Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-29, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 2020síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 76 25 Í komandi parti verður greitt frá eini kendari gøtu í havn, nevniliga Konradsbrekku. vísa mær samkenslu. Tað var hugaligt at uppliva slíkar hend­ ingar.” Hesin eginleiki hjá Hans sam­ svarar væl við tað, sum Dimma­ lætting skrivar um hann: “Hann hevði av síni há­skúla­ vitjan í Askov fingið millum annað ta yvirbevísing, at øll koma vit hvørjum øðrum við, og tað er ein beinleiðis skylda at gera hvør sítt til at bøta um annan, sum hevur hjálp fyri neyð­ini. Hetta gjørdi hann í fullan mun í dagliga virki sínum, men eisini á øðrum økjum. Har um ráddi tók hann seg ikki undan.” Hans Andreas Djurhuus yrkti um Kristian í Árnafirði Henda yrking var í bløðunum, eftir at Puritan var farin. Hann føddist í stormi, tá dagurin treyt, og inn yvir boðarnar havsaldan breyt. Tá ið likkan við alspentum flogi sum ørv móti hvirlu sær skeyt. Og altíð hann havið í huganum bar og aldri hann kendi seg ráðleysan har. Hann vandist hjá Pola í Dali, ið fremstur av sjómonnum var. Eg mangan sá garp sigla knørr inn á vág, tá ið íðan var uppi og brotini há – men har kundi fáur sum Kristian ”luffa upp” – taka seglini frá. Og fámæltur var hann, men var hann umborð tá vísti hann verk eru meira enn orð. Hann var maður, tá sjógvarnir brutu bæði lúnning og lúku í sor. Vit minnast á bankanum – aldan var síð, og knørrirnir fuku sum neistar í ský, har mangur var bleikur av ótta. Men Kristian – hann festi sær í. Og fram helt hann leið gjøgnum niðu og nátt – og nú er hann sigldur um himmalsins gátt. Hann fell fyri stormi og havi og ei fyri sjúku og sótt. Puritan Henda yrking, undirskrivað J.N., var serliga vígd Óla Hansen. Tað er ógreitt, hvør ið hevur yrkt. Men Jens Reinert úr Norðradali og Óli Hansen vóru systkinabørn. Og Reinert fólkini dugdu væl at yrkja. Hann fór gjøgnum svartastu nátt, ófør­ar vóru tær leiðir, hann nýtir megi og mátt, ið sítt á sjónum eigur. So manga fóru tit ódnarferð, sóu stórleik og bylgjunnar dans, meðan brotið stóð høgt millum boðar og sker, tit góvu tí ikki ans. Meðan illveðursskaddan í loftinum hekk, og glaðustrok stóð um fjørð, reystir og stinnir tit stóðu á dekk uttan ótta tit stýrdu tann knørr. So mangan vóru tit ódnardag, meðan bylgjurnar brutu um høv, stormur og alda kvað sorgarlag yvir tykkara vátu grøv. Óli Hansen, tað var eins navn, tú óttaðist ei fyri at fara, tá sjógvarnir hjómhvítir brutu um stavn, tú mundi teg ikki spara. Óli! til mína síðstu stund eg minnast vil teg og títt navn, og tá tíni eygu løgdust í blund í bylgjunnar kalda favn. Eg biði, at Harrin skal signa hin dag, tá vit øll skulu upp aftur stíga, lat okkum ongantíð gloyma tað, sum hann fyri oss mundi líða. Og, Harri, os rætt tína meiðslaði hond, tá øll vit tær prísa og lova, bæði tey sum í havinum góvu upp sína ánd, og tey sum í moldum sova. Uppkallaður eftir teimum sum fóru Í 1986 hevði Dagblaðið eina sam­ røðu við Jákup Paula Johansen, sum var á vitjan í Føroyum úr Suðurafrika, har hann búði. Her greiddi hann m.a. frá: Eg var borin í heim í Havn ein sorgardag, nevniliga 15. novembet 1920, tá sluppin Puri­tan fórst við Hebridurnar. Heim­ið hjá okkum kendi henda smeit serliga dyggan, tí abbi, Carl á Lag, átti Puritan. Men onn­ur vóru, sum