Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-29, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 2020síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 76 21 var ein verðinsmaður og bygdafrell í einari orginalari bland­ing. Kaotiskur og hjartaligur, og tað gjørdi hann so troyttandi og elskuligan um somu tíð. Man mátti bara spenna trygdarbeltið og fylgja við, tí man visti ongan­tíð, hvat fór at koma, sigur hann. Seinnu árini var Kaj Johannesen tónleikari í bólki­ num hjá Anniku Hoydal. – Kaj var ein spennandi persónur. Hann var ein fan­ tastiskur tónleikari. Og hann var ein eldsál, sum altíð var inspireraður, sigur Annika Hoydal.  – Vit arbeiddu saman í fleiri ár, og tað riggaði væl. Kaj hevði altíð nýggj hugskot, hann fann upp á, og hann hevði stóra stóra tónleikasál. Hann tordi eisini at gera tað ótraditionella, at fara eitt sindur út um mark í tónleikinum. Hann hevur eisini arbeitt við ungfólki, og hann man hava verið ein stór inspiratión hjá teimum, sigur hon. Eldhugaður Mikudagin í farnu viku doyði Kaj Johannesen 57 ára gamal av brádligari sjúku. Hann varð í skundi sendur til Danmarkar at fáa viðgerð, men yvirlivdi ikki dygga heilsu­smeitin. Týsdagin var jarðarferð í kirkjuni í Leirvík, og Kaj var borin til seinasta hvíldarstaðið í bygdini. Gerhard Jónsson Mikkelsen, sóknarprestur, helt gravartaluna og segði millum annað: – Sum barn var Kaj úti fyri at fáa stóran skaða í tað eina eygað hjá sær. Og restin av lívinum skuldi hann liva við, at eygað bara sá skuggar. Men hetta tók ikki gleð­ina frá honum. Hann spældi kanska ikki fótbólt, sum allir hinir, men hann spældi tónleik. Hann var kanska eingin bóltspælari, men hann jongleraði við orð­um og tónum. Hann spældi saman við vinmonnum í Leirvík – og seinni kring alt Føroyaland. Og Kaj var borin fram av einum eldhuga eftir at vaksa sum tón­leikara – og at fáa vitan um alt millum himmal og jørð, segði prestur. Fólk, sum kendu Kaj Johannesen, senda honum her á síðunum eina seinastu heilsan. Hildu vanliga jólaaftan saman K aj var ein stásmaður – so stutt kann hann lýsast. Vit hava verið ómetaliga nógv saman, hóast eg eri seks ár og 20 dagar eldri enn Kaj. Helst var tað tónleikurin, sum bant okkum saman, men vit koma úr sama grannalagi, og vinskapur hevur altíð verið millum okkara hús og teirra hús. Hann var ein meistari at skriva sangir. Tað sat væl og tað gekk ómealiga skjótt fyri seg. Eg gjørdi eitt lag fyri einari tíð síðani, og so kom Kaj við einum lagi. Hann fór til Søldarfirðar og sang tað inn sjálvur við kassaguittaranum. Tað bleiv spælt, meðani berarnir stóðu við kistuna, tá ið hann fór til gravar. Okkara vinskapur var so tættur, at vit vanliga hildu jólaaftan saman, tveir einir. So tað sigur seg sjálvt, at saknurin er stórur, nú hann er farin – stásmaðurin Kaj. Jákup Alberg Eliasen Ongantíð ein keðilig løta saman við Kaj T að vóru óvæntað og tung boð at fáa, at Kaj var farin. Vit høvdu eitt gott prát fyri bara tveimum vikum síðani, hann var í góðum lag, og vit vóru spentir upp á framtíðar samstarv. Tað er ringt at skilja, at tað brádliga var eitt punktum. Fyrstu ferð, eg sá Kaj, var í Losjuni í Gøtu. Tá var hann vist bara var 15 ára gamal og stóð á pallinum vid Festlie og stjól alt showið við sínum flamboyanta gittarspæli. Eg minnist, hvussu imponeraður eg var. Kaj var so fullur av hugskotum, og meðan man royndi at skilja tað fyrsta hugskotið og finna út av, hvussu tað kundi realiserast, hevði hann longu fingið tjúgu afturat. Men tað var góðs í. Eg var imponeraður av hansara musikaliteti, og hansara evni at seta orð á alt tað kringluta við lívinum vóru bæði rørandi og hugvekjandi. Tað var ongantíð ein keðilig løta saman við Kaj. Hann setti dám á við litum og víðum sjónarringi, tað var humor og alvor uttan mørk, og alt bar til. Hann var ein verðinsmaður og bygdafrell í einari orginalari blanding. Kaotiskur og hjartaligur, sum gjørdi hann so troyttandi og elskuligan um somu tíð. Man mátti bara spenna trygdarbeltið og fylgja við, tí man visti ongantíð, hvat fór at koma. Tað sermerkti Kaj, at hann hevði stóra umsorgan og altíð hugsaði um at gera nakað serligt burtur úr løtunum ella at hava onkra gávu við til ein. Eg havi enn spik í boksini frá honum. Hann hevði smak fyri tí sublima og serliga, og tað var einki grátt livurpostei yvir løtunum saman við honum. Tað fer at ganga lang tíð, áðrenn eg veruliga fari at skilja, at Kaj ikki longur er okkara millum, og tað verður stórur saknur í honum. Men tað liggur so nógv eftir hann, sum vitnar um, at hann var her í yvirnøgd – vulkanin úr Leirvík – tað »larger than life«-fyribrigdið, vit kendu sum Kajerman. Hvíl í friði, vinurin, tað var gott, at tú kom. Óli Poulsen Jákup Alberg Eliasen: Óli Poulsen: