hósdagur 29. oktober 2020síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 76
26
Á
ráðstevnu Auluni í
Finsen í farnu viku
setti Amnesty Inter
national Føroya Deild
sjóneyku á fongsulsviðurskifti í
Føroyum.
Amnesty International hevur
seinastu tíðina varpað ljós á
hvussu fongsulsviðurskifti eru
í Føroyum, og hvørja ávirkan tað
hevur á fangarnar og á Føroyar
sum rættarsamfelag.
– Vit hava vitað, at tað hevur
verið eitt skandinaviskt fæn
omen at vit brúka langar varð
haldsfongslingar og avbyrgingar.
Vit hava arbeitt við tí í fleiri ár,
og vit hava fingið innlit í hagtøl,
sum geva ábendingar um, at vit
brúka nógva avbyrging, sigur
Katrin á Neystabø, forkvinna í
Amnesty International.
– Meira vit eru komin inn
í málið, meira er tað vorðið
greitt, at eitt svar skal finnast í
fongsulsviðurskiftunum.
Grundleggjandi trupulleikin í
Føroyum er tann, at í Mjørkadali
eru bæði fangar, sum sita dóm,
og fangar, sum eru í varðhaldi.
Vanliga sita varðhaldsfangar
og vanligir fangar ikki saman tí
varðhaldsfangar hava munandi
harðar fongsulsregime, enn van
ligir fangar hava.
Úrslitið av tí hevur í Føroyum
verið, at varðhaldsfangar fáa
enn harðari treytir, ofta umvegis
avbyrging, meðan vanligir fang
ar eisini missa rættindi í fongsli
num fyri at geva pláss fyri varð
haldsfangunum.
FONGSULSSKIPANIN
KREVUR ÁBØTUR
SAMANBORIÐ VIÐ DAN
MARK ER MJØRKA
DALUR EITT PARADÍS
STEINAR PATURSSON
F
angar
í
Føroyum
skulu vera takksamir
fyri at sleppa at sita í
Mjørkadali og ikki eitt
av fongslunum í Danmark.
Samanborið við harða og ráða
danska fongsulsumhvørvið eru
umstøðurnar í Mjørkadali lítið
afturímóti, og tilveran hjá fang
unum har er munandi betri.
Soleiðis greiddi Peter Jørgen
sen, ein danskari í 50'unum, frá,
sum eftir eitt lív sum karrieru
kriminellur hevur roynt at sitið
bæði sum fangi í Danmark og í
Føroyum.
Peter Jørgensen greiddi frá, at
hann tíðliga í lívinum tók avgerð
um at verða karrierukriminellur.
Peter Jørgensen gjørdist mis
brúkari av amfetamin, og yvir
høvur gjørdi hann nógv burtur
úr at taka rúsevni og rúsdrekka.
Rúsevnismisnýtsla er ikki bílig,
og misnýtslan mátti fíggjast
onkrastaðni frá, og tí framdi
Peter Jørgensen innbrot fyri at
fíggja misnýtsluna.
Handtikin ferð eftir ferð
Tað var ikki leingi, áðrenn Peter
Jørgensen kom í skotmálan
hjá løgregluni, og hann varð
áhaldandi handtikin fyri ymisk
lógarbrot, millum annað at
ganga við knívi og tvær ferðir
fyri at ganga við skarpladdari
pistól. Tað var ikki nógv, ið Peter
Jørgensen ikki náddi at gera í
kriminellu tilveruni, gjørdi hann
greitt.
– Eg havi ikki framt morð, og
eg havi ikki framt seksualbrots
verk. Annars havi eg gjørt alt,
segði Peter Jørgensen.
Endin gjørdist, at Peter
Jørgensen fekk átta ára fong
sulsrevsing, og við kriminellu
lívsleiðini hevði hann fingið
sær fíggindar í kriminellu undir
verðini í Danmark, sum vildu
honum til lívs. Neyðugt var tí at
flyta hann úr fongsli í fongsul,
og at enda varð hann fluttur til
Mjørkadals.
Og at koma til Mjørkadals var
eitt kultursjokk.
Fara við tær sum
eitt menniskja
Í donsku fongslunum vóru um
støðurnar annarleiðis og mun
andi harðari. Talan var um eitt
hart og rátt umhvørvi, segði
Peter Jørgensen, og sum dømi
um umstøðurnar nevndi hann,
at fangarnir høvdu ikki egnar
vesiumstøður. Skuldi ein fangi
á ves um náttina, var neyðugt
at biðja um at fáa fangavørðin
at lata upp. Hetta kom illa við
hjá øðrum fangum, ið funnu
sær fjaldar fartelefonir fram um
næturnar, tí fangarnir skuldu
ikki hava fartelefon. Oftani
fingu fangavørðarnir tí eyga á
fartelefonirnar, ið síðani vórðu
tiknar. Avleiðingin av tí var, at
fangin, sum bað um at sleppa
á ves, var avbukaður av hinum
fangunum dagin eftir.
Í Mjørkadali var gerandis
dagurin kortini ein heilt annar.
Fangavørarnir tosaðu við fang
arnar sum við onnur menniskju,
og umframt ves og bað hava
fangarnir sjónvarp og aðrar
hentleikar.
– Eg kundi fara í bað mitt um
náttina, um eg vildi, segði Peter
Jørgensen, sum eisini greiddi
frá, at tað var fantastiskt at hava
útsýni yvir Kaldbaksfjørð sum
fangi.
At enda varð tíðin komin
til at Peter Jørgensen skuldi
leyslatast úr Mjørkadali. Peter
Jørgensen greiddi frá, at hann
treivst so mikið væl í Mjørkadali,
at tá hann skuldi leyslatast,
spurdi hann fangavørarnir í
Mjørkadali, um hann ikki kundi
fáa ein lykil, so hann kundi koma
inn aftur.
Ein nýggj byrjan í Føroyum
Felagsskapurin Megna títt lív
var tá komið í samband við Peter
Jørgensen, og hann fekk ból í
Bláa krossi í Havn. Um hetta
mundið var vent í holuni hjá
Peter Jørgensen, sum nú hevði
lagt kriminella lívið aftan fyri
seg.
Útsýnið úr fongsulsklivanum
og føroyska náttúran hevði sett
síni spor hjá Peter Jørgensen,
og hann søkti tí um at fáa eina
íbúð uttan fyri Havnina. Hóast
127 aðrir umsøkjarar vóru, eydn
aðist Peter Jørgensen at fáa
íbúðina.
Peter Jørgensen hevur síðani
fingið arbeiði í Føroyum, og
yvirhøvur er tilveran komin
upp á pláss. Peter Jørgensen
greiddi frá, at í 2009 varð hann
steðgaður yvir 60 ferðir upp
á eitt hálvt ár av løgregluni í
Danmark, tí løgreglan visti, hvør
hann var, og hvat hann fekst við.
Í Føroyum ikki so mikið sum
skeitir løgreglan eftir honum,
segði Peter Jørgensen.