kendu missin enn svárari, nevniliga tey, sum áttu pápa og bróður, son og abba­son við Puritan. Skiparin Palli á Lava hevði son­in við sær. Hann var júst liðugur við realskúlan. So nær stóðu fólk hvørt øðrum tá, at foreldur míni doyptu meg eftir hesum báð­um feðgunum, sum mín føð­ing­ar­ dag lótu lív. Sofus hjá Linu varð bjargaður Hin sum varð bjargaður var Sofus E. Jacobsen, vanliga kall­ aður Sofus hjá Linu. Hann andaðist í 1953, 62 ára gamal, og tá skrivaðu bløðini millum annað um hann: Tíðliga var hann faðirleysur, men hann skilti álvaran í teim­ um tungu boðunum, sum komu um, at faðir hansara var sjólátin við báti í 1900. Henda hending í hansara bestu barndómi kom at merkja hann uttan at darva hann frá ungum árum og alt lívið. Sofus var bókstaviliga talað føddur við ár í hond. Og har sum faðirin fórst, har kom hann eisini at hava lívsyrki sítt í báti og á skipi. Hann var tiltikin fyri sín dugna­skap. Øll hesi seinastu árini hevur hann siglt fyri Thors­havns Mælkeforsyning & Margarinefabrik. Hansara sigling millum oyggj­ar­nar frá ungum og tann hugur og ansur, sum hann hevði fyri hesi sigling gjørdi, at hann kom at vera av kunnugastu monn­um við Føroya strendur, Hann kendi hvønn flúr hvønn boða, hvørja íðu, hvønn ál og hvønn strong. Ei undur, at menn litu Sofusi nógv til. Hann var nærlagdur í øllum sínum starvi. Ein sannur skilamaður og álitismaður – bæði í maskinuni og á brúnni. Kristian og Sofus vóru í bjarg­ingarbragdi í 1913 Í 1913 varð gjørt eitt bjarg­ing­ ar­bragd, har Sofus og Kristian vóru við. Søgan var í stuttum, at havnarmenn gjørdust varir við eitt skip, sum rak fyri vág og vind sunnanfyri Borðuna. Skipið kallaðist Fortuna og var á veg úr Týsklandi til Amerika við vøru. Teir komu í illveður og skipið fór illa. Tá er tað, at bátur úr Havn kom til hjálpar, og skipið varð bjarg­að undan at fara á land á Borðuni og fara í knús har. Mann­ingin á føroyska báti­ num var Kristian Joensen, í Árnafirði, sum fórst við Puritan Rubek Rubeksen, kendur frá Mjólka­forsýningini Johan Hendrik Rubeksen, kallaður Bill, giftur við systir Kristian. Óli Rubeksen, beiggi teir báðar Sofus, sum bjargaðist við Puritan Serliga gjørdist Kristian hetjan, tí hann fór umborð á neyð­stadda skipið og tók róðrið á skipi­num, tí hinir menninir vóru útlúgvaðir. Fortuna varð so sleipað inn á Skálafjørð av Beskytteren, sum annars ikki hevði hættað sær at luttaka í sjálvari bjargingini. Seinni hendi tað merkiliga, at Be­skytteren fekk ella tók sær æru­na av, at skipið og mann­ing­ in vórðu bjargað. Hetta skapti nógva skriving í bæði Tinga­ krossi og í donskum bløð­um. Føroyingar í hesi søgu fóru í bløðini við frágreiðimg um tað, sum veruliga hendi. Hetta endaði við, at danski skiparin á Beskytteren fekk sekkin. Hetta var tískil ein søga um avrik hjá tveimum av mann­ ingini á Puritan. So Dimma­lætt­ ing hevði uttan iva rætt í tí, at hesir menn vóru megnarmenn. Mugu ikki gloyma Við árslok 1920 hevði Dimma­ lætt­ing eisini eina grein, har teir mintust teir farnu og endaði m.a. við hesum orðum: Lad os rejse dem (teimum sjó­látnu) de skønneste af alle Mindes­mærker, nemlig den tro­faste Bevarelsen af deres Minde. Tað er hetta, sum verður roynt við hesi og líknandi grein­ um. Christian Joensen, Kristian í Árnafirði Jákup Olsen Peter Guttesen Hans Pauli Danielsen Hans Pauli Olsen, Palli á Lava Óli Hansen