Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-29, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 2020síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 76 18 VILMUND JACOBSEN S júrður Hammer, sum helt røðu vegna Um­ hvørvis­stovuna, gloym­ di ikki konu Jens-Kjeld Jensen, Maritu Gulklett, tá hann í Norðurlandahúsinum miku­dagin segði nøkur orð um ótroytti­liga arbeiði, sum hjúnini hava gjørt, og sum týsdagin í hesi vikuni førdi til, at Jens-Kjeld Jen­sen fekk umhvørvisvirðisløn Norður­landaráðsins. - Marita og tú hava so dyggi­ liga uppiborið heiðurin og virðis­ lønina, sum tit hava fingið, og eg vil ynskja tykkum hjartaliga til­ lukku! Sjúrður Hammer vísti á, at ein av jaligu effektunum av einari virðis­løn ofta er uppmerksemi, har vinnarin fær kastljósið á seg eina løtu og verður kendur mill­ um manna. - Men, eg ivist í, um fleiri før­ oy­ingar fara at kenna teg, um tú setir eitt skelti á húsini í Nóls­oy við áskriftini: Móttakari av Um­ hvørvisvirðisløn Norður­landa­ ráðsins. Tí, tey kenna teg, og mong hava eisini prátað við teg. Sjúrður Hammer segði, at um fólk finna ein stóran eiturkopp ella síggja sjáldsaman fugl, er vanlig reaktión at siga ”ring til Jens-Kjeld!”. Tað er tí, at Jens- Kjeld svarar og vil fegin fortelja og deila sína vitan. - Tykkara virksemi hevur verið til stóra nyttu fyri før­ oy­ingar. Eg ivist onga løtu í, at um náttúran sjálv kundi sett eina nevnd eftir tilmæli frá dreymsóljum, havhesti, drunn­ hvíta og heygsmonnum - ja, so hevði hon eisini peikað til Nólsoyar! Tit hava verið før­ oyskari náttúru hollir stuðlar og sannir vinir. Kunnu ikki lata vera Sjúrður Hammer greiddi frá, at hann einaferð hitti ein kendan íverkseta sum segði, at tey, sum koma longst í verðini, aloftast eru fólk, sum leggja so nógv í og brenna fyri evninum so mikið, at alt annað verður sekundert. - Tað er eisini galdandi fyri bestu granskarar, at tey gera tað, tey gera, tí tey kunnu ikki lata vera. Eg vildi sagt, at Jens- Kjeld Jensen fellur væl innan fyri hetta. Hann granskar - ikki tí, hann fær løn ella heiður fyri tað - men tí, at hann ikki kann lata vera. Hann vísti á, at náttúru­ gransk­ing, sum tann, ið Jens- Kjeld Jensen hevur fingist við í nógv ár, virkar báðar vegir, sum heiðurlønarvinnarin eisini hevur nevnt í sínari takkarrøðu. - Tað eru ikki bara allir før­ oy­ingar, sum vita, at tú altíð ert sera fyrikomandi, um tey hava okkurt forvitnisligt at vísa tær. Men, hetta hevur eisini givið tær eitt samband við vanlig fólk í Føroyum sum vit aðrir gransk­ arar bert kunnu øvunda tær. Á modernaðum máli verður hetta rópt “community science” - ella fólks­lig frøði - sum sera stórt virði er í. Men, hetta samband er ikki komið av sær sjálvum, segði Sjúrður Hammer. Stórt savn við vitan Hetta er ikki fyrsta heiðurs­løn­ in, sum er komin um dyrnar hjá hjúnunum úti í Nóls­oy. Í 2012 fekk Jens-Kjeld Jensen M.A. Jacobsens Mentan­ar­ heiðurs­løn. Í 2015 gjørdist hann heiðurs­doktari við Fróð­skap­ ar­setur Føroya, og í 2017 fekk hann Miðlaheiðurslønina frá Granskingarráðnum. - Tá tú fekk hesa seinast nevndu, varð millum annað víst á stóra arbeiðið hjá Maritu Gul­ klett og tær at halda heimasíðu tykkara, har tit hava uppbygt eitt stórt savn við myndum og vitan um føroyskar plantur og náttú­ru. Sjúrður Hammer segði seg minnast, tá hjúnini í Nólsoy høvdu fastan teig í Dimmalætting við ”flog­kykti­ - Tit hava vakt okkum, og tit hava givið okkum øðrum dirvi. Tað er lagnunar speisemi, at eyguni nú eru farin at bila, men eisini Beethoven skrivaði meistaraverk, eftir at hann var vorðin deyvur. Eg vænti so avgjørt, at fleiri náttúrufrøðiligar symfoniir ella meistaraverk eru í væntu, segði fuglafrøðingur, tá hann heilsaði Jens-Kjeld Jensen BEETHOVEN MISTI BEETHOVEN MISTI HOYRNINA OG HOYRNINA OG HJÁ JENS-KJELD HJÁ JENS-KJELD VIKNA EYGUNI VIKNA EYGUNI