hósdagur 29. oktober 2020síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 76
22
Kajsaríkið
og so varð alt nógv minni
energiskt
idéríkt
kaotiskt
klikkað
musikalskt
illsinnisglepssligt
visionert
hypokondriskt
spontant
frustrerandi
percussionistiskt
telefontosandi
hugfarandi
bombastiskt
festligt
kulinariskt
irritabult
hugnaligt
krevjandi
spyrjandi
dømandi
gevandi
drønandi
prátandi
forteljandi
syngjandi
spælandi
flennandi hart
tað var knall
tað var ball
og trummerum
og ferðin í verðini
men nú verða ikki fleiri sprell
vit minnast og hugsa okkum tað
at vit øll endaðu í sama stað
og har stóðst tú ótolin og bíðaði
Kajsa ríkið
har tú altíð ert klárur
við einum projekti
sum mann skal hjálpa tær við
halt kipp tað hevði verið strævið
men tað hevði verið stuttligt
og so ein gourmetmála omaná
takk fyri hurlivasan
MPP
T
að hava verið nakrir tungir dagar at koma
ígjøgnum, ein av bestu vinmonnum mínum,
Kaj, svaka pettið, filosoffurin, verðinsmað
urin og nærveran sjálv stakk av undan mær.
Um nakar dugdi at liva í nú’inum, so var tað Kaj. Hann
var ikki bangin fyri at siga sína meining og var nú heldur
ikki altíð lættur at hava við at gera.
Eg ivist ikki í, at hann hevur havt eitt langt kjak við
Sankta Pætur, áðrenn hann er farin inn at stemma bassin
hjá Pastorius. Man hann ikki hava lagt mær og mongum
øðrum eitt gott pláss av hinumegin, og man hann ikki
eisini longu hava funnið adressuna hjá Bach?
Fyrstu ferð vit hittust ordiliga var í Skansastovu
til fyrstu venjingina hjá Moirae í 1993-94 saman við
tónleikarum úr Chase. Tað vóru ikki minuttir farnir, tá
eg sá, at hetta menniskjað mátti eg læra nærri at kenna,
og vit fullu eisini í hakk umgangandi, og skjótt bleiv
tíðin alt ov knøpp til at viðgera allan tónleikin, vit vildu
vísa hvørjum øðrum – serliga høvdu vit felags áhuga í
Progrock.
Hann viðgjørdi allar mínar spurningar við størsta
álvara og bleiv mær ein stóriboyggi og kennari gjøgnum
árini.
Sjálvandi vóru vit ofta
ósamdir, og fyrstu tíðina aftan
á Taxi høvdu vit ikki tað heilt
stóra sambandið, men tað vardi ikki leingi, so funnu
vit aftur á somu gøtur og skapaðu tónleik saman aftur.
Vit vóru júst í holtur við at arbeiða við nýggjum
tilfari, og skuldi hann koma út til Nólsoyar hesa vikuna
til Terja at taka restirnar av nøkrum slagverki upp til
nakar grundir, vit júst høvdu høvdu spælt inn – uttan
klikk, sjálvandi.
Ein listarmaður av natúr bæði á gittar, bass og
allan sláttur sum var nærhendis. Sangari, orðasmiðar,
lagsmiður, arrangør og alt tað, sum inniber at vera
tónleikari.
Eg minnist góðar og djúpar løtur í Guttastovu í
Leirvík kl. 100 við einum ekseptionellum góðum glasi
av víni aftan á eina væla máltíð.
Tað verður ómetaliga stórur saknur í tær Kaj, men
eg veit, at tú kemur at vitja meg oftani jarðliga – bert í
øðrum skapi.
Takk fyri tað, tú legði eftir teg!
Vit síggjast!
Kim Hansen
F
yrstu ferð okkara vegir av álvara krossaðust,
var tíðliga í nítiárunum, tá eitt dansiorkestur
varð stovnað. Navnið kom Kaj við; Moirae – eitt
navn úr grisku gudalæruni, sjálvandi.
Vit tríggir Edmund Jacobsen, Mikkjal Mohr Joensen
og eg vóru leivdir frá kollsiglda rokkbólkinum Chase,
meðan Kim Hansen er unga nýggja sjórnuskotið,
ið skjótt gerst annar av frontmonnum í bólkinum.
Edmund og eg lósu hvør í sínum lagi í Danmark, og
skjótt eru Terji Rasmussen og Hjalti Joensen komnir
upp í, og tað varðir ikki leingi, so ráða Moirae fyri
rokkborgum í Føroyum. Ein av mongu bólkunum í
føroysku tónleikasøguni, har Kaj var stavnamaður.
