hósdagur 29. oktober 2020síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 76
28
STEINAR PATURSSON
U
ndantikið deyðadóm
er avbyrging harð
asta revsing, ið fang
ar kunnu fáa í Vestur
heiminum.
Soleiðis greiddi Peter Scharff
Smith, granskari í manna
rættindum og fongsulsviður
skiftum frá, undir framløgu til
ráðstevnuna Fangarnir, fongslið
og Føroyar, ið Amnesty Inter
national Føroya Deild skipaði
fyri í farnu viku.
Hóast vit vanliga hugsa
um Skandinavia sum ein
framkomnan part av heimi
num, har vit virða manna
rættindi, er kortini serliga
ein fongsulsteknikkur, sum
framvegis í dag spælir ein
stóran leiklut, og sum áhald
andi er fyri atfinningum frá
mannarættindastovnum og
mannarættindaaktivistum -
varðhaldsfongsling í avbyrging.
Pennsylvania skipanin
Undir framløguni greiddi Peter
Scharff Smith frá, hvussu
fongulsskipanin í Skandinavia
er komin at síggja út, soleiðis
sum hon ger, og hví avbyrging
í varðhaldi hevur verið so nógv
nýtt, sum hon hevur.
Skipanin hevur røtur í
fongulsskipanini, ið varð ment
í Pennsylvania í USA í 19. øld.
Mett varð, at neyðugt varð
at reformera fangarnar - at
umskapa teir til virknar sam
felagsborgarar - heldur enn bara
at steingja teir inni. Besti hátt
urin at tryggja, at fangar vórðu
reformeraðir, varð hildin at
vera at avbyrgja teir frá øðrum
fangum, tí at fangarnir ávirkaðu
hvønn annan á keðiligan hátt, og
hetta førdi tí við sær, at fongslini
høvdu ta øvugtu ávirkanina,
enn hon skuldi hava.
Fangar vórðu tí hildnir í
fullkomnari avbyrging, har
teir brúktu so at siga allar
24 tímarnar fyri seg sjálvar.
Hugsanin var, at tá høvdu teir
stundir at hugsa og reflektera
yvir teir misgerningar, ið teir
høvdu framt, og at í einseminum
kundu teir hugsavna seg um at
finna guð.
Pennsylvania skipanin fekk
síðani fastatøkur uttan fyri USA,
og serliga londini í Skandinavia
vóru skjót at innføra nýggja
fongsulsteknikkin.
Tað gjørdist kortini seinni
greitt, at fullkomin avbyrging
hevði skakandi avleiðingar fyri
sálarheilsuna hjá teimum av
byrgdu, og nógvir fangar gjørdist
sinnissjúkir av vanvirðisligu við
ferðini.
Nógvastaðni varð tí farið burt
ur frá Pennsylvania skipanini,
men londini í Skandinavia høvdu
í grundini verið so effektiv at
innføra skipanina, at so at siga
øll fongsul vóru bygt eftir leisti
num við avbyrging, og tí var
trupult at skifta fongulsskipan
í bræði.
Sum fráleið varð skipanin
útfasað, men kortini hevur
avbyrging hildið fram sum
ein integralur partur av
fongulsskipanini til í nýggjari
tíð - innan varðhaldsfongsling.
Bilbukt við trupulleikan
Í Danmark hevur í fleiri um
førum verið roynt at bøtt um
viðurskiftini kring avbyrging
í varðhaldi. Í seinasta umfarið
var nýggj lóggáva innførd í 2004,
sum hevði verið sær, at talið á
avbyrgingum í varðhaldi fór úr
um 500 um árið niður í 17 í 2017.
Danska løgmálaráðið skal
á hvørjum ári skráseta allar
avbyrgingar í varðhaldi, men
sambært Amnesty International
er ikki líkanandi lóggáva í Før
oyum. Føroysku hagtølini fyri
avbyrging í varðhaldi verða tí
ikki skrásett við tí fyri eyga at
almannakunngera tey, og tey
eru heldur ikki partur av frá
greiðingini hjá danska løgmála
ráðnum.
Amnesty hevur kortini fingið
útvegað hagtøl frá ákærunum
fyri nýtslu av avbyrging í varð
haldi frá árunum 2015-2019.
Stórt sveiggj er í tølunum, og
Peter Scharff Smith ger greitt,
at vit skulu vera varin at gera
ov greiðar niðurstøður frá hag
tølum, tá tey eru so smá og av
markað.
Til samanberingar kann
tað kortini nevnast, at tað er
áhugavert, at í 2017 vóru 17
avbyrgingar í varðhaldi framd
ar í Danmark, meðan talið í Før
oyum sama ár var 13.
AVBYRGING Í VARÐHALDI
- EITT SKANDINAVISKT
FYRIBRIGDI