Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-29, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 76 20 Í leiki slitnar ein gyltur strongur, vindharpan hveppist og darrar, bráðsteðgar lívsins ljóðkáti songur, orð finna ikki til varrar. Úr tveingjunum leka óspældir tónar og fána tá leikarin sovnar. (ae) ”Tín dummi hundur, hví skrivar tú sovorið? Man fer at gráta av tí!” Kaj knallaði arkið í borðið har inni í lítlu samrøðustovuni í Guttastovu, arbeiddi við borðið, og sum vanligt høvdu vit sitið alt kvøldið og tosað soleiðis eitt sindur aftur og fram. Tað vil siga – tað var nú Kaj ið tosaði mest – tað gjørdi hann altíð. Hettar kvøldið snúi samrøðan seg um ringu livikorini hjá yrkistónleikarum og listafólki yvirhøvur. Eg hevði gjørt vart við, at hettar ikki var nakað nýtt. Og vísti Kaj eina umseting, eg arbeiddi við, ”En spelmanns jordafärd” av Dan Andersson. Ein forhutlaður spælimaður er deyður og verður borin heim yvir heiðar. Yrkingin skiftir ímillum samrøðuna millum teir fýra, ið bera – og so hvussu umhvørvið undrast yvir, hvat gongur fyri seg: ”Hann var einsligur og løgin,” siga fýra svartir menn, ”honum treyt so ofta húsarúmd og breyð.” ”Hygg ein kongur!” siga rósurnar, og traðkast á í senn, ”hygg ein kongur, hygg ein dreymasál er deyð!” ”Tað er langt,” siga mennirnir, ”at ganga manga míl, tað er tungt at bera kistu yvir heyg.” ”Gangið varliga og sakta,” súsar bjørk og syngur píl, ”tað er kanska onkur blóma sum er deyð.” Sjálvandi kendi Kaj seg aftur í lýsingini. Tað gera flest okkara, ið takast við arbeiði, ið ikki hevur beinleiðis samband við tað verðsliga – tað ítøkiliga. Men tað hevði ongan týdning. Kaj visti væl, hvat hann hevði avrikað og var nøgdur við sítt verk. Hann kundi sita í tímar og lýsa tónar og tónaføri. Litin í tónunum, so at siga. Faktiskt kundi hann vera so perfektionistiskur, at tað kundi dríva ein stein frá vitinum. Men hann gavst ikki, fyrr enn tað sat – og mangt eitt prýðiligt verk liggur hareftir. Spælimaðurin Kaj hevur sáað manga rósuna. Ikki í garði, men úti á villini leið, har rósur hoyra heima. Og tá hann ikki spældi sjálvur, stemmaði hann vindhørpuna, so hon altíð spældi reint. Tey eru ikki fá, ið hava tikið leistin upp eftir honum – kann ein ynskja sær betur eftirmæli? ...gráa náttin leggur seg á garðar og um fjós, á himni bleiktrar kvøldarstjørnan bleik. Oman móti tjørnini ferðast nú eitt ljós, tykist bera við sær song og tónaleik. Og syrgin kvøður vindurin ið strýkur yvir á um einsemi og oyðimarksins neyð. Og í døkkum vatni boða smáar bylgjur frá, at eitt tónaskald, ein dreymasál er deyð! Anker Eli Petersen EYÐUN KLAKSTEIN K aj Johannesen er farin. Tónleikarin úr Leirvík hevur spælt sínar seinastu tónar, sligið sínar seinastu rútmur og havt sína seinastu máltíð, sítt seinasta kjak. Hann var ein originalur. Bygdamaður og heims­ borgari hvørt um annað. Tónleikurin var í mið­deplinum stóran part av lívinum, og hann var bæði skapandi, spælandi, stimbrandi og undirvísandi í tónleiki. Í væl umtóktum bólkum sum Húskallar, Moirae og Taxi spældi hann fyri stóru fjøldum, men hann hevði eisini nógvar smærri og størri leiklutir í tónleiki. Hann var umbiðin tónleikari, sangskrivari, fyriskipari og framleiðari, og hann undirvísti ungfólki í tónleiki. Hann var eisini ein hugvekjandi kjakari, glaður lívsnjótari og inn- og útlítandi hugsari. Hann kundi tosa nógv, meira enn summi orkaðu at lurta, men hann hevði nógv upp á hjartað, og vtiandi og kreativi heilin bjóðaði bæði honum sjálvum og øðrum av. Tónleikari Frá ungum árum var hann virkin á tónleikapallinum – bæði við framførslum og síðan við útgávum – og nú hann livdi seinastu dagarnar, var tað eisini við fram­ fýsnum og kreativum arbeiði við nýggjum tón­leiki. – Har Kaj var, var lív, gleps og glentran; sum tá tarvkálvar stangast í vársólini. Hann var sum ein hvirluvindur. So kjokkfullur í hugskotum, at onkuntíð var ilt at fylgja við hjá okkum dólgum, ið royndu at hanga í velinum á flogvitinum úr Leirvík við kórstemmum, skeivum taktsløgum og serliga hansara skaldsliga tevi, sum eigur sítt serstaka pláss í føroyskum poppi, sigur tónleikarin Niclas Johanne­sen. Tónleikaframleiðarin Óli Poulsen minnist nógvar góðar løtur saman við Kaj. – Tað var ongantíð ein keðilig løta saman við Kaj. Hann setti dám á við litum og víðum sjónarringi, tað var humor og alvor uttan mørk, og alt bar til. Hann KAJ HEVUR SPÆLT SÍNAR SEINASTU TÓNAR Hann var dugnaligur tónleikari og kreativur komponistur. Bygdafrell og verðinsmaður hvørt um annað. Hann hevði óteljandi hugskot og hugsanir. Hann var glaður lívsnjótari og hugvekjandi kjakari. Hann var Kaj Johannesen, ein originalur úr Leirvík, sum doyði í farnu viku 57 ára gamal Til Kaj Anker Eli Petersen: Kaj Johannesen (1963-2020):