Har Kaj var, var lív, gleps og glentran; sum tá
tarvkálvar stangast í vársólini. Hann var sum
ein hvirluvindur. So kjokkfullur í hugskotum, at
onkuntíð var ilt at fylgja við hjá okkum dólgum, ið
royndu at hanga í velinum á flogvitinum úr Leirvík
við kórstemmum, skeivum taktsløgum og serliga
hansara skaldsliga tevi, sum eigur sítt serstaka pláss
í føroyskum poppi.
Var Kaj stigjavnur, raffineraður og gjøgnumgang
andi hjartanemandi í sínum skaldskapi, so kundi hann
sum fáur taka so dýran til í gerandispráti, at vart tú
ikki vanur við slíka sjargon og roykin í lugarinum,
mundi hetta helst upplivast sum levint og gangur á
ivasomum lágum mentanarstigi. Men kendi tú Kaj, so
visti tú, at sakin var júst tann øvugta. Hesin bragdligi
leirvíkingurin var ein vitugur maður, væl lisin og
somuleiðis eitt heitt og fevnandi menniskja, ið hevði
hesi serligu evnini at gera tað einfalda fløkjasligt og
tað fløkjasliga einfalt.
Heimurin var hansara pallur, alheimurin hansara
perspektiv, og Føroyar hansara grundvøllur. Hansara
ferðir við næra vinmanninum Jón McBirnie til Afrika
at granska í rútmum hava fingið sagnakendan dám
millum føroyskar tónleikarar. Og eg minnist meg ikki
at hava verið í føroyskum tónleikahøpi, har navnið
Kaj Johannsen ikki varð nevnt, og tú síðani straks
hómaði í bros í eygunum á øllum. Ja, hann “var eitt
ljós, sum eitt stjørnuhav”, sum skaldið sjálvur skrivar
í meistarliga lagnum Meistarin.
Jú, jú, Kaj kundi knarra. Men, tú ivaðist ongantíð í,
at hann vildi øllum tað besta. Ikki minst tónleikinum,
og tú kundi vera vísur í, at har Kaj var, har slapp líka
sælan ongantíð upp í part. Og
eg haldi heldur ikki, tað er nakað
menniskja, ið hevur fingið okkum
onnur at flenna so nógv, sum tá hann loysti frá
posapandinum við málsligari fríglíming heilt uttan
fyri kategori.
Kaj var kortini so nógv meiri enn buldur og brak.
Hann var eisini eyðmjúkur, og stillførur, og hevði
hesi einastandandi evnini veruliga at gleðast vegna
onnur, um tað gekk teimum væl. Hann unti sínum
medmenniskjum viðrák, og hóast hann fylti nógv,
har hann var, var tað ikki orsaka av einum stórum
ego. Tvørturímóti. Gloymi ongantíð, tá vit høvdu
útgávukonsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði
aftan á útgávuni »Can’t Erase It« við Lenu, so var
Kaj á konsert. Hann hevði ikki so frægt sum biðið
um frítt atgongumerki, ið hevði verið tað minsta,
honum skuldi staðið honum í boði. Tvørturímóti; so
kom hann aftur um pallin at heilsa upp á aftan á kon
sertina við eini fløsku av besta víni við at ynskja til
lukku við nýggju útgávuni.
So seint sum fimm dagar áðrenn hansara brádliga
deyða prátaðu vit um eina komandi verkætlan, sum
Kaj og Kim Hansen høvdu í stoypiskeiðini. Kaj var
drivin av visjónum fram um alt. Hann kundi spæla
trummur og slagverk, hann spældi bass, hann spældi
guitar og hann sang, alt á sera høgum støði í mongum
ymsum høpi. Men tá tað snúði seg um at skapa, so
legði hann onki í, um tað var hann ella onkur annar,
ið ljósið kastaðist á. Tað, ið taldi fyri Kaj, var at skapa
nakað munagott. Og tað var júst tað, hann gjørdi. Kaj
skapti, og hann gjørdi mun.
Mongu vøkru heilsaninar á sosialu miðlum úr
øllum herðashornum frá familju, vinum, kenningum
og medmusikarum boða júst frá, at her var eitt háttvirt
og elskað menniskja brádliga farið av foldum alt ov tíð
liga. Og skelkurin er stórur og saknurin svárur.
Nú Kaj Johannesen varð borðin seinasta teinin
til sera vøkru og virðiligu jarðarferðina í Leirvík týs
dagin, stendur hesin tankin eftir. Tað ræður ikki um,
hvat tú leggur undir teg, men hvat tú leggur eftir teg.
Kaj legði eftir seg upp í leypar av tónleiki, skaldskapi,
nærveru, láturi og kærleika.
Takk fyri løturnar, kærasti Kaj.
Niclas Johannesen
Kaj vildi øllum tað besta
Hetta menniskjað
mátti eg læra at kenna
Kim Hansen:
Niclas Johannesen: