinum, sum mjólkaði tú eini kúgv. Á henda hátt pressast blóð inn í kyns limahøvdið, sum so við og við blívur størri og størri, til tað fær soppasnið. 2. Klemma skaftið, til tað verð ur gróthart. Klemmar tú tað ofta á henda hátt, hevur tú á haldandi standing. 3. Tá ið tú hevur gjørt hesar venj ingar, kanst tú taka um rót ina á kynsliminum, gleiva langt og sveiggja hann frá síðu til síðu móti lørunum, utt an at tú skalt fáa ilt. Henda venj ing gevur liminum soppa­ form, og hann gerst minni føl­ in, sum eisini hevur við sær, at av gonga verður seinkað. Hetta er bara toppurin av elli gamlari vísdómslæru, sum en n á døgum er til gagns fyri okk um nútíðar menniskju. Gott vikuskifti :) Kann støddin á kynslimi (penis ) á manni natúrliga broytast? Vaginal terapeut “Tak blaðið frá munninum!” er gam­alt orðatak, sum er kent mill­um norðurevropearar. Orða­takið hevu røtur í bíbli­u­ søg­uni - frá Adami og Evu, sum, vit vita, ikki høvdu blaðið fyri munninum, men eitt fiku­ blað fyri síni kynsgøgn. Sexologar arbeiða fyri at fáa blaðið burtur frá munn­i­ num, gera upp við tabu, soleiðis at vit kunnu tosa sam­ an um nakað, sum er ein so lívs­týðandi partur av tí at vera menn­iskja, nevnliga kynslívið. Kynslívið kann eins og skift­andi lívsskeið ferðast frá høg­um fjallatindum til sorg­ blíðar dalar. Ella frá tungum ódn­ar­sjógvi til vakurt, blítt hav. Alt eftir hvat fyllir hjá okk­ um. Kynslívið er eymt og sárt og ofta viðkvæmasta staðið, tá ið kemur til sorgir og vreiði. Sum alt annað skal kyns­ lívið røkjast og fjálgast um. Í tungum tíðarskeiðum, har kyns­lívið hevur fingið smeit ella mein, kann tíðin gera sítt til at lekja. Aðrar tíðir er neyð­ ugt við eyka hjálp, og tað er her, at ein sexologur kann hjálpa við síni vitan. Dømi: Ein kann hava trup­ ul­leikar við sexhuginum og føla, at hugurin als ikki er til stað­ar, ella at tað er torført at fáa hugin fram. - Møguliga er tað torført at uppliva eina or­g­ asmu. – Og summi darvast av at fáa avgongu ov tíðliga. Hetta eru bara nøkur av teim­um tingum, sum ein sex­ o­logur fæst við. At arbeiða við seks­u­a­l­iteti ella at skriva um kyns­lív er líka stórt og breitt evni sum at arbeiða við og skriva um mentan. Ein sexo­ logur kann við sínari vitan hjálpa fleiri túsund menn­iskj­ u­m, og tað kann kennast sum eitt serligt frírúm at fáa møgu­ leika at tosa við ein sexolog, tí har fær ein loyvi at tosa frítt inn­an evni, sum kunnu vera tor­før at seta orð á. Aðrir trupulleikar, sum kunnu koma fyri, eru pína í und­i­r­lívinum í sambandi við sam­legu, at kvinnan hevur kron­iska pínu í undirlívinum, ella hvørja ferð hon og partn­ arin skulu vera saman seks­u­ elt. Ein sera natúrligur trup­ul­ leiki hjá monnum í ávísum tíð­ar­skeiði í lívinum kann eis­ ini vera ikki at fáa standing. Eitt annað, sum kann vera sera trupult fyri mong, er tann seksuella sjálvsmyndin og eitt lágt seksuelt sjálvsvirði, sum kann gera, at myndin, sum ein hevur av sær sjálvum, er niðurbrótandi og sjálvs­oyð­ andi. Tað kann eisini vera torført hjá eini kvinnu ella einum pari, sum eru vorðin foreldur, aft­ur at blíva seksuelt virkin eft­ir burð­artíð og eina føðing. Nógv­ir tankar og nógvar kenslur kunnu vera við til at gera tað torført. Viðvíkjandi kynslívi millum ung er eitt, sum er ein sera van­lig avbjóðing ella forðing, og tað er avriksótti - hvat fyri av­rik drongur ella genta megn­ar. Hetta kann vera ein so stórur trupulleiki, at tey ungu heilt missa seg sjálv og fara um øll mørk hjá sær sjálv­ um. Ja, sexologar hava eitt sera týdn­ing­ar­mikið starv í hesi fjøl­broyttu tíð, har roynt verð­ ur at finna aftur til kjarnan, ork­una og kærleikan. Hvat ger ein sexologur? Fríggjadagin 23. oktober vardi Sig­urd F. Christiansen ph.d.