Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-29, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 2020síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 76 23 TÓRSHAVNAR KOMMUNA Býráðsvalið 2020 Boðað verður frá, at býráðsvalið 10. november 2020 verður kl. 10.00- 20.00. Valt verður soleiðis: • Fólk í Havn, Norðradali, Hoyvík, Koltri, á Hvítanesi og Sundi velja í ítróttarhøllini á Hálsi • Fólk á Argjum velja í Skúlanum á Argjahamri • Fólk í Kaldbak og Kaldbaksbotni velja í skúlanum í Kaldbak • Fólk í Kollafirði velja í skótahúsinum í Kollafirði • Fólk í Kirkjubø, Velbastað og Syðradali velja í skúlanum á Velbastað • Fólk í Hesti velja í bygdarstovuni í Hesti • Fólk í Nólsoy velja í felagshúsunum hjá Ungmannafelagnum Royndini í Nólsoy Vart verður gjørt við, at valrætt til býráðsvalið hava tey, sum: • hava fylt 18 ár og annars lúka treytirnar fyri valrætti og valbæri til Føroya løgting • standa í fólkayvirlitinum í Tórshavn í seinasta lagi 2 vikur fyri valdagin Ríkisborgarar úr øðrum londum kunnu, hóast teir ikki eru valbærir til Føroya løgting, velja til kommunuval, um so er, at teir hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu 3 árini undan valinum. Bert tey, sum standa á vallistanum, sleppa at velja. Um onkur er komin á vallistan, sum ikki longur býr í kommununi, sleppur viðkomandi ikki at velja. Eisini verður boðað frá, at valkort til býráðsvalið eru send teimum, ið standa á vallistanum. Um veljari ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal sum skjótast boðast Snarskivuni frá hesum. Harumframt verður boðað frá, at veljarar, ið sambært vallógini lúka treyt- irnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða í Snarskivuni. Sjófólk, sjúk og onnur, sum ynskja at brævatkvøða, kunnu boða frá í Snar - skivuni, tlf. 302010, sum er opin vanliga dagar kl. 9.00-16.00, tó fríggja- dag frá kl. 9.00-15.00. Vikuna undan valinum ber somuleiðis til uttanfyri upplatingartíðirnar hjá Snarskivuni at boða frá á vakttelefon 263409. Í seinasta lagi mánadagin 9. november 2020, dagin fyri valið, kunnu bræv atkvøður greiðast í Snarskivuni kl. 9.00-22.00. VALNEVND TÓRSHAVNAR BÝRÁÐS Brekkuvegur 37 470 Eiði tlf.: 200400 Fax.: 423477 eidi@eidi.fo www.eidi.fo Grafix 504251 KUNNGERÐ UM BROYTING Í BYGGISAMTYKT FYRI EIÐIS KOMMUNU Við heimild í lógini um býarskipanir og byggisamtyktir (løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipan og byggisamtykt við seinni broytingum) verður við hesum uppskot til broyting í almennu byggisamtykini fyri Eiðis kommunu framlagt til alment eftirlit. Broytingin er løgd fram til almenna eftirskoðan í vanligu upplatingartíðini hjá Eiðis kommunu á heimasíðuni www.eidi.fo og á kommunuskrivstovuni á Brekkuvegi 37, 470 Eiði, í tíðarskeiðinum frá 27. oktober til og við tann 17. november 2020. Broytingarnar eru fyri Svínáir og Ljósá. Broytinging fyri Svínári er fyri part av ognini matr. nr. 402, sum verður broytt frá G (neyst og bátapláss) til GB (Neyst við bústaðarmøguleika) og fyri ognirnar matr. nr. 196 og 280 d, sum verður broytt frá K (summarhús øki) til B (sethús/bústaðarøki) Broytingin fyri Ljósá er fyri ognina matr. nr. 83 b, sum verður broytt frá H (frílendi) til B (sethús/bústaðarøki). Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu skrivliga verða kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi týsdagin tann 8. desember 2020. Kort, har broytingarnar síggjast, fáast við at venda sær til kommunuskrivstovuna. TÓRSHAVNAR KOMMUNA Skúlastýrisval Skúlastýrisvalið verður týsdagin 10. november 2020 kl. 10.00 til 20.00 Valt verður soleiðis: • Foreldur at næmingum í Skúlanum á Fløtum, Sankta Frans skúla, Eysturskúlanum, Hoyvíkar skúla og Skúlanum við Løgmannabreyt velja í Ítróttarhøllini á Hálsi • Foreldur at næmingum í Skúlanum á Argjahamri velja í Skúlanum á Argjahamri • Foreldur at næmingum í Kollafjarðar skúla velja í skótahúsinum í Kollafirði • Foreldur at næmingum í Kaldbaks skúla velja í skúlanum í Kaldbak • Foreldur at næmingum í Velbastaðar skúla velja í skúlanum á Velbastað • Foreldur at næmingum í Nólsoyar skúla velja í felagshúsinum hjá Ungmannafelagnum Royndini í Nólsoy DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á