hósdagur 29. oktober 2020síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 76
19
num hesa vikuna.” Fólk vóru
íðin at senda myndir og
kykt, og samskift varð síðan í
blaðnum.
- Men, tit hava so sanniliga
eisini fylgt við og hava dugað
at brúkt fólksligheitina á tal
gildum pallum til at breiða enn
meira kunnleika um sjáldsam
ar plantur, fuglar, dálking og
náttúru sum heild út til før
oyingar.
Tit hava vakt okkum!
Men, eitt er at fáast við tey
tingini, sum øll gleðast um.
Nakað annað er at tora at vera
kærarin og kritikarin - tann,
sum troyttar kommunur,
stovnar og fyritøkur. Ja, tann
sum dryppar malurtina í
bikarið.
- Tað er ikki altíð lætt, men
tit bæði tora. Tykkara áhald
ni og dirvi hevur eitt nú víst
almenninginum á trupulleikan
við pettum av spreingileidn
ingum, sum reka upp á strend
urnar.
Sjúrður Hammer vísti í
hesum sambandi á, at nú
er ein kanning komin frá
systirfelagsskapinum hjá
teimum, sum hava latið Jens-
Kjeld Jensen umhvørvisvirðis
løn.
- Henda kanning vísir á,
hvat kundi verið gjørt fyri at
sloppið undan hesi dálking. Tað
er neyðugt, at einstaklingar
vísa á, tá okkurt ikki er rætt.
Tá okkurt, vit menniskju
ynskja okkum, sum dálkar og
skaðar náttúruna. Tit bæði
tora - eisini at venda aftur og
varskógva eina ferð aftrat, um
eingin lurtar fyrstu ferð. Hetta
er nógv vert fyri vin tykkara,
náttúruna, men hetta er eisini
nógv vert fyri okkum onnur.
Tit vekja okkum og geva øðr
um dirvi til at gera tað sama,
sum tit gera.
Sjúrður Hammer duldi ikki
fyri, at tey eru mong, sum hava
stóra virðing fyri tí arbeiði,
ið Jens-Kjeld Jensen sum
náttúrugranskari hevur lagt
eftir teg.
- Tær dámar so væl at siga,
at tú bara ert ein danskur
kokkur úti í Nólsoy, men vit
eru fleiri, sum vóna, at tú og
Marita kanska kunnu brúka
umhvørvisvirðislønina til at
sova leingi onkran sunnumorg
un í staðin fyri at fresa landið
upp og niður fyri at finna sjáld
samar blómur ella kykt, segði
hann brosandi.
Tá eygu og oyru vikna
- Eg veit, at tú framvegis hevur
sera nógv jørn í eldinum. Tað
er væl kent, at Ludwig van
Beethoven var byrjaður at
blíva deyvur longu, tá hann
skrivaði sína fimtu sym
foni. Men, fleiri av sínum
kendastu meistaraverkum
skrivaði hann, eftir at hann
var vorðin heilt deyvur. Vit
vísindafólk tosa vanliga ikki
í slíkum sentimentaliteti um
meistaraverk, tí tá tú hevur
skrivað og útgivið firvalda
bókina, ert tú longu farin í
holt við at gera yvirlit yvir
eiturkoppar. Og, tá tann
uppgerðin er gjørd, er tað
okkurt annað sum bíðar. Men,
eg vænti so avgjørt, at fleiri
náttúrufrøðiligar symfoniir
ella meistaraverk eru í væntu.
Í hesum sambandi nevndi
Sjúrður Hammer, at sjónin hjá
Jens-Kjeld Jensen seinastu
árini er farin at bila. Hann vísti
á, at tað er lagnunar speisemi,
at maðurin, sum hevur lagt
so nógv í at savna inn flugur,
loppur og annað smákykt, nú
hevur eina viknandi sjón - og
at tað júst skal vera sjónin sum
viknar.
- Men, hetta hevur ikki
steðgað tær, heldur øvut! Ar
beiðið, sum tú fæst við, hevur
fingið ein serligan skund, sum
vit mageligu akademikarar í
Havn klára illa at fylgja við í.
Sjúrður Hammer helt fyri,
at eins og hjá Beethoven, sum
ikki kundi hoyra tað, hann
sjálvur hevði skapt, so kann
Jens-Kjeld Jensen illa síggja ta
stóru lúsasamling, sum hann
hevur megnað at bygt upp á
klettunum í Atlantshavi.
- Hetta er tann beiski
veruleikin, og hetta eigur at
geva eina eyka stóra virðing
fyri tí arbeiði og virki, sum
Jens-Kjeld Jensen fæst við.
Umhvørvisvirðislønin er tí
eisini ein heiður til forvitnið
um, hvussu verðin hongur
saman og forvitni um, hvat
okkara pláss er í verðini. Hetta
er tann ósjónliga drívmegin, ið
vit vísindafólk hava til felag
við listafólk.
O g
v e g n a
Umhvørvisstovuna endaði
Sjúrður Hammer við hesum
orðum:
- Lat ongan iva vera um,
at heiðurin, tit hava vunnið,
er sera væl uppiborin, og vit
kunnu av sonnum siga, at
tit eru teir fremstu fólksligu
frøðingarnir, vit eiga í
Føroyum.