-ritgerð sína um sjósirm. Rit­gerð­in kallast: "Sea Spray Ae­r­ o­sols: Formation and Cloud For­ m­ing Potential". Sjósirm tekur seg upp, tá ald­ ur bróta og luft verður blandað í sjógv­in. Her skapast luftbløðrur, sum koma upp til vatnskorpuna, har tær bresta og senda elasmáar bitl­ar við salti og øðrum evnum út í lofthavið. Gransk­ing­ar­úrs­lit­ ini økja fatanina av, hvussu sjó­ sirm tekur seg upp, og hvørji út­ litini eru fyri at skýgerð, til døm­is hvussu sjósirm kann virka sum spíri fyri gerð av skýggj­um. Úrslitini økja okkara fat­an av veðurlagnum. Verjan var partvís á netinum og partvís á Aarhus Universiteti. Sig­urd Christiansen legði fyrst fram um sína gransking og úrslit. Síðani fekk hann spur­n­ ingar og viðmerkingar frá met­ ing­ar­nevnd­ini. Fyrri opponeturin legði út við at rósa Sigurdi fyri sera góða mál hans­ara og umfatandi gransk­ ing­ina, 6 vísindaligar greinar, sum er væl meira enn vanligt. Opp­on­e­n­t­urin ætlaði sær at brúka hesa ritgerðina sum eitt sera gott fyridømi fyri aðrar ph.d.-stud­entar. Samanumtikið metti met­ing­ ar­nevnd­in ritgerðina vera á høg­ um vísindaligum stigi og fevna breitt. Eisini mettu tey, at verjan við fram­løgu og kjaki við Sigurd F. Christ­i­ansen gekk sera væl. Tað var tí ein samd met­ing­ar­ nevnd, sum mælti til, at Sigurd F. Christ­i­ansen fekk ph.d.-heitið. Sigurd Christiansen hevur veri­ð innskrivaður á Kemisk In­ sti­tut, Faculty of Natural Sci­en­ ces, Aarhus Universitet. Merete Bilde, professari á Kem­isk Institut, Aarhus Un­i­ vers­i­tet, hevur verið høv­uðs­veg­ leiðari. Í metingarnevndini vóru: Gordon McFiggans, professari á Centre for Atmospheric Sci­ ences, School of Earth and Env­i­ r­o­n­mental Sciences, University of Manchester Heike Wex, Seniorgranskari, Ex­per­imental aerosol and cloud micr­o­physics, Institute for Tro­ pospheric Research, Leipzig, Tysk­land Steen Uttrup Pedersen, lekt­ ari, Kemisk Institut, Aarhus Uni­ ver­sitet, Danmark, formaður Úrtak Samspæl millum luftbitlar (aero­ solir) og skýggj er størsta óvissa í nú­verandi og komandi veð­ur­ lags­for­søgnum. Av hesi orsøk er tað týdn­ingarmikið at fáa eina gjøll­ari fatan av grundleggjandi til­gongd­unum. Tað er viðurkent, at sjó­sirm er millum størstu nat­ úr­ligu keldurnar av luft­bitl­a­ nøgd­ini í atmosferuni. Hóast teirra stóra týdning fyri veð­ur­ lag­ið manglar ein grundleggjandi fat­an av, hvussu sjósirm verður til, og av teimum eginleikum, sum hava týdning í sambandi við skýgerð. Í rannsóknarkømrum, har ið til ber at eftirlíkna sjósirmgerð, hava vit kannað ta ávirkan, sum luft­inn­tøka, hiti og algunøgd hava á sjósirmgerð, og kannað lív­frøðiliga sirmgerð frá bløðr­ um, sum bresta. Harumframt hava vit við framkomnum kann­ ing­ar­háttum kannað eginleikar hjá sjó­sirmi, eitt nú støddarbýti, vatn­súgv­andi vøkstur og hvussu sjósirm leggur lunnar undir ský­ gerð; bæði ígjøgnum dro­p­a­skap­ an og ísgerð. Niðurstøðan er, at ferðin á luft­inn­tøkuni samsvarar við sjó­ sirm­fram­leiðsluna, og at sam­ bandið millum hita og sjó­sir­m­ fram­leiðslu er ymiskt alt eftir, um ein loddrætt vatnstrála ella luft­spreiðari verður nýtt til at eft­ir­gera sjósirm. Viðvíkjandi lív­ frøð­i­ligu sjósirmgerðini gjørdist úrsli­tið, at 10 ferðir fleiri kyknur yv­i­rlivdu, tá ið kyknurnar vórðu turk­aðar sum sirm í mun til, tá ið tær vórðu turkaðar á eini yv­ir­ flatu. Fyri at fáa greiðu á, hvussu nýframleitt sjósirm sýgur vætu í seg, framdu vit miðvísar kann­ ingar og funnu útav, at tað ólí­v­ runna havsaltið stýrir eg­in­lei­k­u­ num hjá skýgerð. Vit leggja kort­ini dent á, eldri sjósirm sýg­ ur munandi minni vætu í seg, tá ið talan er um bitlar við lítlum tvør­máti (50 nm). Sjósirm, sum er framleitt av ark­tiskum havfløtumikrolagi og ald­um algum, Skeletonema mar­ i­noi og Melosira arctica, er nógv vánaligari samanborið við aðrar bitl­ar, sum spíra ísgerð í skýggj­ um. Til endans vísa vit á, at eft­ir­ líkn­að arktisk skýggj, ið bæði inni­halda vætu og ís, eru lut­fals­ liga stívrend mótvegis væt­u­ súgv­andi parametrinum κ yvir 0,4. Hetta vísir á, at innanhýsis bland­ing av lívrunnum evnum í sjó­s­irmi hava lutfalsliga lítla á­virk­an á skýdropavirkni. Sigurd F. Christiansen vart ph.d. á Arhus Universiteti Á myndini eru Sigurd F. Christiansen og Merete Bilde