hósdagur 29. oktober 2020síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 76
24
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
T
eir flestu av hesum
fiskimonnum fórust
á vári við skipunum
Kristinu, Helenu og
Karin. Vit skrivaðu í vár um
hesar vanlukkur. Men nú í
heyst eru 100 ár síðani, at havn
arskipið Puritan gekk burtur.
Henda grein skal vera eitt
minni um hesa hending, og teir
menn, sum fórust.
Puritan hevði motor
Ì 1920 keypti Hans Hansen í
Funningsstovu 45 tons stóru
sluppina Puritan, sum varð
bygd í 1885 í Grimsby. Puritan
hevði motor. Tað var ikki vanligt
tá í tíðini.
Seinni sama ár seldi Hans
helvtina av skipinum til Carl
á Lag, sum bleiv reiðari. Palli á
Lava varð skipari.
Palli var tey fyrstu sjey árini
til skips við Streymoynni við
mammubeiggjanum, Jóannesi
í Funningsstovu. Í 1901var hann
við Oliviu, sum bróður hansara,
Hanni á Lava, førdi.
Palli á Lava tók skiparaprógv
í 1902 hjá Jens Mohr. Árini
1903-1905 var hann bestimaður
við Slater, sum Hans í Funn
ingsstovu átti og førdi. Í 1906
var hann bestimaður við W. G.
Marshall, sum Jóannes í Funn
ingsstovu førdi. Í 1907-1918 var
Palli skipari á hesum skipi.
Lagnutúrurin
Palli var skipari á Puritan í
1920. Teir royndu fyrst undir
Føroyum, og vóru síðan tveir
túrir undir Íslandi. Seinna
túrin komu teir á Havnina 2.
september.
Teir fóru niður til Fleetwood
at selja fiskin tann 15. oktober.
Hetta var vanligt hjá føroyskum
skipum tá í tíðini. Higartil hevði
hetta gingist væl.
Umframt Palla, 38 ára gamal,
vóru hesir menn við:
Bestimaður var Kristian
Hansen, í Árnafirði í Havn, 44
ár. Hann var longu hart raktur,
hevði mist konu sína, Tominu, í
1906. Hon var bara 24 ára gomul.
Jákup, sonur Palla, 17 ár.
Sofus Jacobsen, hjá Linu í
Smiðansstovu í Havn, motor
passari, 30 ár.
Petur Guttesen, sonur Gutta
Jens í Havn, 19 ár.
Óli Hansen, Nólsoy, 29 ár.
Hann var pápi Olevinu, Vina
kallað, sum var mamma Ova
Joensen, kenda sjógarpin. Hon
kom tískil bæði at missa pápa
og synir á sjónum. Abbabørn
Óla ætla í samband við 100 ára
dagin at seta ein minnisstein
fyri honum í kirkjugarðin í
Nólsoy.
Hans Pauli Danielsen, á
Trappuni Nólsoy, 26 ár. Ógiftur.
Hann var pápabeiggi kenda
listamannin Stefan Danielsen.
Hans Jacobsen á Lað í Havn
var við sum ferðamaður.
Á oydnari oyggj
í tveir dagar
Puritan lá okkurt um tríggjar
vikur í Fletwood og fóru haðani
tann 11. november, men tann 15.
november fórust teir í einum
ódnarveðri við Hebridurnar.
Allir sjólótust uttan Sofus og
Hans.
Sjófrágreiðing varð hildin 7.
desember, har hesir báðir søgdu
frá vanlukkuni.
Teir greiddu frá, at tann 12.
november vaks vindurin. Teir
sóu vitan á Barrahead. Ætlanin
var at fara vestur um Hebrid
urnar, men tá vindurin fram
vegis vaks, valdu teir at fara
eystanfyri. Teir sigldu fram við
landinum, har tað var minni
vindur.
Tann 14. november lógu teir
ankraðir, og vindurin vaks enn
meira. Teir hitaðu motorin upp,
so teir kundu vera klárir at seta í
gongd, um vindurin vaks meira.
Mánadagin 15. vaks vindurin
til ódn. Motorin varð settur i
gongd. Á midnátt sóu teir land,
og sigldu inn móti landi og lótu
akkerið falla. Men skipið rak
kortini. Teir settu skipsbátin
út, og allir átta menninir fóru
í bátin. Tað eydnaðist teimum
ikki at koma at landi, og báturin
rak inn móti eini lítlari oyggj.
Báturin koppaði og seks av
monnunum sóust ikki aftur.
Sofus og Hans vóru skolaður
uppá oynna, sum var óbygd.
Hetta hevur ikki verið hugaligt.
Teir greiddu einki frá hesum í
sjófrágreiðingini, og familjan
sigur, at Sofus vildi ongantíð
tosa um tað. Hetta er ikki óvan
ligt, tá fólk hava óhugnalig upp
livilsi. Har vóru teir í tvey sam
døgur.
Men tá kom ein útróðr
arbátur
við
4
monnum
framvið. Teir bóru eyga á
Sofus og Hans og tóku teir í
bátin. Veðrið var tá gott, og
útróðrarmennir fluttu teir til
sína heimbygd, har teir gistu
eitt samdøgur hjá tveimum av
útróðrarmonnunum.
Seinni búðu teir á einum
bóndagarði, og bóndin koyrdi
teir í hestavogni til bygdina
Loch Maddy. Haðani sluppu
Sofus og Hans við skipi til Kyle
í Norðurskotlandi, haðani fóru
teir til Leith og síðan heim til
Føroya við Tjaldrinum. Teir
komu á Havnina leygardagin
8.des. 1920.
Henda vanlukkan kom sjálv
andi dátt við, og tá ið hon frætt
ist, fóru fløggini í Havn á hálva
stong.
Hans hjálpti
faðirleysa Guttorm
Hans vaks upp í heimi teirra
í Mortanstovu uppi við Dala
vegin, har pápi hansara legði
stórt stykki til dyrkingar.
Komin til mans var Hans
eina tíð á fútaskrivstovuni í
Havn. Tá ið tann stóra fyritøkan
Handilsforeiningin gavst,
keyptu Hans og beiggin Eliesar
handilshúsini, sum fekk navnið
Eliesar Jacobsen. Teir fóru at
handla við klædnavørum, og
skjótt gjørdist hann størsti
handil av hesum slag í býnum.
Tá í tíðini vóru ikki góð ráð mill
um fólk, men hjá Essaba var
man altíð vælkomin at keypa
Guttorm Zachariassen, sum
í 1957 misti pápan við Stella
Argus, greiddi frá um Hans á
Lag:
“Eini 3-4 ár eftir at Stella
Argus var farin, fór eg inn í
klædnahandilin hjá Essaba at
keypa mær ein regnfrakka. Jú,
vit funnu ein, sum hóskaði til
mín. Hann kostaði antin 12 kr.
ella 16 kr. Hans pakkaði hann
inn og gav mær pakkan.
So segði hann, at eg skuldi
eiga hann. Har stóð eg sum eitt
stórt spurnaðartekin, men eg
fekk kortini sagt takk fyri.
Tá ið eg kom heim, fekk eg
at vita, at drongur Hansinu,
dóttir Hans, var ein teirra, sum
fórst við Stella Argus. Hann var
Hilbert Johannesen úr Vest
manna,
Hans vildi á henda hátt
1920 var ringasta skaðaár á sjónum í 20. øld, tá ið 60 menn fórust
á sjónum. Í november fórst havnarskipið Puritan
SIÐSØGA
Puritan gekk burtur í 1920:
Eitt 100 ára minni
Puritan sigldi framvið Barra Head og vitan í illveðrinum