hósdagur 29. oktober 2020síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 76
27
Politiskur
vilji at betra
um um
støðurnar
STEINAR PATURSSON
U
mframt fakligt orða
skifti
var
eisini
politiskt orðaskifti
um
umstøðurnar
í Mjørkadali við Christiani
Andreasen, tinglimi fyri Fólka
flokkin og formanni í rættar
nevndini, Rósu Samuelsen,
tingkvinnu fyri Sambands
flokkin, sum saman við Djóna
Nolsøe Joensen úr Javnaðar
flokkinum eru vald av tinginum
at hava eftirlit við arrestini, og
Barbaru Apol, varalimur í Fólka
tinginum fyri Sjúrð Skaale.
Christian Andreasen, sum
umframt at sita sum formaður
í rættarnevndini eisini hevur
drúgvar royndir sum verji,
vísti í orðaskiftinum á, at sum
so er bygningurin í Mjørkadali
fínur, og at starvsfólkini eru
góð til sítt arbeiði. Kortini eru
umstøðurnar ikki nøktandi, og
bygningurin uppfyllir ikki allar
treytir, sum hann skal sum
fongsul og arrest.
Grundleggjandi er trupul
leikin tann, at varðhaldsfangar
sita saman fangum, sum sita
fongulsdóm, og hetta hevur
við sær órímiligar treytir fyri
báðar partarnar. Fyri varðhalds
fangarnar merkir hetta, at teir í
størri mun verða avbyrgdir, og
fyri vanligu fangarnar hevur
tað við sær, at teir missa nøkur
frælsi, ið teir annars høvdu havt,
sótu varðhaldsfangar ikki við
teimum.
Ov vánalig tilboð
Rósa Samuelsen hevur tvær
ferðir vitjað í Mjørkadali í sam
bandi við eftirlitið, ið hon skal
gera saman við Djóna Nolsøe
Joensen, segði seg vera skelkaða
av teimum umstøðunum, ið
fangarnir høvdu at livað undir.
Tilboðini, ið fangarnar høvdu
í fongslinum, vóru alt ov fá, og
ítøkiliga vísti Rósa Samuelsen á,
at munurin á fongslinum seinnu
ferð, sum hon vitjaði, var, at eitt
fitnessrúm var komið aftrat.
Mugu samskifta
betri við Danmark
Barbara Apol gjørdi greitt, at
hon var einasta panellimur,
ið ikki hevði verið á vitjan í
Mjørkadali, men sum útgangs
støði metti hon ikki, at tað
var rætt, at avgerðirnar kring
fongsul og varðhald vórðu tikn
ar í Danmark, har tey ikki hava
føling fyri, hvat gongur fyri
seg í Føroyum, og hvørjar um
støðurnar eru her.
Hesum tók Christian Andrea
sen undir við og gjørdi greitt, at
umstøðurnar eru so ymiskar í
Danmark og í Føroyum, at Før
oyar hava ikki tørv á somu loys
num, sum tey hava í Danmark.
Rósa Samuelsen vísti í hes
um sambandi á, at føroyingar
mugu vera betri at formidla
síni fongsulsynski til danskar
myndugleikar, sum hóast alt
framvegis varða av økinum.
STEINAR PATURSSON
T
að hevur avleiðingar
fyri fangar í Føroy
um, at umstøðurnar
í Mjørkadali eru av
markaðar.
Tað sigur Magni Højgaard,
sum er ráðgevi hjá átakinum
Megna títt lív.
Megna títt lív er eitt átak
undir almannaverkinum, sum
hevur til endamáls at vera eitt
tilboð til ung við sálarligum
avbjóðingum og rúsevnis-
og rúsdrekkatrupulleikum.
Ein partur av virkseminum
hjá Megna títt lív gongur
sostatt fyri seg innan fyri
fongsulsveggirnar, har roynast
skal at fáa fatur á teimum, ið
hava tørv á hjálp fyri at kunna
bjarga sær og fyri at fáa ein
nøktandi gerandisdag uttan
rúsevni og kriminalitet.
Magni Højgaard vísti í
framløguni á, at tá fangar verða
avbyrgdir, sita teir í grundini
einsamallir við einum persóni,
ið teir ikki kunnu flýggja frá.
Og dámar tær ikki tann per
sónin, so er støðan ring, segði
Magni Højgaard.
Magni Højgaard gjørdi eisini
greitt, at royndirnar, ið Megna
títt lív hevði við avbyrgdum
fangum, vóru, at fangarnir
vóru verri fyri, eftir at teir
høvdu sitið avbyrgdir, og í so
máta var eisini verri hjá Megna
títt lív at arbeiða við teimum
fangunum.
Størsta avbjóðingin hjá
Mjørkadali er kortini tann,
at fongsulsmøguleikarnir
eru so avmarkaðir, at fangar
verða sendir til Danmarkar at
sita dóm. Ofta er hetta í sam
bandi við langar dómar ella
fangar, ið ikki eru so lættir
at stýra. Tá missir Megna títt
lív sambandið við fangan, og
møguleikin at gera ein bata
lívinum hjá fanganum hvørv
ur, segði Magni Højgaard.
FANGARNIR
MUGU SITA
Í FØROYUM
Avbyrging í varðhaldi í Føroyum
Avbyrging í varðhaldi í Danmark