VILMUND JACOBSEN
- Hetta er faktiskt nógv størri,
enn eg í fyrstu syfti hevði roknað
við. Nógv fólk hava heilsað. Eg
havi snakkað í telefon, og eg havi
fingið nógvar teldupostar - eisini
úr útlandinum. Eg hevði ikki
roknað við slíkum uppmerksemi,
síðan tað gjørdist alment, at eg
fekk umhvørvisvirðislønina.
Tað sigur Jens-Kjeld Jensen,
sum heilt frá barni av hevur
havt stóran áhuga fyri øllum tí,
sum livir og rørist í náttúruni.
- Síðan eg gjørdist vaksin, havi
eg havt ymisk tíðarskeið, har eg
havi kannað ymiskt í náttúruni,
og hetta er altíð endað við einari
grein um tað, eg havi fingist við.
Ofta er tilfarið greitt úr hondum
saman við vísindafólki kring um
í heiminum, sum eg havi sam
starvað við.
Jens-Kjeld Jensen sigur, at
tað arbeiði, hann ígjøgnum
árini hevur gjørt, væl hjálptur av
konu síni, Maritu Gulklett, kann
samanberast við ein kavabólt,
sum bara er blivin størri og størri,
eins og sjónarringurin eisini er
vorðin meira víðfevndur.
- Tað byrjaði jú alt við fuglum,
tá eg var barn og eisini við snigl
um, ið høvdu mín áhuga. Eg var
ein av teimum, sum ikki tímdi at
ganga í skúla. Var eg barn í dag,
hevði eg helst verið róptur eitt
ella annað, sigur hann brosandi.
Jens-Kjeld Jensen vísir á, at
sær hann eina flugu - ella eitt
hvørt dýr, hann ikki kennur -
ja, so hevur hann eisini áhuga í
at vita, um flugan er lokal, sum
hann tekur til - ella, um hon er
komin uttaneftir.
Pengar og atkvøður
Kendi fugla-og djórakennarin
í Nólsoy sigur tingini, soleiðis
sum hann heldur, at tey eru og
skulu sigast.
- Eg havi varhugan av, at
politikarar eru áhugaðir í peng
um og atkvøðum. Tað er mær
óskiljandi, at tey fólkavaldu
ikki hugsa um, at tey skulu
geva landið víðari til sínar
eftirkomarar. Tað tykir mær,
sum tey halda, at tey fara at vera
her í allar ævir, og at alt fer at
halda fram sum nú.
Men, soleiðis verður tað bara
ikki.
- Vit síggja ymiskt, sum kem
ur úr útlandinum sum eitt nú
flatmaðk og morsnigil eins og
fleiri plantur, sum spjaða seg í
okkara umhvørvi. Vit hava onga
náttúruverndarlóg.
Jens-Kjeld Jensen vísir á, at
tað stendur ikki í nakrari lóg, at
vit ikki mugu leggja kunstgras á
eitt parperingspláss. Ei heldur, at
vit ikki mugu dálka umhvørvið
við plastikki.
- Kunstgras skal vera á einum
fótbóltsvølli og onga aðrastaðni.
Men, Umhvørvisstovan kann
einki gera, tí tað finst eingin lóg
á økinum. Soleiðis er tað allan
vegin ígjøgnum.
Óskiljandi líkasæla
Jens-Kjeld Jensen sigur seg als
ikki skilja líkasæluna hjá politik
arum, og at tey ikki hugsa um, at
her skulu fólk liva ætt eftir ætt.
- Tað hevur altíð verið lættari
at snakka enn at handla. Tú
hoyrir eisini, hvat snakkað verð
ur um, nú kommunuval stundar
til, og tað er sum so ikki stórur
munur á lands-og kommunal
politikarum í so máta.
Hann vísir á, at upp undir
valini verður snakkað um eina
náttúruverndarlóg, men tá so
valið er lagt aftur um, verður
ætlaða uppskotið til lóg lagt í
eina skuffu, og har verður tað
liggjandi, til val verður aftur.
- Soleiðis hevur tað verið í
nógv ár, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Hann vísir á, at tað er full
komiliga líka mikið, hvørjir
flokkar, talan er um. Tað er sama
søga allan vegin í gjøgnum, og
eingin ger nakað, ið munar.
Jens-Kjeld
Jensen
fær
umhvørvisvirðislønina, sum er
á 350.000 krónur, fyri at hava
varpað ljós á margfeldi í føroys
ku náttúruni í meira enn 40 ár.
Nógv størri
enn eg helt
Røddin hjá Jens-Kjeld Jensen
er ikki tagnað, tó at hann nú
hevur fingið norðurlendska
umhvørvisvirðisløn. -
Politiska líkasælan er púrasta
óskiljandi, sigur hann
Sjúrður Hammer segði, at eins
og hjá Beethoven, sum ikki kundi
hoyra tað, hann sjálvur hevði
skapt, tí hann gjørdist deyvur,
so kann Jens-Kjeld Jensen illa
síggja ta stóru lúsasamling, sum
hann hevur megnað at bygt upp