Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJAGUR 30. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 76 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 16 Afturhvarv úr SOSIALINUM 1980 Tóku fimm sprut­t­ kass­ar á post­hús­i­ num 29. oktober 1980: Tvey innbrot í Gøtu. Tjóvar stjólu brennivín, vín og kasettubond Sunnumorgunin fekk pol­i­ tiið í Runavík fráboðan um inn­brot í posthúsið við Gøtu­gjógv. Ein rútur á sunnaru síðu á húsinum er bortin, og 24 fløskur av sterkum og seks fløskur av víni eru horvnar. Dagin fyri bleiv eitt innbrot í ein bil fráboðað. Bilurin stó á vegnum vestan fyri Syðrugøtu. Rúturin í aðrari hurðini framman er brotin við einum steini og átta kasettubond eru tikin. Eingin er tikin í samband við hesi bæði innbrotini upplýsir politiið í Runavík. 29. oktober 1980: Tað er ikki tann ov­ ur­honds stóri áhugin at ger­ast partaeigari í tí nýggja stóra hot­ ell­i­num í Havn N evndin í Hotel Før­oy­ um avgjørdi í summ­ ar at selja partabrøv fyri tríggjar milliónir krónur á fría marknaðinum. Men bert umleið helvtin seldist. Partapeningurin er nú umleið 4,5 milliónir krónur. Ætlanin var at hækka hann í 6 milliónir krón­ur. Tryggingarsambandið Før­oy­ ar, Brun­a­trygg­ing, Føroya Banki og Sjó­vinnubankin eiga til­sam­ ans tríggjar milliónir krónur av parta­pen­ing­i­num. Tað eru hesir al­mennu og privatu stovnar, sum hava tikið stig til at byggja nýtt Hotel Føroyar. 216 seingjarpláss Skrivarin hjánevndini í p/F Hot­ el Før­oyum, Marius Thomassen, sig­ur, at nevndin nú fer at taka støðu til, um partapeningurin fram­vegis skal hækkarst í seks mill­i­ónir krónur og tá, hvussu tær í­rest­andi 1,5 milliónir krónur skulu útvegast. Hotel Føroyar skal byggjast om­an fyri viðarlundina við Oyggj­ar­vegin. Ein arki­tekt­fyr­i­ tøka í Århus hev­ur tekn­að hot­el­ bygn­ing­in og er nú um at verða liðug við det­ail­pro­jekt­er­ing­ina. Ætlanin er at bjóða út bygg­ ing­ina í hesum árinum, upplýsir Mar­i­us Thomassen. Í tí nyggja Hotel Føroyum vera 108 tveymanskømur. 29. oktober 1980: T að fanst einki kol undir boringini vestan fyri Heljareyga í Vestmanna. Boringin, sum byrjaði 18. september, endaði í gjár. Teir boraður dag og nátt og komu slakar 700 metrar niður. Teir raktur ikki við kol, tá teir fóru gjøgnum lagið, har kolalindin, um nøkur var, átti at verið. Borurin fer nú aftur til Íslands, men kemur aftur næsta heyst, tá ætlanin er at bora í Lopra. Borurin, sum varð nýttur at bora í Lopra var eisini brúktur í Vestmanna fytri 40 árum síðani Einki kol í Vestmanna Eingin gravgangur eftir parta­ brøvum í hotelli Gamla Hotel Føroyar hevði til húsa á Kongabrúnni, har Tryggingarsambandið Føroyar – nú Betri Trygging, hevur sítt høvuðssæti.